Vit hava ENN einaferð megnað at seta umsitingarkostnaðin niður.
LÍV hevur sum aðalmál, at ágóðin hjá felagnum skal koma kundunum til góðar.
Felagið hevur seinnu árini bjóðað nógvum nýggjum kundum vælkomnum. Hetta ber við sær, at alt fleiri herðar eru at bera samlaðu byrðarnar.
Við útgangsstøði í góðu gongdini hevur felagið enn einaferð valt at lækka umsitingarkostnaðin fyri kundarnar hjá P/F Tryggingarfelagnum LÍV, sum hava marknaðarrentuskipan, talan er um kundar við uppsparing sum er stovnað eftir 2012.
Frá 1. januar 2025 lækkaði umsitingargjaldið av árliga inngjaldinum til eftirløn góð 16%. Umsitingarkostnaðurin av inngjaldinum lækkar úr 3% niður á 2,5%. Spardi umsitingarkostnaðurin verður lagdur afturat eftirlønaruppsparingini hjá kundanum, soleiðis at meira verður eftir til eftirlønina, tá ið kundin fer av arbeiðsmarknaðinum. Fasta árliga gjaldið verður óbroytt kr. 150.
Síðani 2016 er umsitingargjaldið av árliga inngjaldinum lækkað úr 6% niður á 2,5%, ímeðan árligi fasti kostnaðurin er lækkaður úr kr. 300 niður á kr. 150.
Alt gera vit, so tú kanst hugsavna teg um títt LÍV.
Tað er vorðið ENN bíligari at vera kundi í LÍV
20. januar 2025

Aðrar greinar

12. november 2026
Stilla upp til umboðsráðið
Stilla upp til Umboðsráðið hjá Ognarfelagnum LÍV Nú kanst tú mynda framt…
Les meira

23. oktober 2026
Tryggingarfelagið LÍV hevur longt stuðulsavtaluna við Rescue LÍV
Tryggingarfelagið LÍV hevur longt stuðulsavtaluna við Rescue LÍV Við nýgg…
Les meira

19. oktober 2026
Marknaðarkunning fyri september 2026
Hvat hendi í september? Altjóða partabrøv hækkaðu við 1% í september, og…
Les meira

8. oktober 2026
Stongt 9. oktober
Fríggjadagin 9. oktober er stongt vegna starvsfólkadag.Vit eru at hitta aftur …
Les meira


