Vit hava ENN einaferð megnað at seta umsitingarkostnaðin niður.
LÍV hevur sum aðalmál, at ágóðin hjá felagnum skal koma kundunum til góðar.
Felagið hevur seinnu árini bjóðað nógvum nýggjum kundum vælkomnum. Hetta ber við sær, at alt fleiri herðar eru at bera samlaðu byrðarnar.
Við útgangsstøði í góðu gongdini hevur felagið enn einaferð valt at lækka umsitingarkostnaðin fyri kundarnar hjá P/F Tryggingarfelagnum LÍV, sum hava marknaðarrentuskipan, talan er um kundar við uppsparing sum er stovnað eftir 2012.
Frá 1. januar 2025 lækkaði umsitingargjaldið av árliga inngjaldinum til eftirløn góð 16%. Umsitingarkostnaðurin av inngjaldinum lækkar úr 3% niður á 2,5%. Spardi umsitingarkostnaðurin verður lagdur afturat eftirlønaruppsparingini hjá kundanum, soleiðis at meira verður eftir til eftirlønina, tá ið kundin fer av arbeiðsmarknaðinum. Fasta árliga gjaldið verður óbroytt kr. 150.
Síðani 2016 er umsitingargjaldið av árliga inngjaldinum lækkað úr 6% niður á 2,5%, ímeðan árligi fasti kostnaðurin er lækkaður úr kr. 300 niður á kr. 150.
Alt gera vit, so tú kanst hugsavna teg um títt LÍV.
Tað er vorðið ENN bíligari at vera kundi í LÍV
20. januar 2025

Aðrar greinar

10. apríl 2025
Marknaðarkunning fyri mars 2025
Ógvuslig partabræva- og rentuføll í mars og fyrst í apríl Altjóða partab…
Les meira

28. mars 2025
INNKALLING – til ársaðalfund í Umboðsráðnum LÍV
INNKALLING – til ársaðalfund í Umboðsráðnum LÍV (Ognarfelagið LÍV…
Les meira

28. mars 2025
Set dám á nýggja bygningin á Óðinshædd
Í næstum flyta vit í nýtt høvuðssæti á Óðinshædd. Tí skipa vit fyri …
Les meira

21. mars 2025
Eru tit rætt tryggjað?
Eru tit rætt tryggjað, um lívið skuldi háttað seg øðrvísi enn ætlað? …
Les meira