fo / en

Marknaðarkunning fyri juli 2026

Hvat er hent í juli?
Juli var øgiliga ófriðarligur á altjóða partabrævamarknaðinum, men tá ið samanum kom, endaði
hann við einum minusi upp á 0,6%, so ársavkastið var framvegis 13,7%.


Fyrst í august vóru nýggjar hækkingar og nýggj met á fleiri partabrævamarknaðum. Stóra
afturgongdin í teimum partabrøvunum, serliga innan fyri vitlíki og tøkni, sum høvdu staðið seg
væl undanfarnu mánaðirnar, varð í juli næstan uppvigað av framgongd í nógvum av teimum
partabrøvunum, sum higartil høvdu staðið seg verri á marknaðinum. Harvið helt breiði
partabrævavøksturin frá juni fram, har fleiri partabrøv vuksu, og tað er eitt gott tekin.


Donsk partabrøv vuksu 1,3% í juli, men hava síðani hesa tíðina í fjør bert kastað 3% av sær –
serliga orsakað av afturgongdini hjá Novo og DSV.


Oljuprísurin sveiggjaði øgiliga nógv í juli, men fyri tað mesta vaks hann og var 20% hægri í juli.
Hann er vaksin eitt vet meira fyrst í august. Renturnar fóru eisini upp, eins og rentukurvan
gjørdist brattari. Tað vil siga, at munurin millum stuttfreistaðu og longfreistaðu renturnar vaks,
og tí høvdu serliga longfreistaðu lánsbrøvini negativt avkast síðst í juli, meðan vinnulánsbrøvini
við størri váða, tey sokallaðu high yield-lánsbrøvini, endaðu á null. Seinasta árið hava ymsu
lánsbrøvini havt eitt avkast nær við null.


Hví? Ófriður í Iran, sveiggj, góðir roknskapir og massiv spekulatión
Ófriðurin á partabrævamarknaðinum og hægri renturnar í juli standast serliga av, at stríðið
millum USA/Ísrael og Iran kyknaði uppaftur fyri síðani at hæsa nakað av aftur. Harvið fingu vit
fyrst høgar oljuprísir og rentur og lægri rentukursir og seinni tað øvugta. Stór spekulatión bæði í
USA og Asia í sera váðilig, sokallað gearað partabrøv elvdi til stór kurssveiggj á
partabrævamarknaðinum.


Nógvar børsskrásettar fyritøkur høvdu sum heild góðar roknskapir í øðrum ársfjórðingi, og
saman við framgongd í heimsbúskapinum gera teir sítt til, at methøga stigið á
partabrævamarknaðinum stendur við og enntá kann hækka restina av árinum.


Hægri rávøruprísir skapa hinvegin nakað av óvissu um, hvussu inflatiónin fer at vera í heyst, og
hvussu nógv miðbankarnir fara at hækka renturnar, um tær yvirhøvur skulu hækkast. Stóri
tørvurin hjá statum við stórum undirskoti og tøknigeirum við stórum íløgum í vitlíki á at útskriva
lánsbrøv fyri at læna pengar leggur trýst á renturnar bæði altjóða og í Norðurlondum.


Kríggið í Iran kann framvegis ávirka marknaðirnar
Innan fyri næstu vikurnar og mánaðirnar er gongdin í krígnum í Iran saman við vaksandi
rentunum helst størsti vandatátturin á partabrævamarknaðinum. Beint nú tosa geopolitiskir
serfrøðingar úr t.d. kapitalgrunninum Carlyle Group um tríggjar støður:

  1. USA minkar um virksemið og tekur herfólk úr Persiska flógvanum og letur onnur lond um
    at sannføra Iran um at lata Hormuzsundið uppaftur. Tað hevur við sær nakað av óvissu
    og ófriði á marknaðunum og verður ikki mett sum ein sannlík støða – kanska í mesta lagi
    10%.
  2. Trump forseti økir um konfliktina, setur fleiri herfólk til, kanska eisini á landi, og loypur
    harðari á Iran. Tað fer at steingja Hormuzsundið fullkomiliga, og væntast kann, at nógvir
    rávøruprísir fara upp, serliga oljuprísurin. Hetta økir um inflatiónina og skapar negativt
    avkast á bæði partabræva- og lánsbrævamarknaðunum. Carlyle Group metir hetta vera
    eina sannlíkari støðu enn ta fyrstu.
  3. Hóast fram- og afturstig er ein avtala millum USA og Iran kortini mest sannlíka støðan
    (60%). Eitt slag av vápnahvíld, soleiðis at friður aftur valdar í økinum og Hormuzsundið
    letur uppaftur, fer at fáa oljuprísin at lækka alt fyri eitt og elva til framgongd á
    fíggjarmarknaðunum og kursvøkstur.

Stóra altjóða spekulatiónin, sum serliga privatir íleggjarar reka, er eisini ein vandi fyri
partabrævamarknaðirnar. Seinasta mánaðin hevur hetta elvt til methøg kurssveiggj – volatilitet –
tá ið hugt verður at einstøku partabrøvunum og ikki marknaðinum sum heild. Í grundini hava vit
ikki sæð so stór sveiggj í einstøkum partabrøvum áður sum í summar. Tað kemst av methøgum
íløgum í gearað partabrøv – serliga partabrøv á vitlíkisøkinum.

Í longdini er haldførið í stóra vøkstrinum í vitlíkisíløgum avgerandi fyri, um framgongdin í
partabrøvum heldur fram ella ikki. Ovurstóru íløgurnar í telduútgerð, dátumiðdeplar o.s.fr.
gagna í hesum tíðum fleiri vinnugreinum – ikki bara tøknigeiranum.

Aðrar greinar