fo / en

Innkomin uppskot til viðtøkubroytingar

Broyting í § 7, stk. 2

Verandi orðing:

Fer umboðsráðslimur frá, tekur tann limur, sum var uppstillaður til seinasta umboðsráðsval og var næstur vali, sæti í umboðsráðnum fyri restina av valskeiðinum hjá viðkomandi, sum fór frá. Letur hetta seg ikki gera, verður farið fram samsvarandi § 9, stk. 6.

Uppskot til nýggja orðing:

Fer umboðsráðslimur frá, tekur tann limur, sum var uppstillaður til seinasta umboðsráðsval og var næstur vali, sæti í umboðsráðnum fyri restina av valskeiðinum hjá viðkomandi, sum fór frá, tó bert um viðkomandi lýkur treytirnar í § 10. Letur hetta seg ikki gera, verður farið fram samsvarandi § 9, stk. 6.

Broyting í § 8, stk. 1

Verandi orðing:

Valið fer fram eftir reglum sum Umboðsráðið hevur samtykt.  Ásettar verða reglur um mannagongd fyri valinum, hvussu fráboðan av valevnum skal vera, og hvussu atkvøðugreiðslan fer fram.

Uppskot til nýggja orðing:

Valið fer fram elektroniskt eftir reglum sum Umboðsráðið hevur samtykt.  Ásettar verða reglur um mannagongd fyri valinum, hvussu fráboðan av valevnum skal vera, og hvussu elektroniska atkvøðugreiðslan fer fram. Herundir skal ásetast, hvussu samleikin hjá teimum, ið kunnu greiða atkvøðu verður váttaður, og hvussu trygd og trúnaður um atkvøðugreiðsluna verða tryggjað.

Broyting í § 10, stk. 1

Verandi orðing:

Valbær er øll, sum lúka tær vanligu treytirnar fyri atkvøðurætt, sbr. § 11.

Uppskot til nýggja orðing:

Valbær er øll, sum lúka tær vanligu treytirnar fyri atkvøðurætt, sbr. § 11, og sum hava fastan bústað í Føroyum.

Nýggj § 10, stk. 2

Uppskot til orðing:

Treytin um fastan bústað í Føroyum skal vera lokin, tá ið fráboðan um uppstilling verður latin, sbr. § 9, stk. 1, og alla tíðina, viðkomandi virkar sum umboðsráðslimur. Fastur bústaður verður staðfestur við skráseting í Landsfólkayvirlitinum.

Nýggj § 10, stk. 3

Uppskot til orðing:

Umboðsráðslimur, sum ikki longur hevur fastan bústað í Føroyum, skal leggja starv sítt sum umboðsráðslimur niður. Sætið verður sett sambært § 7, stk. 2.

Sambært § 19, stk. 2 í viðtøkum felagsins verður kravt, at í minsta lagi 2/3 av umboðsráðslimunum eru umboðaðir fyri at samtykkja uppskot til viðtøkubroytingar, og má viðtøka vera samtykt við minst 2/3 av greiddum atkvøðum.

Aðrar greinar