Aftur til yvirlit
Umboðsráðsvalið 2022
Hanna í Horni
Starvsheiti
Fulltrúi
Aldur
48 ár
Bústaður
Tórshavn

Sum pensjónseigari hjá LÍV vil eg,

- at kappingarstøðan hjá LÍV áhaldandi verður styrkt, bæði við atliti til marknaðarpart, kostnaðarstøði og avkast

- at størri partur av kapitalinum hjá LÍV skal vera virkin í og gagna føroyska samfelagnum

- at LÍV skal verða meira virkið á føroyska bústaðarmarknaðinum

 

Sum næstforkvinna í nevndini í LÍV seinastu fimm árini umboðandi Umboðsráðið havi eg lagt stóran dent á, at avgerðir hava verið tiknar við atliti til áhugamálini hjá pensjónseigarunum. Umboðsráðið, sum rødd pensjónseigaranna í Tryggingarfelagnum LÍV, hevur tí stóran týdning, og tí velji eg at stilla upp aftur til Umboðsráðið.