Marknaðarinnlit – 1. ársfjórðing 2020

  • 16 Apr 2020
  • - LÍV

 

Corona!                                                   

Góða gongdin frá undanfarna ársfjórðingið helt fram til miðan februar, men hetta broytti Corona. Partabrøvini lækkaðu meira enn 25% frá toppinum í februar. Tó eru partabrøvini hækkaði eitt vet seinastu dagarnar.  

 

Heimsbúskapurin stendur fyri stórum avbjóðingum. 

Við ársbyrjan var Corona, ella COVID-19, ikki nakað, sum var innroknað í útlitini fyri heimsbúskapin. Men nú er tað eingin loyna, at Corona gevur búskaparligar avbjóðingar, sum man ikki kennir avleiðingarnar av.

 

Corona byrjaði sum ein heilsukreppa, men bleiv til eina búskaparkreppu. Orsøkin er tann, at øll tiltøkini, sum myndugleikarnir hava íverksett, ávirka búskapin. Tiltøkini eru m.a. at skúlar og dagstovnar stongja, fólk skulu halda frástøðu, luftferðslan tarnað, samhandil millum lond tarnaður og tænastufyritøkur (handlar, hárskerar, gistingarhús, kaffistovur osv.) stongja.

Avleiðingin er, at fyritøkur hava onga sølu, sum skal fíggja teirra útreiðslur. Um fyritøkurnar onga sølu hava, so verður eingin vøkstur og kunnu fyritøkurnar fara av knóranum, og harvið uppsiga starvsfólk, og vil arbeiðsloysið hækka, sum aftur vil ávirka søluna hjá fyritøkunum neiligt. 

Bæði eftirspurningurin og útboðið verður ávirkað av Corona. Eftirspurningurin vegna minkandi sølu og útboðið, tí fyritøkurnar kunnu ikki framleiða, tí starvsfólk skulu halda seg heima. Eisini er tað trupult at flyta vørur millum lond. 

 

Tað er nokk eingin loyna, at hetta verður avbjóðandi fyri heimsbúskapin. Avbjóðingin er m.a. tann, at eingin veit, hvussu leingi tiltøkini verða galdandi. Jú longri tiltøkini eru galdandi, jú størri verður avbjóðingin. Hetta kann fáa týdning,  um búskapurin kemur skjótt uppaftur, ella um tað kemur at taka ár, fyri at koma uppá sama støði aftur. 

 

Fyri at stuðla undir búskapin, so hava fleiri tjóð- og miðbankar lækkað leiðandi rentuna. Eisini hava somu bankar kunngjørt, at teir fara at keypa m.a. ríkis- og realkredittlánsbrøv. Hetta skal stuðla undir gjaldførinum í marknaðinum og at rentustøðið ikki hækkar, sum er neiligt fyri forbrúkaran og harvið búskapin. Bara í mars lækkaði amerikanski tjóðbankin leiðandi rentuna við 1,5%. 

Eisini hava fleiri lond íverksett hjálparpakkar, sum m.a. eru 5%, 10% ella 15% av BTÚ. Tað kann væntast, at fleiri hjálparpakkar verða kunngjørdir um støðan heldur fram. Hetta verður gjørt fyri at stuðla búskapinum, ella arbeiðsplássunum, so fyritøkurnar eru klárar at fara í gongd aftur, tá tiltøkini verða strikað. 

 

 

Áðrenn Corona var nógv skrivað um Brexit og handilskríggi millum Kina og Amerika. Tann 31. januar 2020 undirskrivaðu Stóra Bretland og ES eina exit-avtalu. Avbjóðingin verður nú at samráðast um ein nýggjan handilssáttmála. Amerika og Kina undirskrivaðu ”fase-1” avtaluna í januar. Eisini varð tosað um gera eina tíðarætlan fyri ”fase-2”. Men fyri bæði kann væntast, at Corona hevur eina neiliga ávirkan á tíðarætlanina. 

 

 

 

 

Avkastgongdin

Corona hevur verið neiligt fyri avkastið, har flestu íløgubólkar hava havt eina afturgongd. Tað er serliga partabrøvini og tey váðafúsu lánsbrøvini, sum hava verið hart rakt. 

 

Tá talan er um partabrøv, verður ofta sagt, at fyritøkurnar mugu avskriva 2020. Men sjálvt um 2020 verður avskrivað, so vænta fyritøkurnar framvegis at selja í 2021, 2022 osv., og tí er virðið á partabrøvunum ikki 0. Men tað er ymist, hvussu tær ymsu vinnugeirarnir eru raktir av Corona-kreppuni. Ferða- og orkuvinnan eru hart rakt. Men tað eru eisini vinnugeirar, sum kunnu vænta, at koma sterkari burturúr kreppuni. 

 

Váðafúsu lánsbrøvini eru lækkaði, tí íleggjarar óttast, at fyritøkurnar ikki megna at halda sínar avtalur. Tey tryggu lánsbrøvini vóru merkt av, at íleggjarar seldu tær íløgurnar, sum vóru lættast at selja. Men tey tryggu lánsbrøvini hava víst sítt virði í hesari kreppuni. 

 

Ein føroyskur íleggjari ávirkast eisini av gjaldoyragongdini. Niðanfyri er ein mynd av gongdini í partabrævinum hjá Bakkafrost, har bláa linjan er uppgjørd í norskum krónum, meðan appelsinguli liturin er uppgjørdur í donskum krónum. Tann grái vísir munin. Myndin vísir, at tá norska krónan kemur undir trýst (viknar), so versnar avkastið hjá føroyska íleggjaranum. Tað er tað, sum er hent í mars mánað. Tað skal leggjast afturat, at norska krónan kann eisini styrkna, sum er jaligt fyri føroyska íleggjaran. 

 

 

 

 

LÍV arbeiðir leypandi við at spjaða íløgurnar yvir fleiri íløgubólkar, so samlaði váðin á íløgunum minkar. Men tá talan er um pensjónsuppsparing, so er íløgutíðarskeiðið fyri tey flestu langt. LÍV hevur eina lívslaga skipan, sum minkar um váðan, jú tættari man kemur pensjónsaldrinum.

Um man hevur leypandi inngjøld, so kann man siga, at sjálvt um man hevur havt eitt tap, so verður keypt bíligt nú. Yvir eitt longri tíðarskeið, so kemur man at keypa dýrt og miðal, men yvir íløgutíðarskeiðið, so hevur man fingið miðal avkastið á marknaðinum. 

 

 

Komandi ársfjórðing

Enn hevur man ikki nakað endaligt yvirlit yvir avleiðingarnar av Corona. Enn veit man ikki, hvussu leingi tiltøkini verða galdandi. 

 

Komandi tíðina fara fyritøkurnar at kunngerða teirra roknskap fyri 1. ársfjóðring 2020, og teirra meting fyri árið. Nógvar fyritøkur hava avlýst at kunngerða teirra útlit, tí óvissan er so stór. Men væntandi fer man at síggja, at sølan fyri 1. ársfjórðing 2020 verður verri, um tað verður samanborið við undanfarnu ársfjórðingar. Fleiri hjálparpakkar eru kunngjørdir, sum vónandi fara at stuðla undir fyritøkunum. 

 

Fyri fíggjarmarknaðin hevur tað stóran týdning, at londini fáa stýr uppá útbreiðsluna av Corona. Óvissan um hvat hendir, og hvat fyri týdning Corona kemur at hava, er ikki gott fyri marknaðin. 

 

Búskaparliga óvissan er, hvussu búskapurin kemur fyri seg aftur aftaná kreppuna. Kemur búskapurin skjótt ella seint fyri seg. Her fáa hjálparpakkarnir týdning, og hvussu leingi tiltøkini eru galdandi. 

 

Eisini kann nevnast, at eygleiðarar fylgja gongdini í teimum londum, sum vóru fyrst rakt av Corona. Her hyggur man eftir, hvat londini hava gjørt, fyri at steðga útrbeiðsluni av Corona, og hvussu skjótt gongd kann koma á framleiðsluna í landinum aftur. Her verður serliga hugt eftir londunum í Asia. 

 

 

Óvissan um hvat hendir, og hvat fyri týdning Corona kemur at hava, er ikki gott fyri marknaðin.

Share on :