fo / en

Author: angela@liv.fo

  • Marknaðarkunning fyri november 2024

    Marknaðarkunning fyri november 2024

    Positiv november-avkøst
    Í november kastaðu altjóða partabrøv heili 7 prosent av sær, og eru tey harvið hækkað 26
    prosent síðani november í fjør. Amerikonsk partabrøv hækkaðu meira enn 10 prosent í
    november, millum annað orsakað av einum styrktum dollara, meðan donsk og norðurlendsk
    partabrøv og nýggir marknaðir lækkaðu. Nøkur av teimum, sum hækkaðu mest, vóru Small
    cap- og bankapartabrøv.
    Ógvuliga stórur munur hevur verið á toppi og botni á partabrævamarknaðunum í ár, og
    nøkur fá sera stór amerikonsk tøkni-partabrøv hava tikið tyngsta lessið. Orsakað av hesum
    hava nógvir íleggjarar heldur ikki í ár fingið marknaðaravkastið. Síðani í november í fjør hava
    amerikonsk partabrøv kastað 35 prosent av sær. Til samanberingar hava eitt nú tey donsku
    kastað 3 prosent av sær. Hetta er eitt søguligt eftirsleip og annað árið á rað, at donsk
    partabrøv liggja langt aftanfyri, eftir at hava kastað væl av sær í nógv ár.
    Eitt tíðarbil við hækkandi rentum bleiv í november avbrotið við rentulækking í Evropa og
    Danmark. Tað skapti góð avkøst á donskum lánsbrøvum, serstakliga teimum longu
    virðisbrøvunum, sum høvdu eitt avkast upp á 2½ prosent. Óbroytt rentuspenni og lækkandi
    rentur góvu eisini vinning á kreditt-lánsbrøvum í síðsta mánaði. Tilsamans hava lánsbrøvini
    kastað av sær 2-6 prosent síðani november í fjør, sum er stak gott.


    Hví? Lætti eftir valið í USA, trúgv upp á amerikanskt sjáldsemi
    Avkøstini í november koma fyrst og fremst av haldgóðum makrotølum úr USA og einum
    tryggum valsigri til Donald Trump. Harvið slapst undan drúgva valórógvinum, sum mong
    óttaðust fyri undan valinum. Góða gongdin við partabrøvum og bitcoin stendst væntandi av
    lægri vinnuskatti og lagaligari stýring av vinnulívinum og krypto-gjaldoyrum í 2025, eftir at
    Trump hevur tikið við sum forseti.
    Hálvvánalig vakstrartøl og politisk órógv í ES høvdu við sær rentulækking í Evropa, og at
    evran viknaði. Ótti fyri avleiðingunum av handilspolitikkinum hjá Trump næstu tíðina fingu
    eisini partabrævamarknaðirnar uttan fyri USA at vikna.
    Tað letur til, at Trump-valið og órógvin í Evropa hava sett ferð á leitanini eftir amerikonskum
    partabrøvum og trúnna upp á amerikanskt sjáldsemi – tað vil siga trúnna uppá, at
    amerikanskur búskapur og partabrøv eru sterkari enn restin av heiminum.
    Andsøgnin í hesum er, at um Trump førir ágangandi handilspolitikk, so fara ES og Kina ikki
    at hyggja tigandi at, men heldur leggja seg eftir at raka USA meint, sum átti at rakt
    partabrævamarknaðin.


    Øll bíða eftir Trump 20. januar 2025
    Øll bíða í spenningi eftir at vita, hvat slag av politikki Trump fer at føra, tá ið hann tekur við
    aftur sum forseti tann 20. januar 2025. Hugburðurin millum flestu serfrøðingar tykist vera, at
    einki er vist, tí Trump er kendur fyri at siga nógv, sum fer í ymsar ættir.
    Beint nú verður tosað um eina positiva støðu og eina negativa støðu í tíðini eftir 20. januar:

    • Positiv støða
    – Størri vøkstur og vinningur orsakað av lægri skatti í USA, minni
    inflatiónstrýst orsakað av størri amerikanskari oljuframleiðslu, avtala

    við Kina um handil og loysn upp á Ukraina
    • Negativ støða
    – Vaksandi rentur, størri inflatión, altjóða bústaðarmarknaðir serstakliga
    tann amerikanski og nýtsla, sum ávirkast lættliga av rentum, eru undir
    trýsti og veikari altjóða handil, tí handilsfelagarnir hjá USA svara aftur


    Eitt víðfevnt handilskríggj við høgum tolli á vørur úr Kina og ES fer at elva til størri inflatión
    og minni vøkstur í USA. Inflatiónin kann økjast við 2 prosentstigum, eins og vøksturin verður
    seinkaður, og tað hevur tí við sær, at búskaparligur stígur kemur í. Og so býttur er Trump
    ikki, meta nógvir íleggjarar. Tað fer kanska eisini at seta sínar avmarkingar, at veljararnir eru
    í móti vaksandi prísum, og at Kina kann koma við hørðum aftursvari.
    Hinvegin er stórur fíggindaskapur mótvegis Kina tvørtur um flokkar í USA, sum saman við tí,
    at Kina-atfinningarsami Peter Navarro er valdur upp í Trump-toymið, talar fyri einum
    bonskum arbeiðslagi mótvegis Kina.

  • LÍV hevur longt stuðulsavtaluna við Rescue LÍV

    LÍV hevur longt stuðulsavtaluna við Rescue LÍV

    Við nýggju avtaluni er LÍV framvegis høvuðsstuðul hjá Rescue LÍV.
    Stuðuls- og samstarvsavtalan hevur til endamáls at stuðla virkseminum hjá bjarginarbátinum Rescue LÍV og tryggja, at raksturin av bátinum er í tryggari legu.

    Nýggja avtalan er fyri árini 2025 og 2026.
    Vit fegnast um at vera høvuðsstuðul og gleða okkum til eitt framhaldandi gott samstarv við Rescue LÍV.

    Á myndini: Michael Thomsen, Rescue LÍV og Jan Jakobsen, LÍV

  • Havnar Handverkarafelag og LÍV hava gjørt nýggjan sáttmála

    Havnar Handverkarafelag og LÍV hava gjørt nýggjan sáttmála

    LÍV verður eisini samlagstryggingarveitari hjá Havnar Handverkarafelag næstu fimm árini. Tað er greitt, eftir at partarnir hava gjørt nýggjan sáttmála

    Havnar Handverkarafelag hevur havt útboð av sínum samlagstryggingarsáttmála, har felagið aftur hevur valt LÍV til sín veitara. Tað vil siga, at LÍV er tryggingarveitari hjá Havnar Handverkarafelagi og fýra øðrum feløgum, sum Havnar Handverkarafelag umboðar. Tey eru: Vágs Handverkarafelag, Tvøroyrar Handverkarafelag, Skála Handverkarafelag og Grafiska Yrkisfelagið.

    “Hetta frøast vit um á LÍV, tí hetta staðfestir, at LÍV er á rættari kós við kappingarførum prísum og tryggingum. LÍV sær fram til samstarvið næstu fimm árini og takkar fyri álitið okkum er litið upp í hendur” sigur Jan Jakobsen, stjóri á LÍV.

    Sáttmálin millum Havnar Handverkarafelag og LÍV er galdandi í fimm ár. Limirnir í Havnar Handverkarafelagi og hinum feløgunum fáa m.a. hesar tryggingar:

    –        við deyða

    –        við deyða hjá hjúnafelaga/sambúgva

    –        við ávísum hættisligum sjúkum hjá sær sjálvum ella børnum undir 21 ár

    –        hoyritól

    –        inngjaldstrygging

    –        Fulnaður fyri terminala sjúkuavgerð, sum fyrsta fakfelagið í Føroyum

    Samhaldsfasta skipanin tryggjar øllum limunum einfalda og ómaksleysa atgongd til tryggingar hjá feløgunum.

    “Eitt høvuðsendamál hjá felagnum er at veita limunum góð tryggingarviðurskifti. Hetta metir felagið seg hava nátt við nýggju avtaluni, sum eisini gevur limunum nýggjar møguleikar” sigur Eli Brimsvík, formaður í Havnar Handverkarafelag.

    Limirnir í Havnar Handverkarafelagi og hinum fýra feløgunum kunnu síggja sínar tryggingar við at innrita á kundaportalin MíttLÍV hjá LÍV við samleikanum.

    Sáttmálin er galdandi frá 1. januar 2025

  • LÍV ER HØVUÐSSTUÐUL HJÁ BÓKAKLUBBANUM Í FØROYUM

    LÍV ER HØVUÐSSTUÐUL HJÁ BÓKAKLUBBANUM Í FØROYUM

    LÍV og Bókaklubbin hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags skrivaðu í dag undir trý ára avtalu, sum inniber, at LÍV er høvuðsstuðul hjá Bókaklubbanum í Føroyum.

    Bókaklubbin arbeiðir miðvíst við at geva børnunum spennandi og viðkomadi bøkur á føroyskum máli.
    Sum limur í bókaklubbanum fær man átta bøkur um árið og fært tú altíð eina bók, sum hóskar júst til tín.
    Lesing er við til at stimbra málmenningina hjá børnum og hetta stuðlar bókaklubbin undir við frá ungum árum av og heilt upp til tannárini.
    Eins og lesing frá ungum árum er við til at menna málið, so er hetta eisini við til at betra um lesihugin, hugsavning, hugflogið og persónliga menning hjá børnum, hetta er ein av grundleggjandi pørtunum av trivnaði og heilsu hjá børnum.

    LÍV fegnast um at vera høvuðsstuðul hjá Bókaklubbaum í Føroyum og gleða vit okkum til eitt gott samstarv við Bókaklubban hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags.