fo / en

Tilskilan

Tilskilanin ásetur, hvør ið hevur rættin til útgjaldið við deyða. 

Hvat um tú brádliga fellur frá?

Tilskilanin ásetur, hvør ið hevur rættin til útgjaldið við deyða. 
Í flestu tryggingaravtalum er ásett, at tryggingarupphæddin í sambandi við deyða verður útgoldin til næsta avvarðandi, uttan so, at onnur skrivlig avtala er gjørd við LÍV. 

Møguleikar í sambandi við tilskilan:

”Næsti avvarðandi” er í fyrstu atløgu hjúnafelagin. Um eingin hjúnafelagi er, verður útgoldið til børn tryggingartakarans (lívsarvingar). Um eingi børn eru, verður útgoldið sambært testamenti. Er einki testamenti, verður útgoldið sambært arvalógini. 
(Ein sambúgvi er ikki fevndur av hugtakinum ‘næsti avvarðandi’)

At býta javnt millum børnini: Her verður útgoldið til børnini í eins stórum lutum. 

Sum tilskilað: Ynskir tú at tilskila t.d. sambúgva ella navngivin børn, verður skrivað navn og P-tal. Skal gjaldast út til meira enn ein persón, verður lutfallið tilskilað sum % av samlaðu upphæddini.

Búgvið: Tá verður útgoldið til deyðsbúgvið. Her er síðani møguleiki at ráða yvir upphæddini við testamenti. 

Gev gætur: Gamla avmarkingin í sambandi við tilskilan, sum avmarkaði skaran av persónum, sum kundu tilskilast – tá tú teknaði eina eftirløn við skattafrádrátti – er ikki galdandi longur. 

Nú kanst tú frítt áseta, hvør ella hvørji skulu standa sum tilskilað. Hetta er eisini galdandi, um tú ynskir at broyta eina tilskilan, sum er ásett undir gomlu ásetingunum.

Eru tit rætt tryggjað?

Eru tit rætt tryggjað, um lívið skuldi háttað seg øðrvísi enn ætlað?

Ognarmissur er harmiligur, men rakar ikki líka hart, sum um makin fellur frá.

Tað kann gerast ein dyggur fíggjarligur smeitur fyri familjuna.

Við eini tilskilan ásetir tú, hvør hevur rættin til útgjaldið, um tú brádliga skuldi farið hiðani.
Á kundaportalinum Mítt LÍV sært tú, hvør er skrásettur í tíni tilskilan.

Tú kanst broyta tína tilskilan her.

Hoyr um Jens og Kristinu:

Vit eru klár at hjálpa tær

Hevur tú spurningar ella ynskir tú ráðgeving,
so ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Send okkum eini boð á liv@liv.fo, ring til okkara á 31 11 11 ella rita inn á kundaportalin Mítt LÍV og send okkum eini boð.