Aftur til yvirlit
Umboðsráðsvalið 2022
Sigrid Jensdóttir Dalsgaard
Starvsheiti
Verkætlanarleiðari
Aldur
45 ár
Bústaður
Saltangará

Mín áhugi í at vera í umboðsráðnum kemst av, at eg meti, at tað verður avbjóðandi at savna nøktandi pension, nú pensiónin er forskatta. Eg havi áhuga í almennum málum, m.a. viðv. hvussu ójavnvág í arbeiðsmarknaðinum fylgir við inn í pensións-árini.

 

Eg eri útbúgvin byggiverkfrøðingur og cand.it. 

Eg starvist sum verkætlanarleiðari hjá Kommunufelagnum við verkætlan innan eldraøki. 

Eg geri íløgur í partabrøv privat og fylgi regluliga við marknaðinum.

Eg eri í nevnd fyri grunnin fyri Kvinnuhúsið, í nevnd hjá Kongshavnar kvinnufelag og í skúlastýrinum fyri Runavíkar kommunuskúla.