fo / en

Author: angela@liv.fo

  • INNKALLING – til eykaðalfund í P/F Tryggingarfelagnum LÍV (LÍV 2)

    INNKALLING – til eykaðalfund í P/F Tryggingarfelagnum LÍV (LÍV 2)

    Við hesum verður innkallað til eykaaðalfund hjá P/F Tryggingarfelagnum LÍV mánadagin tann 29. juni 2026, kl. 09.00 sambært § 10 í viðtøkunum. Fundurin verður á Faroe Law, Magnus Heinasonargøta 10, 100 Tórshavn.

    Dagsskráin til eykaaðalfundin er fylgjandi:

    1. Viðtøkubroytingar sambært uppskotið frá nevndini í P/F Tryggingarfelagnum LÍV
    2. Uppskot um útlutan av serligum vinningsbýtið

  • Frágreiðing um burðardygd 2025

    Frágreiðing um burðardygd 2025

    Frágreiðing um burðardygd

    LÍV-samtakið hevur í dag almannakunngjørt sína fyrstu frágreiðing um burðardygd fyri árið 2025. Frágreiðingin gevur innlit í arbeiðið hjá felagnum innan umhvørvi, sosial viðurskifti og leiðslu, og er eitt fyrsta stig í arbeiðinum at styrkja gjøgnumskygni um burðardygd.

    Arbeiðið við frágreiðingini hevur givið LÍV betri innlit í, hvar størsta ávirkanin liggur, og hvørji øki kunnu mennast víðari komandi árini.

    Hetta er fyrstu ferð, vit hava savnað og skipað ESG-upplýsingar á hendan hátt, og hetta leggur samstundis eitt grundarlag fyri komandi málsetningum og víðari arbeiðið innanfyri burðardygd.

    Frágreiðingin kann lesast her:

  • Innkalling til eyka aðalfund í Ognarfelagnum LÍV

    Innkalling til eyka aðalfund í Ognarfelagnum LÍV

    Við hesum verður innkallað til eyka aðalfund í Ognarfelagnum LÍV hósdagin tann 28. mai 2026, kl. 12.30, á Hotel Hilton Garden Inn, Staravegur 13, 100 Tórshavn.

    Á skránni er: Viðtøkubroytingar.

    Innkomin uppskot til viðtøkubroytingar síggjast her.

    Til ber at tekna seg til eyka aðalfundin við at senda ein teldupost til ognarfelagid@liv.fo.

    Freist at boða frá luttøku til aðalfundin sambært § 6, stk. 2, í viðtøkum felagsins, er 20. mai kl. 12:30.

    Formansskapurin í Ognarfelagnum LÍV

  • Marknaðarkunning fyri mars 2026

    Marknaðarkunning fyri mars 2026

    Hvat er hent í mars og fram til hálvan apríl?

    Meðan altjóða partabrøv fullu við heili 5 prosentum í mars, er alt hetta fallið og meira enn tað vunnið
    innaftur fyrstu vikurnar í apríl, so altjóða partabrøv nú eru vaksin gott hálvttriðja prosent higartil í ár.
    Meðan orka og varlig partabrøv kláraðu seg best undir afturgongdini í mars og cyklisk partabrøv og
    tøknipartabrøv kláraðu seg ringast, so eru leiklutirnir øvugtir í apríl.

    Stuttfreistaðu renturnar eru hækkaðar nógv í ár og tær langfreistaðu nakað minni, og tí hava bæði
    stutt- og langfreistaðu lánsbrøvini negativt avkast upp á umleið -1 % higartil í ár. Vinnu- og
    hárentulánsbrøv hava fylgt við gongdini upp og niður á partabrævamarknaðinum síðani árslok, og tey
    liggja nú á tilsamans 0% í avkasti.
    Orkuprísirnir hækkaðu sera nógv í mars, meðan nógvir metallprísir – íroknað gull – fyrst fullu og síðani
    eru farnir uppaftur.

    Hví? Kríggið í Iran stýrir marknaðunum fullkomuliga – inntil nú

    Tíðindaflutningurin um gongdina í krígnum millum USA/Ísrael og Iran, broyting í oljuprísinum og
    váðametingarnar um stagflatión hava fullkomuliga stýrt øllum broytingum á altjóða fíggjarmarknaðum.
    Næstu vikurnar fara íleggjararnir helst eisini at hyggja neyvari at roknskapunum frá fyritøkum um allan
    heim, sum vísa, hvussu fíggjarliga gongdin hevur verið fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár. Hetta kann eisini
    ávirka kursirnar báðar vegir.

    Trý framlit um kríggið í Iran – íleggjararnir halla at teimum positivu
    Nógvir fíggjarstovnar arbeiða við ymsum – vanliga trimum – framlitum um, hvussu kríggið í Iran kann
    broytast. Tað er ymiskt frá fíggjarstovni til stovn, men framlitini eru nøkulunda endurgivin niðanfyri:

    1: Stigvís minking, skjótur bati

    Vápnahvíldin er frysta stigið til eina stigvísa minking. Flutningurin um Hormuz-sundið kemur í rættlag
    innan fyri ein mánað, oljuprísirnir eru støðugir á $80-90, partabrævamarknaðirnir og serliga
    partabrøvini, sum ávirkast lættliga av príslagnum, vaksa, renturnar fara niður og evran upp, men
    nervøsiteturin verður verandi orsakað av óttanum fyri, at stríðið herðist aftur.

    2: Framhaldandi avmarkingar, støðan batnar so líðandi

    Tað tekur fleiri mánaðir, áðrenn skipaferðslan er komin í rættlag, og Iran hevur framvegis tamarhald á
    Hormuz-sundinum, so óvissan er framvegis stór. Oljuprísirnir liggja um $110-120, miðbankarnir kunnu
    ikki lækka renturnar. Partabrøv kunnu fara upp, men bara eitt sindur og undir nógvari órógv og við
    hágóðskupartabrøvum í oddanum.

    Støða 3: Framhaldandi stríð og sundsstongsul


    Stríðið heldur fram, sundið verður verandi stongt í fleiri mánaðir afturat, oljuprísurin eksploderar upp í
    150-180 dollarar og darvar altjóða vøksturin munandi og fokus í fíggjarpolitikkinum fer frá at forða fyri
    inflatión til at stuðla vøkstri og størvum. Miðbankarnir lækka renturnar munandi, og íleggjarar fara eftir
    íløgum í afturgongd sum orku og defensivum partabrøvum, tryggum lánsbrøvum og USD og CHF.

    Positiva gongdin á marknaðunum vísir, at íleggjarar altjóða framvegis vænta støðu 1 og at vit tí hava
    havt tey ringastu kursfallini í hesum umfarinum.

  • Kunning um ársaðalfund í Ognarfelagnum LÍV 21. apríl 2026

    Kunning um ársaðalfund í Ognarfelagnum LÍV 21. apríl 2026

    Dagsskráin er sambært § 17 í viðtøkunum, sí her.

    Ársroknskapur til góðkenningar á ársaðalfundi kann síggjast her

    Innkomin uppskot til viðtøkubroytingar kann síggjast her.

  • Innkomin uppskot til viðtøkubroytingar

    Broyting í § 4

    Verandi orðing:

    “Allir tryggingartakarar og tryggjað sambært samlagstrygging hjá P/F Tryggingarfelagið LÍV ella feløgum tess eru limir í felagnum.

    Tryggingartakari og tryggjað sambært hesi grein eru øll tey, sum hava eitt tryggingarkundaforhold við eitt av feløgnum hjá P/F Tryggingarfelagnum LÍV hvønn tann 30.sept.”

    Uppskot til nýggja orðing:

    “Allir tryggingartakarar og tryggjað sambært samlagstrygging hjá P/F Tryggingarfelagið LÍV (LÍV2) eru limir í felagnum.

    Tryggingartakari og tryggjað sambært hesi grein eru øll tey, sum hava eitt tryggingarkundaforhold við P/F Tryggingarfelagið LÍV hvønn tann 30.sept.”

    Broyting í § 7, stk. 1

    Verandi orðing:

    “Stk. 1. Valt verður umboðsráð at taka avgerð felagsins vegna á aðalfundi felagsins. 35 umboðsráðslimir verða valdir av og millum limirnar í felagnum. Val er fjórða hvørt ár og allir 35 standa fyri vali, galdandi fyri val til Umboðsráðið aftaná 1.januar 2019.”

    Fyrra uppskot til nýggja orðing:

    “Stk. 1. Valt verður umboðsráð at taka avgerð felagsins vegna á aðalfundi felagsins. Í mesta lagi 35 umboðsráðslimir verða valdir av og millum limirnar í felagnum. Val er fjórða hvørt ár og allir 35 standa fyri vali, galdandi fyri val til Umboðsráðið aftaná 1.januar 2019.”

    Sostatt fellur § 7, stk. 2 burtur.

    Annað uppskot til nýggja orðing:

    “Stk. 1. Valt verður umboðsráð at taka avgerð felagsins vegna á aðalfundi felagsins. 35 umboðsráðslimir verða valdir av og millum limirnar í felagnum. Val er fjórða hvørt ár og allir 35 standa fyri vali, galdandi fyri val til Umboðsráðið aftaná 1.januar 2019. Av teimum meir enn 35, sum ikki eru vald í Umboðsráðið, eru tey at rokna sum eykavald í somu raðfylgju, sum tey hava fingið atkvøður til.”

    Nýggj § 7, stk. 4

    Uppskot til orðing:

    “Stk. 4. Umboðsráðið ásetur við einari reglugerð greiniligari reglur fyri starvi sínum. Reglurnar skulu í minsta lagi hava reglur um skipan av arbeiðnum í Umboðsráðnum, um fundir Umboðsráðsins, um trúnaðarskyldu og um gegni hjá umboðsfólkunum. Til at samtykkja og broyta reglugerðina krevst, at 2/3 meiriluti av øllum Umboðsráðnum.”

    Broyting í § 9, stk. 6

    Verandi orðing:

    “Stk. 6. Eru færri valevni uppstillað enn veljast skulu sambart § 7, stk. 1, verða teir vantandi umboðsráðslimirnir valdir av umboðsráðnum. Hettar verður fyriskipað á fyrsta fundi í nýggja umboðsráðnum.

    Uppskot til nýggja orðing:

    “Stk. 6. Eru færri enn 30 valevni uppstillað enn veljast skulu sambart § 7, stk. 1, verða vantandi umboðsráðslimirnir valdir av umboðsráðnum, soleiðis at umborðsráðið at byrja við verður mannað við í minsta lagi 30 umboðsráðslimum. Hetta verður fyriskipað á fyrsta fundi í nýggja umboðsráðnum.”

    Sambært § 19, stk. 2 í viðtøkum felagsins verður kravt, at í minsta lagi 2/3 av umboðsráðslimunum eru umboðaðir fyri at samtykkja uppskot til viðtøkubroytingar, og má viðtøka vera samtykt við minst 2/3 av greiddum atkvøðum.

  • Hug at gerast tryggingarnæmingur?

    Hug at gerast tryggingarnæmingur?

    Hug at gerast tryggingarnæmingur?

    Starvið

    Hevur tú hug at arbeiða við kundatænastu og vera við til at tryggja framtíðina hjá kundum okkara? Hevur tú somuleiðis hegni og áræði at læra? So er tað tær, vit leita eftir.

    Vit sóknast eftir næmingi, ið hevur gott yvirlit og samstundis dugir at fara niður í smálutir. Tín fremsti leiklutur verður at veita eina góða tænastu, bæði umvegis telefon, teldupost og persónliga.

    Umframt samskifti við kundar fert tú eisini at arbeiða við fyrisitingarligum uppgávum á deildini, sum til dømis at stovna nýggjar kundar og skráseta broytingar. Arbeiðið inniber eisini, at tú hevur lætt við at seta teg inn í nýggjar skipanir.

    Á LÍV arbeiða vit støðugt við at optimera arbeiðsgongdir og at gerast meira sjálvvirkandi, og hesum verður tú eisini partur av.

    Sum næmingur hjá okkum verður tú partur av kundadeildini, ið telur 13 fólk.

    Tað er ein treyt, at tú hevur miðnámsútbúgving.

    Vit vænta, at tær dámar væl at samstarva og samskifta, og at tú arbeiðir sjálvstøðugt. Tú trívist við bæði afturvendandi og nýggjum uppgávum. Tú setur eina æru í, at arbeiðið er væl úr hondum greitt, og ert sinnað/ur at arbeiða meira, tá nógv er at gera.

    Útbúgvingin

    Lærutíðin er tvey ár og byrjar 1. september 2026. Skúlagongdin er í Føroyum og er skipað í samstarv við Forsikringsakademiet. Tú kanst lesa meira um útbúgvingina og møguleikum fyri víðari lestri á www.foak.dk.

    LÍV

    LÍV samtakið fær árliga umleið 550 mió.kr. í inngjøldum frá fleiri enn 30.000 kundum. Á LÍV stremba vit eftir at veita kundum okkara eina dygdargóða tænastu.

    Vit stremba eftir at hava væl skikkað starvsfólk, sum verða førleikament eftir tørvi. Tú kemur at starvast saman við umleið 32 eldhugaðum starvsfelagum á skrivstovu okkara á Óðinshædd 11 í Tórshavn.

    Setanarviðurskifti

    Tú verður lønt/ur eftir sáttmála millum LÍV og YTF.  Á LÍV er full arbeiðsvika 35 tímar, umframt hálvan tíma døgurðasteðg. Góðar persónligar tryggingar er ein partur av setanini.

    Umsókn

    Umsókn saman við prógvum og lívsrensli skal sendast til starv@liv.fo í seinasta lagi fríggjadagin 8. mai 2026.

    Um tú hevur spurningar til starvið, kanst tú skriva til Sólvá Hjaltalin Olsen, kundaleiðara, á solva@liv.fo ella ringja á 231119.

  • INNKALLING – til ársaðalfund í Ognarfelagnum LÍV

    INNKALLING – til ársaðalfund í Ognarfelagnum LÍV

    INNKALLING – til ársaðalfund í Ognarfelagnum LÍV

    Við hesum verður innkallað til ársaðalfund hjá Ognarfelagnum LÍV týsdagin tann 21. apríl 2026, kl. 10.00, á Hotel Hilton Garden Inn, Staravegur 13, 100 Tórshavn.

    Dagsskráin er sambært § 17 í viðtøkunum.

    Høvuðsinnihald í innkomnum uppskotum til viðtøkubroytingar:

    • Broyting í § 4: Limir í Ognarfelagnum LÍV verða framyvir at rokna sum limir, einans um tey eru tryggingartakarar ella tryggjað í P/F Tryggingarfelagnum LÍV, í mun til áður at hava verið øll tey, sum hava eitt tryggingarkundaforhold við eitt av feløgunum hjá P/F Tryggingarfelagnum LÍV.
    • Broyting í § 7, stk. 1: At talið av umboðsráðslimum verður í mesta lagi 35 limir. Sostatt fellur § 7, stk. 2 burtur.
    • Broyting í § 7, stk. 1: Av teimum meir enn 35, sum ikki eru vald í Umboðsráðið, eru tey at rokna sum eykavald í somu raðfylgju, sum tey hava fingið atkvøður til.
    • Nýggj § 7, stk. 4: At Umboðsráðið skal áseta eina reglugerð fyri sítt arbeiði. Samtykt og broyting av reglugerðini krevur 2/3 meiriluta í Umboðsráðnum.
    • Broyting í § 9, stk. 6: Áseting av, at Umboðsráðið skal mannast við í minsta lagi 30 limum. Um færri enn 30 valevni eru uppstillaði, velur Umboðsráðið sjálvt vantandi limirnar.

    Til ber at tekna seg til aðalfundin við at senda ein teldupost til ognarfelagid@liv.fo. Freist at boða frá luttøku til aðalfundin sambært § 6, stk. 2, í viðtøkum felagsins, er 13. apríl kl. 10:00.

    Formansskapurin í Ognarfelagnum LÍV

  • Marknaðarkunning fyri februar 2026

    Marknaðarkunning fyri februar 2026

    Hvat er hent í februar?


    Altjóða partabrøv vuksu 2,1 % í februar, men við stórum sveiggjum (volatility). Nógv partabrøv
    høvdu daglig kurssveiggj upp á 5–10 %, sum er sjáldsamt. Snúningurin burtur frá USA og
    tøknipartabrøvum helt fram, men er síðani vendur aftur fyrst í mars, sum eisini hevur havt við
    sær týðilig fall í partabrævakursum. Eftir fleiri góðar mánaðir fullu donsk partabrøv heili 9 % í
    februar – fyrst og fremst orsakað av Novo.

    Renturnar fullu nakað í februar, og tað gav rímuliga góð avkøst á øll sløg av lánsbrøvum, men
    fyrst í mars er rentan hækkað nakað aftur, eins og dollarin er styrktur eftir eitt slakt tíðarbil.
    Oljuprísurin heldur fram við at vaksa, meðan prísurin á góð- og ídnaðarmálmi er lækkaður aftur,
    men sveiggjar ógvusliga á einum høgum støði. Kryptogjaldoyru halda fram við at lækka.

    Hví? Tøkni ófriður og kríggj í Miðeystri og vandi fyri búskaparligum stígi


    Fyrst gjørdu risastórar vitlíkisíløgur hjá tøknifyritøkum um seg á marknaðunum. Íleggjarar stúra
    fyri, um stóru íløgurnar eru lønandi. Um tær ikki eru, so kunnu nøkur av heimsins størstu
    partafeløgum koma í trupulleikar.

    Men í løtuni eru marknaðirnir í stóran mun stýrdir av gongdini í krígnum millum USA/Ísrael og
    Iran – og serliga av gongdini í oljuprísinum og vandanum fyri at búskaparvøksturin steðgar,
    samstundis sum inflatiónin hækkar.

    Geopolitiska órógvið rakar eisini fyrr ella seinni, har stór spekulatión er í marknaðinum og
    nógvar lánsfíggjaðar íløgur, sum, tá ið tær verða raktar av kursfalli, kunnu hava við sær tvingaðar
    sølur av øðrum íløgum fyri at dekka tapini. Tað kann aftur skapa enn fleiri kursfall. Størstu
    kursfallini á partabrøvum eru í Asia og Evropa, sum eisini eru nógv meira treytað av innfluttari
    orku enn USA, sum er sjálvveitandi. Nógv støðug og sokallað defensiv partabrøv innan fyri mat-
    og drykkivørur, heilsuøkið og veitingargeiran hava klárað órógvið best.

    Støðan í Miðeystri og ávirkan á fíggjarmarknaðirnar

    Fíggjarmarknaðirnir savna seg fyrst og fremst um, hvørja ávirkan kríggið kann hava á altjóða
    orkuprísirnar, men í grundini eisini á tøð og harvið matvøruprísirnar. Ein stórur partur av
    ráevnunum verður útvunnin í nærøkinum og skal flytast út gjøgnum Hormuz-sundið. Mett
    verður, at 20 prosent av altjóða oljuframleiðsluni og upp í 40 prosent av týdningarmestu
    ráevnunum til tøð verða flutt út gjøgnum hetta týdningarmikla sundið.

    Flestu geopolitiskir serfrøðingar og fíggjarstovnar vænta, at stríðið verður stutt og ávirkanin á
    olju- og gasprísirnar, partabrøv og rentur tí eisini verður stutt og avmarkað.

    Men dregur stríðið út ella fáa bardagarnir stóra ávirkan á týdningarmikið orku undirstøðukervi,
    sum avmarkar útboðið av til dømis olju ella flótandi gassi (LNG), kunnu oljuprísirnir skjótt vaksa
    upp í 100-120 dollarar fyri tunnuna. Tá tosa vit brádliga um álvarsligan stíg í heimsbúskapin – líkt
    búskaparliga stíginum eftir at Russland gjørdi innrás í Ukraina í 2022 og tær báðar
    oljukreppurnar í 1970’unum. Tað vil siga ein negativan stoyt, sum oyðileggur keypiorkuna hjá
    brúkaranum og fær búskaparvøkstin at steðga og samstundis inflatiónina at vaksa.

    Ein tílíkur skelkur er negativur fyri bæði partabrøv og lánsbrøv og fer serliga at raka hart í
    mongum londum í Evropa og Asia, meðan oljuframleiðarar sum Noreg, Brasilia og Rusland fara
    at vinna upp á tað. Tí savna øll seg í løtuni um gongdina í Miðeystri og serstakliga, hvat hendir við
    oljuprísinum.

  • Kunning um avkast

    Kunning um avkast

    2025 var avbjóðandi á fíggjarmarknaðinum


    Í 2025 var gongdin í næstan øllum íløgubólkum nøktandi.


    Verri gekst tó við altjóða partabrøvum, og av tí at hesin parturin er tann størsti, ávirkaði hann
    avkastið neiligt í 2025.


    LÍV verður samanborið við danskar eftirlønarkassar. Ein fortreyt fyri hesi samanbering er, at
    íløgusamansetingin hjá LÍV og donsku eftirlønarfeløgunum líkist. Tí fór LÍV fyri trimum árum
    síðani undir at dagføra íløguøkið, har útgangsstøðið fyri samanbering var tikið í einum kunda
    við miðalváða og meira enn 15 árum eftir til eftirlønaraldur.


    Um hugt verður at heildini, fluttu hesar broytingar úrslitið rætta vegin – serliga í 2024, tá ið
    avkastið hjá einum kunda við miðal váða var oman fyri 10%. Men í 2025 var gongdin í altjóða
    partabrøvum verri – millum annað tí at amerikanski dollarin viknaði lutfalsliga nógv. Tað
    ávirkaði avkastið í fjør, sum bleiv 1,77% fyri ein kunda við miðal váða. Tað er ikki nøktandi.


    LÍV eftirmetir mánaðarliga avkastið, og tí kemur avkastið í 2025 ikki óvart á felagið. Hendan
    vitanin hevur havt við sær, at LÍV hevur gjørt broytingar í íløgusamansetingini. M.a. er
    samansetingin í íløgubólkinum High Yield (virkislánsbrøv) broytt og tað hevði við sær, at LÍV í
    2025 harafturat fór at keypa passivar íløgugrunnar (index-fondar), sum fylgja marknaðinum,
    sum eisini partvís avdekka amerikanska gjaldoyraváðan.


    Íløgur í fastogn


    Seinastu árini hevur LÍV eisini gjørt íløgur í sokallaðar “alternativar íløgur”. Eitt nú í fastognir ella
    “Private Equity”. Sum einasta eftirlønarfelag í Føroyum byggir LÍV leiguíbúðir, men tað tekur
    langa tíð at fáa gongd á hetta slagið av íløgum, og tí raka tær altíð avkastið í byrjanini. Felagið
    hevur ein málsetning um at hava bygd umleið 100 leiguíbúðir fram til summarið 2027.
    Væntandi eru 64 útleigaðar í september 2026, meðan 22, sum eru bygdar saman við
    Bústøðum, hava verið á marknaðinum í eitt gott ár.

    Men hesar íløgurnar tryggja virðisøking á eftirlønaruppsparingunum í longdini og gagna
    føroyska samfelagnum, og tí fegnast LÍV um at vera virkin partur av føroyska
    bústaðarmarknaðinum.

    Grundleggjandi munir


    Gongdin í útvaldum íløgugrunnum í altjóða partabrøvum hevur ikki verið so góð, sum LÍV
    hevði væntað, og tað hevði við sær, at LÍV í 2025 harafturat fór at keypa passivar
    íløgugrunnar, sum fylgja marknaðinum.


    Men nakrir munir eru millum LÍV og donsku kappingarneytarnar. Tað vísir eftirmetingin í 2025
    og árunum frammanundan.


    Ein munur er, at donsku feløgini tryggja seg móti gjaldoyraváðanum í amerikanska
    dollaranum. Hendan leistin hevur LÍV ikki brúkt, tí hann hevur ein innbygdan kostnað. Fyrra
    hálvár 2025 merkti tað ein mun í avkastinum upp á 2,9%, samanborið við eitt felag, sum
    hevur tryggjað seg móti gjaldoyraváðanum.


    Ein annar munur er, at íløgurnar hjá LÍV ikki hava verið so nógv knýttar at M7-tøknipartabrøvunum.
    M7 stendur fyri the “Magnificent 7” og eru partabrøv í amerikonsku
    tøknifyritøkunum Alphabet, Amazon, Apple, Meta, Microsoft, Nvidia og Tesla, sum høvdu
    óvanliga stór avkøst í 2025.


    Hesi partabrøvini hava høgan váða, tí íløgurnar eru savnaðar á fáum fyritøkum. Tær eru meira
    enn ein triðingur av S&P 500-indeksinum, og um virðið á teimum minkar, kann tað raka hart.


    Samanumtikið má staðfestast, at árið 2025 ikki var nøktandi, men LÍV arbeiðir áhaldandi fyri
    at vera kappingarført við donsk eftirlønarfeløg, tá ið tað kemur til avkast og kostnað.