Tryggingarfelagið LÍV hevur longt stuðulsavtaluna við Rescue LÍV
Við nýggju avtaluni er LÍV framvegis høvuðsstuðul hjá Rescue LÍV.
Stuðuls- og samstarvsavtalan hevur til endamáls at stuðla virkseminum hjá bjarginarbátinum Rescue LÍV og tryggja, at raksturin av bátinum er í tryggari legu.
Nýggja avtalan er fyri árini 2027 og 2028.
Vit fegnast um at vera høvuðsstuðul og gleða okkum til eitt framhaldandi gott samstarv við Rescue LÍV.
Á myndini: Michael Thomsen, Rescue LÍV og Sólvá Hjaltalin Olsen, Kundastjóri á LÍV







