fo / en

Tað er altíð ein fyrimunur at seta seg inn í síni pensjónviðurskifti í góðari tíð

Henda framløgan er ætlað tær, sum nærkast pensjónsaldri

Tað er altíð ein fyrimunur seta seg inn í síni pensjónsviðurskifti í góðari tíð.

Tað vísir seg, at jú fyrr tú gevur tær far um, hvussu tú vilt skipa pensjónstilveruna, betri verða tínir førleikar – bæði fíggjarliga og heilsuliga.

Í filmsbrotinum greiðir ráðgevi okkara, Gunnvør Dam Jensen, frá, hvat ein pensjón er, og hvussu tú kanst fáa yvirlit yvir tína pensjón hjá LÍV. Vit vísa eisini, hvussu tú brúkar kundaportalin hjá LÍV til at síggja tínar uppsparingar og møguleikar.

Vit eru klár at hjálpa tær

Hevur tú spurningar ella ynskir tú ráðgeving,
so ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Send okkum eini boð á liv@liv.fo, ring til okkara á 31 11 11 ella rita inn á kundaportalin Mítt LÍV og send okkum eini boð.