Aftur til yvirlit
Umboðsráðsvalið 2022
Gudny Benjaminsdóttir
Starvsheiti
Bókhaldari
Aldur
65
Bústaður
Tórshavn

Fyrrverandi nevndarsessir:

Norðoya Fólkafloksfelag

Parkinsonfelagið

Megd

 

Vilt tú hava eina góða umboðan í Umboðsráðið hjá LÍV, sum kann vera við til at ávirka viðurskiftini hjá okkum, sum hava eftirløn og lívstryggingar hjá LÍV? Eg eri fús!

 

Í mínum starvi sum bókhaldari hjá Føroya Pedagogfelag seinastu 8 árini havi eg samskift nógv við starvsfólk hjá LÍV um tryggingar og eftirløn hjá okkara limum. Eg kenni til skipanina og meti meg hava rímiliga gott innlit í, hvat LÍV snýr seg um. Í mínum arbeiði kenni eg snávingasteinar, tryggingartakarin kann renna seg í.

 

Hetta ætli eg mær at arbeiða fyri

At eftirlønar- og tryggingarviðurskifti hjá okkum øllum altíð eru í tryggum hondum.

At kunningin til kundan er so greið og sjónlig sum gjørligt.

At umsitingargjaldið verður hildið á einum rímiligum støði.

At LÍV í mestan mun ger íløgur í grønar loysnir.

At LÍV ger íløgur í Føroyum, uttan at seta uppsparingina hjá okkum í váða.

At kundin fær eina góða og væl skipaða tænastu.

 

Har sum eg eri, eri eg ongantíð hálv. Um eg verði vald, fari eg at gera mítt til, at kundin er í miðdeplinum.

 

Gevur tú mær tína stemmu, fært tú eina virkna rødd.