LÍV+
Við einari LÍV+ kontu bjóða vit tær at økja um úrtøkuna við eftirlønaraldur.

LÍV+ er ætlað sum ískoytiseftirløn til okkara verandi og komandi kundar.
Ásetingar
  • Verður teknað sum ískoyti hjá okkara kundum, ið rinda minst 500 kr. um mánaðin til aðra eftirlønarskipan hjá LÍV.
  • Minsta mánaðarliga inngjaldið er kr. 300,-
  • Goldið verður inn umvegis Gjaldsskipanina.
  • Ókeypis stovnan.
  • Árligt umsitingargjald 0,5% av uppsparingini.
  • Goldið verður inn við skattaðum peningi.
  • Útgjaldið er skattafrítt.
  • Rentan verður tilskrivað mánaðarliga.
  • Verður útgoldið í einum við eftirlønaraldur.
  • Við deyða í inngjaldingartíðini verður saldan útgoldin óskerd til eftirsitandi.
  • Møguleiki fyri at taka peningin út eftir 60 ára aldur.
  • LÍV tilskilar sær rætt at broyta í ásettu íløgureglunum fyri LÍV+
Heysta tað tú sáddi

Uppsparingin verður rentað við marknaðarrentu. Her fært tú tann ágóða, sum marknaðurin gevur.

Í góðum tíðum fært tú allan ágóðan av góðu gongdini. Møguleiki er tó fyri negativum avkasti í ávísum tíðarskeiðum, tá tað gongur minni væl.

LÍV virkar við einar lívlagari skipan, sum merkir, at íløgurnar verða gjørdar við atliti til, hvussu stutt er eftir til tín eftirlønaraldur.

Ráðgevingin hjá LÍV er, at íløguváðin hjá tær skal minka so hvørt sum tú nærkast eftirlønaraldrinum og er hetta grundarlagið undir lívlagað skipanini hjá felagnum. LÍVlaga skipanin er samansett av tveimum íløgubólkum og er munurin millum bólkarnar býtið millum láns- og partabrøv.

Myndin til høgru vísur, at er aldurin 55 ár, so verður eftirlønaruppsparingin støðla í íløgubólkin “hægri váða”. Er aldurin hinvegin 64 ár, so fær kundin eitt vektað avkast millum íløgubólkarnar “hægri váða” og “lægri váða”.

Ein lívlagað eftirlønarskipan gevur betri møguleikar at tillaga íløguváðan til einstaka kundan fyri at fáa betri javnvág millum aldur og íløgváðan. 

Íløgupolitikkur felagsins er at spjaða íløgurnar soleiðis, at kundin ikki verður so meint raktur, um ein íløga ella íløguflokkur ikki gevur nøktandi avkast.

Ynskir tú eitt prát um tína fyrimunir við einari LÍV+ kontu, frætta vit fegin frá tær.

Set teg í samband við okkum umvegis telefon 31 11 11 ella liv@liv.fo.

Tú ert eisin vælkomin at støkka inn á gólvið til eitt óbindandi prát.

Ynskir tú at spara meira upp til eftirløn við LÍV+, kanst tú taka niður oyðublaðið, fylla út og senda til liv@liv.fo.

 

Skriva til okkara

Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, ert tú vælkomin at senda okkum eini boð.
Eisini ber til at ringja til okkum á tlf.: 31 11 11  ella støkka inn á gólvið.