fo / en

Óarbeiðsføri

Bøt um fíggjarliga smeitin, skuldi vanlukkan hent

Fíggjarlig trygd, tá ið tú hevur brúk fyri henni

Hvussu skulu rokningar og aðrar útreiðslur gjaldast, um tú brádliga gerst óarbeiðsfør/ur?

Óarbeiðsføri kann raka títt fíggjarliga grundarlag sera meint. Tá ið skaðin er hendur, er tað ov seint at tryggja seg.
Við einari óarbeiðsføristrygging tryggjar tú teg og familju tíni fíggjarliga, um illa vil til.

Vit bjóða tær at tekna eina óarbeiðsføristrygging, sum við einum mánaðarligum útgjaldi kann bøta um fíggjarliga smeitin, um illa vil til.

Trygging við óarbeiðsføri kann teknast fram til 60 ára aldur.

Tryggingarskeiðið kann vera fram til 67 ára aldur.

Tú hevur rætt til hesa veiting, um arbeiðsorkan verður skerd við 2/3 ella meira. Útgjaldið byrjar 3 mánaðir eftir at óarbeiðsføri er staðfest.

Oyðublað at fylla út við fráboðan av óarbeiðsføri finnur tú undir her.

Hetta sendur tú okkum á liv@liv.fo

Óarbeiðsførisveiting

Tú hevur rætt til hesa veiting, um arbeiðsorkan verður skerd við 2/3 ella meira. Útgjaldið byrjar 3 mánaðir eftir at óarbeiðsføri er staðfest. Útgoldið verður so leingi óarbeiðsføri stendur við og tryggjaði er á lívi. Útgjaldið fellur tó burtur, tá avtala tryggingarskeiðið er lokið.
Árliga tryggingarupphæddin verður útgoldin í mánaðarligum veitingum.

Inngjaldstrygging

Inngjaldstrygging merkir, at LÍV rindar títt inngjald um arbeiðsorkan verður skerd við 2/3 ella meira. 3 mánaðir eftir, at óarbeiðsførið er staðfest, heldur LÍV fram við inngjaldinum so leingi óarbeiðsføri stendur við. Mesta longdin á hesum tíðarskeiði er í mun til gjørdu tryggingaravtaluna.
Tá vit hava móttikið tína áheitan, biðja vit um neyðugar upplýsingar hjá sjúkrahúsverkinum og/ella hjá tínum lækna soleiðis, at vit kunna viðgera málið.
Tú finnur áheitan um veiting undir oyðubløð.

Vit eru klár at hjálpa tær

Hevur tú spurningar ella ynskir tú ráðgeving,
so ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Send okkum eini boð á liv@liv.fo, ring til okkara á 31 11 11 ella rita inn á kundaportalin Mítt LÍV og send okkum eini boð.