Tryggingarnæmingar til LÍV

  • 25 May 2019
  • - LÍV

Ynskir tú eina útbúgving innan trygging- og pensjón, so er tað kanska hjá LÍV, tú skalt gerast tryggingarnæmingur komandi tvey árini. Lærutíðin byrjar 1. september 2019.

Sum næmingur verður tú partur av kundadeild okkara. Útbúgvingin tekur tvey ár og gevur tær breiðan førleika innan tryggingar- og pensjónsøkið. Eftir lokna útbúgving sum tryggingarnæmingur eru góðir møguleikar fyri framhaldandi starvi og víðari útbúgving. 

Vit leita eftir næmingum sum brenna fyri at veita eina góða kundatænastu, eru nærlagdir og sum arbeiða sjálvstøðugt. Tað er ein fortreyt at hava miðnámsprógv. Er tað kanska tú? So send okkum eina umsókn, avrit av prógvum, CV og onnur skjøl til: liv@liv.fo

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 16. juni 2019. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. 

Hevur tú okkurt at spyrja um ert tú vælkomin at seta teg í samband við Brynhild Absalonsen, kundaleiðara, brynhild@liv.foella 231122. 

 

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 16. juni 2019.

Share on :