Aftur til yvirlit
Umboðsráðsvalið 2022
Búgvi Poulsen
Starvsheiti
Miðnámsskúlalærari
Aldur
49 ár
Bústaður
Tórshavn

Eg havi verið limur í umboðsráðnum hjá Lív tvey valskeið. Tað hevur týdning fyri meg, at okkara eftirløn verður væl umsitin og er kappingarfør. Lív hevur verið í eini tilgongd at umskipa røktina av eftirlønarmilliardunum hjá kundunum. Tað verður tí spennandi at síggja gongdina, nú nýggju røktararnir, sum hvør í sínum lagi, skuldu verið teir bestu á hvør sínum øki, fara til verka.

 

Nýggja skipanin, sum Lív hevur verið við at ment seinastu árini, er nú um at vera komin á mál. Skipanin gevur eftirlønarkundunum fleiri møguleikar, millum annað at fáa betri yvirlit yvir eftirlønina og at velja váðaprofil, og harvið eisini beinleiðis ávirkan á møguliga avkastið. Eisini hetta verður spennandi at fylgja í nærmastu framtíð.

 

Alt í alt eru týðandi broytingar farnar fram í Lív, sum betri brynja felagið til eina avbjoðandi framtíð.

 

Hesum vil eg fegin framhaldandi vera partur av, umboðandi  limirnar í Lív.