
Vit søkja
fíggjarstjóra
Vit søkja eftir einum strategiskum og framfýsnum fíggjarstjóra, sum kann styrkja strategisku støðuna hjá felagnum.
Tú verður partur av leiðslutoyminum á 4 fólk og fært ein avgerandi leiklut í at tryggja fíggjarligt haldføri og at gagnnýta talgildu menningina, sum felagið fer at uppraðfesta, kjølfest í fíggjardeildini.
Fíggjardeildin fevnir um roknskap, aktuariat og sum nýtt virkisøki: KT-menning. Deildin verður víðkað og umskipað fyri at styrkja bæði fakliga dygd og talgilda framdrift. Tú verður ein virkin partur av hesi tilgongd og kemur at hava yvirskipaðu ábyrgdina saman við einum góðum starvsfólkatoymi.
Leiðsluøkið
Sum fíggjarstjóri hevur tú yvirskipaða ábyrgd fyri:
- Fíggjarligari stýring, roknskapi og rapporteringum hjá felagnum og samtakinum
- Gjaldføri, regluligum uppgerðum og eftirlitskrøvum
- Aktuarvirkseminum í tøttum samstarvi við felagsins ábyrgdarhavandi aktuar og starvsfólkatoyminum
- KT- og menningartoyminum (íroknað KT trygd og KT hardware), har dentur fer at verða lagdur á talgilda menning og at optimera arbeiðsgongdir
Høvuðsuppgávur
Tínar uppgávur fevna m.a. um:
- At leiða og menna fíggjardeildina, sum fevnir um roknskap, aktuarar og KT-menning
- At tryggja haldgóðan og rættstundis roknskap fyri felagið og dótturfeløg
- At styrkja rapporteringar, stýring og uppfylging av fíggjarligum lyklatølum
- At tryggja uppgerðir av gjaldførisskrøvum og regluligar uppgerðir í hesum sambandi
- At leiða KT- og talgildingarátøk, sum betra virknið og økja kundatænastuna
- At menna KT-skipanir soleiðis, at meira tíð verður til kundaráðgeving og virðisskapandi virksemi hjá kundaráðgevunum
- At tryggja KT-trygd og støðugan rakstur
At vera strategiskur hugskotskveikjari hjá stjórn og nevnd
Fólk og skipan
Á fíggjardeildini starvast 9 starvsfólk í dag.
Tú fært leiðsluábyrgd fyri hesi eind og skalt vera við til at byggja eina sterka og framtíðartryggjaða deild, sum stuðlar upp undir eina sterka kundakenslu.
Vit vænta, at tú hevur
- Hægri útbúgving innan fígging, búskap, roknskap ella líknandi
- Sterkar leiðsluroyndir, gjarna frá fíggjar-, tryggingar- ella pensjónsvinnuni
- Royndir við fíggjarligari stýring og rapporteringum
- Kunnleika um og áhuga fyri KT og talgilding – tú skalt ikki vera menningarfólk, men skilja møguleikarnar og stuðla upp undir at fáa hesar framdar í verki
- Hevur gott strategiskt yvirlit og evni at eyðmerkja og gagnnýta møguleikar bæði í menniskjaligum førleikum og tøkniligari menning
- Góð samstarvsevni og evni at skapa úrslit saman við øðrum
Vit bjóða
- Møguleika at mynda bæði fíggjarliga og talgilda menning
- Eitt professionelt arbeiðsumhvørvi við dugnaligum starvsfólki
- Ein deild í menning, har tú fært stórt ávirkan á dagliga raksturin og menningarmøguleikar
Umsókn
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jan Jakobsen, stjóra, telefon 23 11 10 ella skriva til jan.jakobsen@liv.fo ella ringja til nevndarformannin Árna Ellefsen, telefon 53 07 24.
Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Freistin at søkja er 18. mai 2026 kl. 16:00
Vit gleða okkum at frætta frá tær.


