fo / en

Kunning um avgerð frá Tryggingareftirlitinum

LÍV hevur fingið boð frá Tryggingareftirlitinum í sambandi við, at tryggingar eru fluttar frá NordikLív til LÍV. Flytingin er liður í samstarvinum millum LÍV og Føroya Banka um persónstryggingar.

Tryggingareftirlitið vísir á, at ávís viðurskifti í sambandi við flytingina áttu at verið handfarin øðrvísi, og at kundarnir áttu at havt fingið greiðari kunning.

Endamálið hjá LÍV og NordikLív hevur frá byrjan verið, at kundarnir ikki skuldu verða verri stillaðir orsakað av flytingini. Tí eru treytir, sum NordikLív hevði, men sum LÍV ikki hevði frammanundan, settar í verk hjá LÍV. Samstundis eru treytirnar fyri Ávísar hættisligar sjúkur dagførdar og betraðar. Tað merkir, at allir kundar hjá LÍV, sum hava hesa trygging, nú hava fingið víðkaðan ella betri dekning á fleiri økjum.

Hesir kundar hava longu fingið kunning um munirnar millum treytirnar hjá LÍV og NordikLív. Lívrentukundarnir fáa í komandi vikunum serstaka kunning um tey viðurskifti, sum Tryggingareftirlitið hevur víst á.

LÍV tekur boðini til eftirtektar og tekur undir við, at tað hevur týdning, at kundar fáa greiða kunning í sambandi við broytingar í teirra tryggingarviðurskiftum.

Ert tú kundi hjá LÍV og hevur spurningar um tíni tryggingarviðurskifti, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Aðrar greinar