fo / en

Author: angela@liv.fo

  • Kunning um avkast

    Kunning um avkast

    2025 var avbjóðandi á fíggjarmarknaðinum


    Í 2025 var gongdin í næstan øllum íløgubólkum nøktandi.


    Verri gekst tó við altjóða partabrøvum, og av tí at hesin parturin er tann størsti, ávirkaði hann
    avkastið neiligt í 2025.


    LÍV verður samanborið við danskar eftirlønarkassar. Ein fortreyt fyri hesi samanbering er, at
    íløgusamansetingin hjá LÍV og donsku eftirlønarfeløgunum líkist. Tí fór LÍV fyri trimum árum
    síðani undir at dagføra íløguøkið, har útgangsstøðið fyri samanbering var tikið í einum kunda
    við miðalváða og meira enn 15 árum eftir til eftirlønaraldur.


    Um hugt verður at heildini, fluttu hesar broytingar úrslitið rætta vegin – serliga í 2024, tá ið
    avkastið hjá einum kunda við miðal váða var oman fyri 10%. Men í 2025 var gongdin í altjóða
    partabrøvum verri – millum annað tí at amerikanski dollarin viknaði lutfalsliga nógv. Tað
    ávirkaði avkastið í fjør, sum bleiv 1,77% fyri ein kunda við miðal váða. Tað er ikki nøktandi.


    LÍV eftirmetir mánaðarliga avkastið, og tí kemur avkastið í 2025 ikki óvart á felagið. Hendan
    vitanin hevur havt við sær, at LÍV hevur gjørt broytingar í íløgusamansetingini. M.a. er
    samansetingin í íløgubólkinum High Yield (virkislánsbrøv) broytt og tað hevði við sær, at LÍV í
    2025 harafturat fór at keypa passivar íløgugrunnar (index-fondar), sum fylgja marknaðinum,
    sum eisini partvís avdekka amerikanska gjaldoyraváðan.


    Íløgur í fastogn


    Seinastu árini hevur LÍV eisini gjørt íløgur í sokallaðar “alternativar íløgur”. Eitt nú í fastognir ella
    “Private Equity”. Sum einasta eftirlønarfelag í Føroyum byggir LÍV leiguíbúðir, men tað tekur
    langa tíð at fáa gongd á hetta slagið av íløgum, og tí raka tær altíð avkastið í byrjanini. Felagið
    hevur ein málsetning um at hava bygd umleið 100 leiguíbúðir fram til summarið 2027.
    Væntandi eru 64 útleigaðar í september 2026, meðan 22, sum eru bygdar saman við
    Bústøðum, hava verið á marknaðinum í eitt gott ár.

    Men hesar íløgurnar tryggja virðisøking á eftirlønaruppsparingunum í longdini og gagna
    føroyska samfelagnum, og tí fegnast LÍV um at vera virkin partur av føroyska
    bústaðarmarknaðinum.

    Grundleggjandi munir


    Gongdin í útvaldum íløgugrunnum í altjóða partabrøvum hevur ikki verið so góð, sum LÍV
    hevði væntað, og tað hevði við sær, at LÍV í 2025 harafturat fór at keypa passivar
    íløgugrunnar, sum fylgja marknaðinum.


    Men nakrir munir eru millum LÍV og donsku kappingarneytarnar. Tað vísir eftirmetingin í 2025
    og árunum frammanundan.


    Ein munur er, at donsku feløgini tryggja seg móti gjaldoyraváðanum í amerikanska
    dollaranum. Hendan leistin hevur LÍV ikki brúkt, tí hann hevur ein innbygdan kostnað. Fyrra
    hálvár 2025 merkti tað ein mun í avkastinum upp á 2,9%, samanborið við eitt felag, sum
    hevur tryggjað seg móti gjaldoyraváðanum.


    Ein annar munur er, at íløgurnar hjá LÍV ikki hava verið so nógv knýttar at M7-tøknipartabrøvunum.
    M7 stendur fyri the “Magnificent 7” og eru partabrøv í amerikonsku
    tøknifyritøkunum Alphabet, Amazon, Apple, Meta, Microsoft, Nvidia og Tesla, sum høvdu
    óvanliga stór avkøst í 2025.


    Hesi partabrøvini hava høgan váða, tí íløgurnar eru savnaðar á fáum fyritøkum. Tær eru meira
    enn ein triðingur av S&P 500-indeksinum, og um virðið á teimum minkar, kann tað raka hart.


    Samanumtikið má staðfestast, at árið 2025 ikki var nøktandi, men LÍV arbeiðir áhaldandi fyri
    at vera kappingarført við donsk eftirlønarfeløg, tá ið tað kemur til avkast og kostnað.

  • Marknaðarkunning fyri Januar 2026

    Marknaðarkunning fyri Januar 2026

    Smá avkøst í januar
    Altjóða partabrøv hækkaðu 1,6 % í januar. Orsøkin er, at íleggjarar fluttu pengar sínar úr
    amerikonskum og tøkniligum partabrøvum og í staðin settu teir pengar í partabrøv í Emerging
    Markets, í smærri feløg og í vinnugreinar so sum orku, rávørur og ídnað.
    Donsk partabrøv kastaðu væl av sær triðja mánaðin á rað, men eru aftur fallin nakað fyrst í
    februar, tí nakað av órógv hevur verið á altjóða partabrævamarknaðinum.
    Øll lánsbrøv høvdu eisini smærri avkast í januar. Hinvegin fall dollarin nakað, samstundis sum
    oljuprísurin hækkaði. Prísirnir á fleiri gimsteinum og ídnaðarmetallum hildu fram at vaksa líka
    nógv, men seinastu vikurnar hava stór prísfall verið.


    Hví? Góð roknskapartøl, geopolitiskur friður og fallandi inflatión
    Teir fyrstu roknskapirnir úr USA, Asia og Evropa fyri fjórða ársfjórðing 2025 høvdu betri úrslit, enn
    væntað, og útlitini fyri 2026 eru somuleiðis nakað betri enn væntað.
    Harafturat framdi Trump enn ein sokallaðan TACO (Trump Always Chickens Out). Tað vil siga, at
    hann hótti við alskyns tiltøkum í sambandi við Grønland, Danmark og handil við ES – fyri síðani
    at taka hóttanirnar aftur. Hetta hevur skapt størri geopolitiskan frið. Tó fáa mongu álopini frá
    Trump á sameind hjá USA alsamt fleiri altjóða íleggjarar at venda USA og amerikonskum
    partabrøvum bakið.
    Inflatiónin í ES og USA helt fram við at minka tvørtur um ársskiftið, sum er gott fyri bæði
    lánsbræva- og partabrævamarknaðirnar.


    Meiri marknaðarófriður fyrst í februar – ófriður í tøknivinnuni
    Framúr góða gongdin á fíggjarmarknaðunum síðst í januar er vorðin ótryggari fyrst í februar.
    Prísurin á metalli er fallin nógv – serliga á silvuri og gulli – eisini á kryptogjaldoyra og mongum
    partabrøvum, serliga tøknipartabrøvum.
    Tríggjar orsøkir eru til hetta:

    • Ófriður í tøknivinnuni: Íleggjarar eru vorðnir ótryggir, tí tøknirisarnir gera munandi størri
      íløgur í vitlíki enn væntað. Tað sæst eisini aftur í nýggjastu roknskapunum. Eisini verður
      stúrt fyri, um vitlíkis-loysnir frameftir kunnu máa undan inntøkunum hjá softwarefeløgum.
    • Ivast í amerikanska búskapinum: Vánalig arbeiðsmarknaðartøl hesa vikuna hava sátt
      iva um styrkina í amerikanska búskapinum og harvið eisini um inntøkuútlitini hjá
      fyritøkum restina av 2026.
    • Sera bjartskygdir íleggjarar: Íleggjarar hava verið sera bjartskygdir, og nógvir hava tikið
      størri váða enn vanligt. Hesir íleggjarar hava verið noyddir til at lata onkur støð aftur og
      selja, og tað hevur elvt til víðari kursfall.

    Eingin veit, hvussu leingi marknaðarófriðurin heldur fram, ella hvussu stór ein møgulig
    afturgongd kann gerast. Afturgongdin kann eisini longu hæsa av næstu vikurnar.
    Næstu vikurnar fara íleggjarar serliga at fylgja við nýggjastu vakstrar- og inflatiónstølunum í USA,
    fleiri roknskapum og fráboðanum úr tøknivinnuni – og um Trump megnar at halda sær og ikki
    skapa nýggjan altjóða politiskan ófrið – eitt nú í sambandi við Iran

  • Enn og bíligari at vera kundi í LÍV

    Enn og bíligari at vera kundi í LÍV

    Tað er vorðið enn og bíligari at vera kundi í LÍV.

    LÍV hevur sum aðalmál, at ágóðin hjá felagnum skal koma kundunum til góðar.  
     
    Felagið hevur seinnu árini bjóðað nógvum nýggjum kundum vælkomnum. Hetta ber við sær, at alt fleiri herðar eru at bera samlaðu byrðarnar.
     
    Við útgangsstøði í góðu gongdini hevur felagið enn einaferð lækka umsitingarkostnaðin fyri kundarnar hjá P/F Tryggingarfelagnum LÍV, sum hava marknaðarrentuskipan. Talan er um kundar við uppsparing sum er stovnað eftir 2012.
     
    Frá 1. januar 2026 lækkaði umsitingargjaldið av árliga inngjaldinum til eftirløn 10%. Umsitingarkostnaðurin av inngjaldinum lækkar úr 2,5% niður á 2,25%. Spardi umsitingarkostnaðurin verður lagdur afturat eftirlønaruppsparingini hjá kundanum, soleiðis at meira verður eftir til eftirlønina, tá ið kundin fer av arbeiðsmarknaðinum. Fasta árliga gjaldið verður óbroytt kr. 150.
     
    Síðani 2016 er umsitingargjaldið av árliga inngjaldinum lækkað úr 6% niður á 2,25%, ímeðan árligi fasti kostnaðurin er lækkaður úr kr. 300 niður á kr. 150.

  • Marknaðarkunning fyri november 2025

    Marknaðarkunning fyri november 2025

    Nú er framgongd á bæði parta- og lánsbrøvum

    Meira órógv var á marknaðunum í november, men síðst í mánaðinum vendist afturgongd til
    framgongd, og tí fullu altjóða partabrøv bara 0,5 prosent. Síðani hesa tíðina í fjør hava altjóða
    partabrøv kastað av sær 8,2 prosent. Árið hevur aftur verið vánaligt í donskum partabrøvum,
    men tey batnaðu munandi í november og vuksu heili 3,7 prosent. Samlaði vøksturin síðani
    árslok er kortini bara 0,5 prosent, og tað kemst serliga av afturgongdini í Novo-partabrævinum.

    Áhugin fyri heilsu- og lívtøknipartabrøvum vaks nakað í november, men annars eru tað
    framvegis tey stóru Magnificent-7-partabrøvini, sum eru orsøk til framgongdina. Vælumtókt øki
    sum kvantum-tøkni, verja og kjarnorka fullu nógv og hava framvegis ikki heilt fótað sær fyrst í
    desember.

    Renturnar broyttust ikki nógv í síðsta mánaði, og tí vóru sveiggini í avkøstunum á teimum flestu
    lánsbrøvunum smá. Órógvið á marknaðunum hevði við sær lítla afturgongd á
    vinnulánsbrøvunum, sum kortini batnaðu, tá ið marknaðirnir fóru uppeftir aftur. Samanborið við
    hesa tíðina í fjør hava vinnulánsbrøv kastað 3,5 til 4,5 prosent av sær. Lánsbrøvini í
    hárentulondum høvdu positivt avkast og liggja hægst í ár við næstan 11 prosentum í avkasti.

    Dollarin fór upp, sum november leið, meðan krypto-gjaldoyru fullu nógv. Tó tykjast bæði at hava
    fótað sær fyrst í november. Nógvir rávøruprísir lækkaðu fyrst í november, men teir hava
    somuleiðis fótað sær aftur – tó ikki oljuprísirnir sum framvegis eru lágir.

    Hví? Stúran um vitlíki er skift út við bjartskygni um vøkstur
    Íleggjarar trúðu ikki heilt upp á haldførið í íløguvøkstrinum á vitlíkisøkinum í USA og óttaðust ein
    brásteðg. Men sum mánaðurin leið, bleiv stúranin skift út við vón um fleiri rentulækkingar frá
    amerikanska miðbankanum. Hetta hendi, tí fleiri leiðandi fólk í rentunevndini hjá miðbankanum
    lótu koma til sjóndar, at tørvur er á lægri rentum í USA, tí arbeiðsmarknaðurin er viknaður.

    Orsakað av skattalækkingum í USA og lagaligari fíggjarpolitikki í Evropa øktust væntanirnar til
    størri vøkstur fyrst í 2026. Hetta hevur somuleiðis bøtt um gongdina á partabræva- og
    vinnulánsbrævamarknaðunum, fingð dollaran at vikna og skapt áhuga fyri cykliskum
    partabrøvum og nógvum rávørum. Og harafturat hava hesi viðurskiftini eisini trýst renturnar eitt
    vet upp.

    Framtíðar spurningurin hjá íleggjarum er tí, um bjartskygnið um vøkstur og rentur heldur fram,
    ella um vaksandi inflatión ella minni vøkstur fara at oyðileggja núverandi góðu gongdina.

    Svartskygdir íleggjarar brúka ábendingar um ein enn veikari kinesiskan sethúsamarknað og sera
    lítlar ábendingar um amerikanska arbeiðsmarknaðin, sum tekin um at heimsbúskapurin ikki
    hevur tað so gott, sum tey bjartskygdu vilja vera við. Higartil sær vøksturin í vitlíkisíløgum út til at
    vaksa við somu ferð inn í 2026.

    Tí eru ábendingar um vøkstur í USA og Kina næstu tíðina og tekn frá miðbankunum um fleiri
    rentulækkingar ella steðg avgerandi næstu tíðina. ECB hevur víst, at tey eru væl nøgd við eina
    rentu upp á 2 prosent, meðan stór ósemja er um rentuna innanhýsis í amerikanska
    miðbankanum.

  • Barnabati

    Barnabati

    Vanliga lata vit øllum okkara samstarvsfeløgum eina jólagávu. Tað gera vit ikki í ár. 

    Í staðin verða okkara samstarvsfelagar partur av eini størri jólagávu. – Eini jólagávu, sum fer til tey, sum hava tað eitt sindur trupult á jólum.

    50.000 kr eru latnar til Barnabata. Hesin felagsskapur hjálpir barnafamiljum, sum eru fíggjarliga sperdar, og vit vóna, at okkara jólagáva lættir um og kann skapa gleði og ljós í hesi høgtíð.

  • 18 nýggjar leiguíbúðir í Runavík

    18 nýggjar leiguíbúðir í Runavík

    LÍV Fastogn gjørt avtalu um 18 nýggjar leiguíbúðir í miðbýarøkinum í Runavík

    LÍV Fastogn hevur gjørt avtalu við Sp/f Bryggjuna um at keypa byggiverkætlanina til Lon 1 í Runavík, umframt at avtala er gjørd við Sp/f Jóan Petur Vang um at byggja leiguíbúðir fyri LÍV Fastogn.

    Talan er um eina sera spennandi verkætlan mitt í hjartanum í Runavík, og verða tær 18 íbúðirnar væntandi klárar at flyta inn í á sumri 2027.

    LÍV samtakið arbeiðir miðvíst við at gera íløgur innan leiguíbúðarmarknaðin í Føroyum, og er avtalan um íbúðarverkætlanina í Runavík enn ein liður í hesum arbeiði.

    Hetta er triðja sjálvstøðuga íbúðarverkætlanin hjá LÍV Fastogn, og við hesi verkætlan verður LÍV Fastogn eigari av 104 leiguíbúðum í Føroyum.

    Hetta er eitt neyðugt stig, tí sambært Búskaparráðnum er bústaðartrotið í Føroyum vorðið ein týðandi fløskuhálsur, ið er við til at forða fyri framhaldandi fólka- og búskaparvøkstri.

    Á heysti 2026 verður møguligt hjá øllum at skriva seg á bíðilista. Grundað á, at íløgurnar eru gjørdar fyri eftirlønaruppsparing hjá kundunum hjá LÍV, fáa hesir eisini framíhjárætt til íbúðirnar.

    LÍV Fastogn er partur av LÍV og ger íløgur í íbúðir og aðra fastogn í Føroyum. Endamálið er at spjaða íløgurnar hjá kundunum og samstundis tryggja, at eftirlønaruppsparingin kemur kundunum og føroyska samfelagnum sum heild til góðar.

    Neyvari kunning um hesa og aðrar íbúðarverkætlanir hjá LÍV Fastogn er at finna á livfastogn.fo

  • Almenn móttøka

    Almenn móttøka

    Í sambandi við, at nýggi skrivstovubygningurin Óðinsbrú er tikin í brúk, verður almenn móttøka í nýggju hølunum.

    Móttøkan verður mánadagin 24. november 2025 kl. 15-17 í stásiligu hølunum á Óðinshædd 11, har ið høvi verður at vitja øll, sum hava leigað seg inn í bygningin.

    Nýggi bygningurin er í trimum hæddum: Á niðastu hædd húsast Norðoya Sparikassi og ein kontórfelagsskapur, har ið m.a. AKF og Howden Tryggingarmekling leiga. Á miðhæddini eru Arbeiðs- og brunaeftirlitið og Heilsustýrið. Á ovastu hædd hevur Tryggingarfelagið LÍV sítt høvuðssæti.

    Møguligar heilsanir kunnu sendast til Beran á kontu í Norðoya Sparikassa 9865-328-745-3.

    Øll eru hjartaliga vælkomin.

  • Marknaðarkunning fyri oktober 2025

    Marknaðarkunning fyri oktober 2025

    Framgongd í bæði parta- og lánsbrøvum í oktober

    Gongdin á partabrævamarknaðinum hevur verið góð síðani apríl, og hon helt fram í oktober við
    einum avkasti upp á heili fýra prosent. Síðani hesa tíðina í fjør eru altjóða partabrøv vaksin 8,8
    prosent. Hetta kemst serliga av framgongdini á partabrøvum frá nýggju marknaðunum, úr Japan
    og frá vitlíkis- og tøknivirðisbrøvum – herundir teimum stóru Magnificent-7-virðisbrøvunum í
    USA. Donsk partabrøv vuksu 3,5 prosent, men liggja framvegis nakað aftanfyri og eru negativ fyri
    alt árið – serliga orsakað av afturgongdini í Novo-partabrævinum. Ikki-váðafúsu partabrøvini eru
    eisini sum heild nakað aftan fyri marknaðargongdina, tó ikki heilsupartabrøv, sum íleggjarar
    tykjast at gerast meira áhugaðir í.

    Rentufall í USA elvdi til smá positiv avkøst á lánsbrøvum í oktober – bæði á stats-, realkreditt- og
    vinnulánsbrøvum. Bestu avkøstini vóru tó enn einaferð á lánsbrøvum í hárentulondum. Avkastið
    í oktober er 1,9 prosent, og tað er 10,6 prosent samanborið við hesa tíðina í fjør.

    Prísurin á málmi setti nýtt met í oktober, men kúvendi síðani og endaði við at falla síðst í
    mánaðinum saman við kryptogjaldoyrum. Oljuprísirnir hildu seg lágar, meðan dollarin styrktiskt.

    Hví? Nøktandi roknskapir, vitlíkis-ovfarakæti, handilslig vápnahvíld og vendingar

    Nógvir haldgóðir roknskapir í triðja ársfjórðingi gjørdu sítt til at varðveita góðu gongdina á
    partabrævamarknaðunum. Og trúgvin upp á uppgongutíðirnar í vitlíkisvinnuni varð staðfest við
    uppaftur størri íløguætlanum í seinastu roknskapunum hjá amerikonsku tøkni-risunum.
    Árslanga vápnahvíldin í handilskrígnum millum USA og Kina ger eisini mun rætta vegin.

    Seinastu vikurnar hava stórar og nógvar lánsfíggjaðar íløgur hjá privatum íleggjarum verið
    stongdar, og tað hevur skapt nakað av óvissu á partabrævamarknaðinum. Og færri positiv tekin
    frá amerikanska miðbankanum hava eisini gjørt sítt. Formaðurin í miðbankanum Jerome Powell
    gevur greiðar ábendingar um, at hann heldur, at íleggjararnir vænta í so nógvar rentulækkingar
    frá Fed’s komandi árið.

    Stongsulin í amerikanska statskassanum elvir til, at fleiri týdningarmikil búskaparlig lyklatøl,
    sum kunnu siga nakað um, hvussu gongdin í USA er, koma seinni út.

    Hóast óvissin er vorðin størri, trúgva tey flestu framvegis upp á eina lagaliga lending sum
    makrostøðu. Tað er tann sokallað “Gull-lokk” støðan, har talan er um góða gongd við bæði
    parta- og lánsbrøvum.

    Íleggjararnir fara tí at halda eyga við, um vaksandi inflatión ella minkandi vøkstur fara at
    oyðileggja núverandi góðu gongdina.

  • Skráset teg innan 10. oktober

    Skráset teg innan 10. oktober

    Bíðilistin er nú opin til íbúðirnar við Sandin í Klaksvík og á Hamrinum á Argjum.

    Skráset teg á bíðilistan innan 10. oktober.
    Vit kasta lut um raðfylgju millum tey, ið skriva seg á bíðilistan millum 2.-10. oktober.
    Tey, sum tekna seg eftir hetta, koma á bíðilistan í somu raðfylgju, sum tey hava teknað seg.

    Skráset teg á www.livfastogn.fo

    • Kundar, ið hava LÍV sum sín høvuðseftirlønarveitara, hava framíhjárætt til íbúðirnar.
      Hetta merkir, at tú skalt hava fingið útgjald ella goldið eftirløn inn til LÍV í seinasta lagi frá mánaðarskiftinum nov./des. 2025.
      Gev gætur, at um hetta bert er eftirløn av einum eykaarbeiði, fært tú ikki framíhjárætt.
    • Vilt tú hava framíhjárætt? Upplýs arbeiðsgevaranum hetta kontunummar: 9181-478.898.4.
      Ivast tú í, hvussu hetta ávirkar tínar persónstryggingar hjá verandi veitara? Vend tær til LÍV á 31 11 11, og vit hjálpa tær.

  • Kundar hjá LÍV fáa nýggjar bústaðarmøguleikar

    Kundar hjá LÍV fáa nýggjar bústaðarmøguleikar

    LÍV Fastogn, sum er partur av LÍV, er farið undir tvær bústaðarverkætlanir: onnur á Hamrinum á Argjum og hin við Sandin í Klaksvík. Kunningarfundir um bygningarnar eru settir á skrá í næstu viku.

    Talan er um nútímans leiguíbúðir, ið verða ætlaðar kundum hjá LÍV. Íbúðirnar verða klárar á sumri næsta ár. Allir kundar kunnu tekna seg til eina íbúð, men tað verður gjørt vart við, at eftirlønarkundar hjá LÍV, sum hava goldið inn regluliga ella nú fáa eftirløn útgoldna, hava framíhjárætt.

    Endamálið hjá LÍV Fastogn er at spjaða íløgurnar hjá kundunum og samstundis tryggja, at eftirlønaruppsparingin kemur kundunum og samfelagnum yvirhøvur til góðar.

    Lýsing av bústaðarverkætlanunum

    • Hamarin á Argjum: Tríggir bygningar í fýra hæddum við í alt 33 íbúðum. Íbúðirnar eru millum 105 og 120 brutto m² við ymiskum rúmmøguleikum. Harumframt verður eitt felagshøli til íbúgvarnar.
    • Við Sandin í Klaksvík: Ein bygningur í fýra og fimm hæddum við í alt 3.041 m² býtt upp í íbúðir á 56 til 105 brutto m².

    Kunnandi tiltøk

    LÍV Fastogn býður øllum áhugaðum, sum vilja frætta nærri um bústaðarverkætlanirnar, á kunningarfund í viku 40:

    • 2. oktober kl. 18-19
      Kunningarfundur um bygningin Við Sandin í Klaksvík verður í Varpinum. 
    • 3. oktober kl. 18-19
      Kunningarfundur um bygningin á Hamrinum á Argjum verður í Hotel Hilton í Havn.

    Tilmelding krevst fyri at koma á kunningarfund.
    Sí meira á heimasíðuni www.livfastogn.fo