Vit hava ENN einaferð megnað at seta umsitingarkostnaðin niður.
LÍV hevur sum aðalmál, at ágóðin hjá felagnum skal koma kundunum til góðar.
Felagið hevur seinnu árini bjóðað nógvum nýggjum kundum vælkomnum. Hetta ber við sær, at alt fleiri herðar eru at bera samlaðu byrðarnar.
Við útgangsstøði í góðu gongdini hevur felagið enn einaferð valt at lækka umsitingarkostnaðin fyri kundarnar hjá P/F Tryggingarfelagnum LÍV, sum hava marknaðarrentuskipan, talan er um kundar við uppsparing sum er stovnað eftir 2012.
Frá 1. januar 2025 lækkaði umsitingargjaldið av árliga inngjaldinum til eftirløn góð 16%. Umsitingarkostnaðurin av inngjaldinum lækkar úr 3% niður á 2,5%. Spardi umsitingarkostnaðurin verður lagdur afturat eftirlønaruppsparingini hjá kundanum, soleiðis at meira verður eftir til eftirlønina, tá ið kundin fer av arbeiðsmarknaðinum. Fasta árliga gjaldið verður óbroytt kr. 150.
Síðani 2016 er umsitingargjaldið av árliga inngjaldinum lækkað úr 6% niður á 2,5%, ímeðan árligi fasti kostnaðurin er lækkaður úr kr. 300 niður á kr. 150.
Alt gera vit, so tú kanst hugsavna teg um títt LÍV.
Tað er vorðið ENN bíligari at vera kundi í LÍV
20. januar 2025

Aðrar greinar

23. mars 2026
Marknaðarkunning fyri februar 2026
Hvat er hent í februar? Altjóða partabrøv vuksu 2,1 % í februar, men við s…
Les meira

10. mars 2026
Kunning um avkast
2025 var avbjóðandi á fíggjarmarknaðinum Í 2025 var gongdin í næstan øl…
Les meira

16. desember 2025
Marknaðarkunning fyri november 2025
Nú er framgongd á bæði parta- og lánsbrøvum Meira órógv var á marknaðu…
Les meira

15. september 2025
Marknaðarkunning fyri august 2025
Friðarligur august við lítlum, positivum avkøstum Í august vóru kursbroyti…
Les meira


