UMBOÐSRÁÐSVALIÐ 2019
- 08 Nov 2018
- - LÍV
Vit sóknast eftir 35 umboðsráðslimum
Hevur tú hug at mynda framtíðina hjá størsta lívstryggingar- og pensjónsfelag í Føroyum, stendur tær í boði, at gerast valevni til umboðsráðið hjá Ognarfelagnum LÍV.
Ognarfelagið eigur 50% av Pf.LÍV Holding.
Ásetingar í sambandi við uppstilling:
* Tú ert limur í LÍV
* Hevur 5 stillarar
* Ert ikki í starvi ella nevnd/umboðsráði hjá fyritøku, sum kappast við LÍV.
Ynskir tú at bjóða teg fram sum valevni, er freistin 1. desember 2018.
Uppstillingarskjalið er at finna á www.liv.fo/URV2019
Her finnur tú eisini upplýsingar og neyvari ásetingar í sambandi við valið.
Tú ert eisini vælkomin inn á gólvið hjá LÍV at heinta uppstillingarskjalið.
Umboðsráðsvalið fer fram í tíðarskeiðnum 4. - 25. januar 2019.
Hug at. mynda framtíðina hjá størsta lívstryggingar- og pensjónsfelag í Føroyum?
http://www.liv.fo/URV2019