Aftur til yvirlit
Umboðsráðsvalið 2022
Nikkil Heinesen
Starvsheiti
Námsfrøðingur
Aldur
36
Bústaður
Hoyvík

Eg vil við hesum bjóða meg fram sum umboð fyri teg í umboðsráðnum hjá LÍV.

 

Eg eri útbúgvin námsfrøðingur og havi í meiri enn 10 ár arbeitt í frítíðarskúla og ungdómshúsið. 

 

Í skjótt 8 ár, havi eg verið virkin í fakfelagsarbeiði, og tað er ígjøgnum hetta arbeiði, at áhugin fyri trygging, eftirløn og arbeiðsmarknaði sum heild, veruliga hevur vakt seg í mær.

 

Eg eri giftur við Randi og saman hava vit 3 børn og eru búsitandi í egnum húsum í Hoyvík.

 

Tað eg vil virka fyri:

·       Heldur lág umsitingargjøld, enn stór avlop á botnlinjuni - til frama fyri kundan.

·       Tryggingar skulu verða kappingarførar.

·       Íløgur sum LÍV ger, skulu verða burðardyggar og um umhugsaðar etiskt og moralskt.

·       Har LÍV hevur ognarpart, ella ger íløgur í t.d. hotel ella byggivirksemi, skulu allir galdandi sáttmálar á arbeiðsmarknaðinum verða hildnir.