fo / en

Stuðul

Tryggingarfelagið LÍV ynskir at stuðla tiltøkum/átøkum í Føroyum, sum hóska til okkara virksemi og har tað kemur báðum pørtum til góðar.
Herundir tiltøk/átøk ið menna og fremja heilsu og trivna.

Hetta kemur til sjóndar millum annað í stuðulsavtalunum ið vit hava.

Umsóknir skula lýsa tað í søkt verður til.
Her ynskja vit at vita hvat endamálið er við tiltakinum/átakinum, stuðulsupphæddina, hví tit meta LÍV er rætti stuðul til endamálið og hvønn ágóðan LÍV fær av at stuðla v.m.

Um umsóknin krevur nærri lýsing frættir tú frá okkum. 

Umsóknarfreistir 2025

31. januar
25.mars
23.mai
4. juli
25.september
28.november

Umsøkjarir fáa svar í seinasta lagi 2 vikur eftir at umsóknarfreistin er farin.
Er freistin farin forbí dato tá ið stuðul skal nýtast*, verður umsóknin ikki viðgjørd. Vit mæla tí til at senda umsóknina inn í góðari tíð.

*umsóknin skal lýsa hesi punkt.

Vit veita ikki stuðul til:

  • Námsferðir / Uttanlandsferðum
  • Tiltøk uttanfyri Føroyar
  • Rakstur til feløg
  • Kommunal tiltøk
  • Lokal ítróttarfeløg
  • Tónleikaútgávur
  • Filmverkætlanir

Soleiðis søkir tú um stuðul:

Bert skrivligar umsóknir vera viðgjørdar.
Tú kanst senda umsókn inn við at útfylla PDF skjal og senda tað til studul@liv.fo
ella við at senda ein teldupost har tú lýsir hesi punkt omanfyri.

Umsóknin skal lýsa hesi punkt:

  • Navn á felagi, stovni o.l.
  • Endamálið við tiltaki/átaki
  • Hví LÍV skal stuðla endamálinum
  • Hvønn ágóðan LÍV fær av at stuðla
  • Samlaður mettur kostnaður
  • Upphæddin søkt verður um
  • Nær skal stuðul nýtast (dato)*
  • Hvørjir aðrir møguligir stuðlar eru

Um umsóknin krevur nærri lýsing frættir tú frá okkum. 

LÍV eru høvuðsstuðul hjá: