fo / en

Lívstrygging

Flestu okkara eru sera umhugsin tá hús, bilur, innbúgv og aðrar ognir skulu tryggjast. Vit gloyma til tíðir at tryggja okkum sjálvi.

Lívstrygging

Vit gloyma til tíðir, at tað eru vit sum persónar, ið borga fyri teimum umstøðum vit liva í. Lívið kann brádliga hátta sær øðrvísi enn ætlað, fellur tú frá kann tað gerast ein dyggur, fíggjarligur smeitur fyri familjuna.

Ein lívstrygging tryggjar at tíni nærmastu eru fíggjarliga vard, skuldi tað óhugsandi hent.

Ein lívstrygging er sostatt ætlað teimum nærmastu at fóta sær fíggjarliga, um tú fellur frá áðrenn fylta 67 ár.

Goldið verður út til næsta avvarðandi, um ikki onnur skrivlig avtala er gjørd við LÍV. 

Útgjaldið er skattafrítt

Tilskilan

Tilskilanin ásetur, hvør ið hevur rættin til útgjaldið við deyða. 
Í flestu tryggingaravtalum er ásett, at tryggingarupphæddin í sambandi við deyða verður útgoldin til næsta avvarðandi, uttan so, at onnur skrivlig avtala er gjørd við LÍV. 

Kreditorverja

Kreditorverja: Verður útgoldið sambært tilskilan er útgjaldið kreditorvart. Hetta merkir, at goldið verður út til navngivnan móttakara, og at kreditorar ikki kunnu gera útlegg í útgjaldinum frá LÍV.

Undantikið er, um tú hevur sett inn búgvið undir tilskilan. Verður útgoldið til búgvið, er peningurin ikki kreditorvardur. 

Restskuldatryggingar: Her er eingin kreditorverja. Útgjaldið fellur til lán í peningastovni og veksur soleiðis um frívirðið av húsunum. Kreditorar kunnu gera krav galdandi mótir búnum, áðrenn hetta verður skift millum arvingar.

Økta frívirðið í húsunum, veksur eisini um arvalutin, sum eftirsitandi maki skal skifta við børn, um hetta ikki er avmarkað við testamenti ella møgleiki er fyri at sita í óskiftum búgvi.

Arvaavgjald

Við deyða rinda arvingar arvaavgjald av upphædd, ið verður útgoldin. Avgjaldið verður ásett eftir, hvussu nær arvingur er skyldur við ognaran. Arvaavgjaldsskipanin er samansett av fýra bólkum.

DØMI: Arvur á kr. 40.000, ið verður útgoldin til sambúgva, rindar 11,5 % í avgjaldi. Arvur, ið verður útgoldin til feløg o.tíl. rindar fast 10 % í arvaavgjaldi.
Nevndu upplýsingar eru vegleiðandi úr “Lov om arveafgift”, ið er galdandi fyri Føroyar.

Neyvari ásetingar fáast við at seta seg í samband við Skiftirættin, ið umsitur arvaavgjøld.

Les lógina her

Krosslívstrygging

Munurin á eini lívstrygging og eini krosslívstrygging er, at tann sum eigur tryggingina (tryggingartakari) fær útgjaldið frá tryggingini, um tann sum er tryggjaður (tryggjaði) fellur frá.
Arvingar kunna ikki mótmæla útgjaldinum og einki arvaavgjald skal rindast.

Hetta er kanska serliga viðkomandi fyri sambúgvar, tí eini við eini krosslívstrygging, tryggjað tit hvønn annan fíggjarliga um annar tykkara fellur frá. Møguligir arvingar kunna ikki mótmæla og so sleppur tú undan arvaavgjaldi, sum liggur ímillum 10-12% av útgjaldinum.

Ofta settir spurningar
Hvør kann tekna eina lívstrygging?

Ert tú millum 15 og 60 ár, so kanst tú kanst tekna eina lívstrygging hjá LÍV.

Fyri at lívstryggingin kann setast í gildið, so mást tú lúka heilsutreyturnar.

Fyri at tekna eina lívstrygging máa heilsuupplýsingar eisini latast saman við.

Tú finnur oyðublað at tekna lívstrygging á síðuni, tú kanst eisini trýsta á her.

Hvat hendur um eg felli frá?

Um tú fellur frá áðrenn fylta 67 ár, so vil lívstryggingin fara til tann/teir persónar sum standa sum tilskilaðir á tíni lívstrygging.

Við deyða rinda arvingar arvaavgjald av upphædd, ið verður útgoldin. Avgjaldið verður ásett eftir, hvussu nær arvingur er skyldur við ognaran.
Neyvari ásetingar fáast við at seta seg í samband við Skiftirættin, ið umsitur arvaavgjøld.

Hvat um eg verið skild/ur?

Um parlagið endar ella um tú verður skild/ur, so er umráðandi at kanna, hvør stendur sum tilskilaður á tíni lívstrygging.

Um so er, at tú ynskir at broyta tína tilskilan, eftir at parlagið er enda ella eftir hjúnarskilnað, so mást tú seta teg í samband við okkum.

Tú kanst lesa meira um tilskilan longri uppi, ella við at trýsta á her.

Tryggja teg og familju tína

Flestu lívstryggingar verða í dag
teknaðar sum samlagstrygging

Tá broytingar henda í tínum lívi, eigur tú at kannað eftir

um tryggingarnar framvegis standa mát við tørvin hjá tær

Hvør trygging er tann rætta fyri teg?

Tað er ymiskt hvør tørvurin er og hann kann broytast fleiri ferðir ígjøgnum lívi.
Fá eitt óbinandi prát við okkum um júst tín tørv.

DØMI 1

Mánaðarligt gjald kr. 162,50
Trygging fram til 67 1/2 ár

Upphædd við deyða

15-49 ár
500.000 kr.
50-54 ár
400.000 kr.
55-67 1/2 ár
300.000 kr.

Ávísar hættisligar sjúkur
til tín og børn undir 18 ár

Upphædd í einum
Kr. 125.000

DØMI 2

Mánaðarligt gjald kr. 262,50
Trygging fram til 67 1/2 ár

Upphædd við deyða

15-49 ár
1.000.000 kr.
50-54 ár
800.000 kr.
55-67 1/2 ár
600.000 kr.


Ávísar hættisligar sjúkur
til tín og børn undir 18 ár
Upphædd í einum
Kr. 125.000

DØMI 3

Mánaðarigt gjald kr. 548,50
Trygging fram til 67 1/2 ár

Upphædd við deyða

15-49 ár
750.000 kr.
50-54 ár
600.000 kr.
55-67 1/2 ár
450.000 kr.


Ávísar hættisligar sjúkur
til tín og børn undir 18 ár

Upphædd í einum
Kr. 125.000

Óarbeiðsføri
Árlig veiting
Kr. 80.000

Vit eru klár at hjálpa tær

Hevur tú spurningar ella ynskir tú ráðgeving,
so ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Send okkum eini boð á liv@liv.fo, ring til okkara á 31 11 11 ella
rita inn á kundaportalin Mítt LÍV og send okkum eini boð.