LÍV hevur seinastu fýra árini gjørt munandi íløgur í nútímansgerð av KT-skipanum, kundaportali og optimering av arbeiðsgongdum. Íløgurnar og umleggingarnar hava eydnast væl og hava seinastu árini bøtt munandi um rakstrarkostnaðirnar av felagnum.
Talan hevur verið um eina drúgva tilgongd, men talan er eisini um eina áhaldandi menning av skipanum, kundaportali og optimering av arbeiðsgongdum, sum kundin fer at fáa ágóðan av. Seinastu 10 árini er rakstrarkostnaðurin lækkaður við umleið 20%, meðan inngjaldið í sama tíðarskeið er økt við 240%.
Lækkað umsitingarkostnaðirnir enn meira
Í ár er umsitingarkostnaðurin av inngjøldum lækkaður úr 5 prosent niður í 4 prosent og fasti árligi kostnaðurin lækkaði við 40 prosentum, úr 300 krónum niður í 180 krónur.
Miðalkundin spardi við hesum árliga 680 krónur.
Umsøkn um at fáa trygging setta í gjaldskáa.
Tak frymil niður her:
Gjaldskái merkir, at tyggingarparturin er framhaldandi virkin í tíðarskeiðnum. Tryggingar- og umsitingargjaldið verður mótroknað í samansparda virðinum, tá gjaldskáin er lokin.
Gjaldskáin ávirkar sostatt útgjaldið við eftirlønaraldur. Gjaldskái kann játtast, tá tryggingin hevur verið virkin í eitt ár treyta av, at samansparda virðið er nóg høgt til at rinda fyri trygging og umsiting í tíðarskeiðnum, gjaldskáin verður veittur.
Gjaldskái kann í fyrstu atløgu játtast fyri eitt ár. Møguligt er at søkja um longdan gjaldskáa, tá fyrsta árið er lokið.
Víst verður til § 6, stk. 4 í “Almennar tryggingartreytir fyri P/F Tryggingarfelagið LÍV”.