Aftur til yvirlit
Umboðsráðsvalið 2022
Svanna í Gong
Starvsheiti
Deildarleiðari/ teknmálstulkur
Aldur
38
Bústaður
Tórshavn

Eg  eri 38 ár, eigi tvey børn og eri úr Havn. Eg eri útbúgvin innan tænastubúðskap og eisini útbúgvin teknmálstulkur. Til dagligt eri eg deildarleiðari á deildini Tulking á Almannaverkinum. 
Eg havi altíð havt áhugað í nevndararbeiði, men eg havi ikki funnið útav akkurát hvar, eg skal seta mítt frámerki. Men nú vit eru í eini tíð, har pensjónir og uppsparingar verða nýttar sum íløgur í m.a. bygging og lán, so vil eg vera við í tilgongdini, og hava eina ávirkan í hvussu hetta verður gjørt á skilabesta hátt.

Sum umboðráðslimur ynski eg at tryggja at umsitingargjaldið fyri pensjónirnar er so lágt sum gjørligt, og at limirnir hervið fáa so nógv fyri gjaldið sum gjørligt.

Harafturat vil eg skipa fyri at limirnir koma til orðanna, við at tað verður skipað fyri eini nøgdsemiskanning millum limirnar í LÍV. Ein tílík kanning vil vísa hvussu nøgdir limirnir eru við LÌV og tænastuna sum heild, og hervið vil eg virka fyri at limirnir, teir ið eiga LÌV, verða enn nøgdari. Eisini tykist sum at vanligi borgarin, er ov lítið kunnaður um síni viðurskifti við Lív. Hetta vil eg eisini vera við at broyta.

So í stuttum ynski eg at  seta limin í fokus við gjøgnumskygni í mun til íløgur av pensjónini, møguleika at siga sína meining og vera við at skapa eitt enn betri LÌV.