Fríggjadagin 9. oktober er stongt vegna starvsfólkadag.
Vit eru at hitta aftur sum vant mánadagin 12. oktober.
Átrokandi boð kunna sendast á liv@liv.fo
Category: Tíðindi

Stongt 9. oktober

Innkalling til eykaaðalfund
Við hesum verður innkallað til eyka aðalfund í Ognarfelagnum LÍV hósdagin tann 22. oktober 2026, kl. 12.30 í høvuðssætinum hjá LÍV, Óðinshædd 11, 100 Tórshavn.
Á skránni er: Viðtøkubroytingar.
Innkomin uppskot til viðtøkubroytingar síggjast her
Til ber at tekna seg til eyka aðalfundin við at senda ein teldupost til ognarfelagid@liv.fo.
Freist at boða frá luttøku til aðalfundin sambært § 6, stk. 2, í viðtøkum felagsins, er 14. oktober kl. 12:30.
Formansskapurin í Ognarfelagnum LÍV

Rune Nørregaard verður nýggjur stjóri í LÍV
Nevndirnar í P/F Tryggingarfelagnum LÍV og P/F LÍV Lívs- og pensjónstryggingarfelag hava sett Rune Nørregaard sum nýggjan stjóra fyri LÍV-samtakið. Í sambandi við setanina hevur Annbritt Tummasdóttir Andersen frá Momentum Consulting verið uttanhýsisráðgevi hjá nevndunum og staðið fyri setanar- og metingartilgongdini. Rune tekur við starvinum eftir nærri avtalu.
Sum stjóri fer Rune Nørregaard at standa á odda fyri at menna LÍV við serligum denti á at styrkja raksturin, skapa góð og støðug úrslit og seta eina greiða, strategiska kós fyri samtakið.
– Rune hevur drúgvar leiðsluroyndir og holla vitan um banka-, tryggingar- og eftirlønarøkið. Eg kenni hann sum ein sera dugnaligan og úrslitagóðan leiðara, ið megnar at sameina strategiskt yvirlit við tryggan rakstur og greiða leiðslu. Hann kennir føroyska samfelagið og vinnulívið væl, og nevndirnar eru sannførdar um, at hann er rætti persónurin at standa á odda fyri at menna LÍV framhaldandi, sigur Árni H. Ellefsen, nevndarformaður í P/F Tryggingarfelagnum LÍV.
Rune Nørregaard hevur meira enn 15 ára royndir úr fíggjar- og tryggingarvinnuni í Danmark, Føroyum og hinum Norðurlondunum. Hann er í dag bankastjóri og rakstrarstjóri (COO) í kompasbank, har ið hann saman við stovnaranum situr í stjórnini og hevur ábyrgd av eitt nú rakstri, sølu og kreditti.
Áðrenn hann fór til kompasbank, arbeiddi Rune Nørregaard í 13 ár í Føroya Banka-samtakinum. Í 12 av hesum árunum sat hann í samtaksleiðsluni sum eitt nú kredittstjóri og fíggjarstjóri. Hann hevði ábyrgd av fíggjar- og greiningarøkinum, ‘treasury’, kreditti, kt og fleiri týðandi rakstrar- og stuðulsfunktiónum.
Í sambandi við føroysku eftirlønarnýskipanina hevði Rune Nørregaard ábyrgdina av at stovna lívstryggingarfelagið NordikLív, og var hann fyrsti stjórin í felagnum. Hann hevur eisini nevndarroyndir frá tryggingarfeløgunum Trygd og Vörður og hevur áður verið góðkendur til at leiða bæði lívs- og skaðatryggingarfeløg.
Rune Nørregaard er útbúgvin løgfrøðingur, cand.jur., frá Aarhus Universiteti og hevur harafturat eina Global Executive MBA frá IE Business School. Hann hevur eisini tikið nevndarútbúgvingina fyri nevndarlimir í tryggingar- og eftirlønarfeløgum á Forsikringsakademiet. Umframt tað hevur hann arbeitt sum senior legal advisor hjá Danske Bank og sum advokatur hjá Bech-Bruun.
– LÍV umsitur ein stóran part av eftirlønaruppsparingini hjá føroyska arbeiðsmarknaðinum og hevur tí eina serliga ábyrgd mótvegis kundum, eigarum og føroyska samfelagnum. Eg gleði meg til at verða partur av LÍV og – saman við nevndini, leiðsluni og starvsfólkunum – at styrkja raksturin og byggja eitt enn sterkari og meira framtíðartryggjað felag. Hetta er ein uppgáva, sum eg fari undir við virðing, ábyrgdarkenslu og eldhuga, sigur Rune Nørregaard.
Meira fæst at vita á:
+298 530724 Árni H. Ellefsen
+45 54303357 Rune Nørregaard
Kunning um avgerð frá Tryggingareftirlitinum
LÍV hevur fingið boð frá Tryggingareftirlitinum í sambandi við, at tryggingar eru fluttar frá NordikLív til LÍV. Flytingin er liður í samstarvinum millum LÍV og Føroya Banka um persónstryggingar.
Tryggingareftirlitið vísir á, at ávís viðurskifti í sambandi við flytingina áttu at verið handfarin øðrvísi, og at kundarnir áttu at havt fingið greiðari kunning.
Endamálið hjá LÍV og NordikLív hevur frá byrjan verið, at kundarnir ikki skuldu verða verri stillaðir orsakað av flytingini. Tí eru treytir, sum NordikLív hevði, men sum LÍV ikki hevði frammanundan, settar í verk hjá LÍV. Samstundis eru treytirnar fyri Ávísar hættisligar sjúkur dagførdar og betraðar. Tað merkir, at allir kundar hjá LÍV, sum hava hesa trygging, nú hava fingið víðkaðan ella betri dekning á fleiri økjum.
Hesir kundar hava longu fingið kunning um munirnar millum treytirnar hjá LÍV og NordikLív. Lívrentukundarnir fáa í komandi vikunum serstaka kunning um tey viðurskifti, sum Tryggingareftirlitið hevur víst á.
LÍV tekur boðini til eftirtektar og tekur undir við, at tað hevur týdning, at kundar fáa greiða kunning í sambandi við broytingar í teirra tryggingarviðurskiftum.
Ert tú kundi hjá LÍV og hevur spurningar um tíni tryggingarviðurskifti, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Tryggingarnæmingar á LÍV
Í dag byrjaðu Rúnar Dam og Jógvan K. Gullfoss sum tryggingarnæmingar á LÍV.
Jógvan hevur verið ein partur av LÍV eina tíð, men í dag byrjaði hann sína leið sum tryggingarnæmingur.
Hjartaliga vælkomnir, Rúnar og Jógvan!
Vit gleða okkum til tvey spennandi, lærurík og mennandi ár saman við tykkum

Tryggingartreytir ávísar hættisligar sjúkur
1. september 2026 koma nýggjar tryggingartreytir í gildið fyri ávísar hættisligar sjúkur.
Kundar í Føroya Banka og LÍV, sum eru fevnd av hesi trygging, fáa bræv sendandi við kunning um broytingarnar.
Nýggju tryggingartreytirnar eru at finna her.

Marknaðarkunning fyri juli 2026
Hvat er hent í juli?
Juli var øgiliga ófriðarligur á altjóða partabrævamarknaðinum, men tá ið samanum kom, endaði
hann við einum minusi upp á 0,6%, so ársavkastið var framvegis 13,7%.
Fyrst í august vóru nýggjar hækkingar og nýggj met á fleiri partabrævamarknaðum. Stóra
afturgongdin í teimum partabrøvunum, serliga innan fyri vitlíki og tøkni, sum høvdu staðið seg
væl undanfarnu mánaðirnar, varð í juli næstan uppvigað av framgongd í nógvum av teimum
partabrøvunum, sum higartil høvdu staðið seg verri á marknaðinum. Harvið helt breiði
partabrævavøksturin frá juni fram, har fleiri partabrøv vuksu, og tað er eitt gott tekin.
Donsk partabrøv vuksu 1,3% í juli, men hava síðani hesa tíðina í fjør bert kastað 3% av sær –
serliga orsakað av afturgongdini hjá Novo og DSV.
Oljuprísurin sveiggjaði øgiliga nógv í juli, men fyri tað mesta vaks hann og var 20% hægri í juli.
Hann er vaksin eitt vet meira fyrst í august. Renturnar fóru eisini upp, eins og rentukurvan
gjørdist brattari. Tað vil siga, at munurin millum stuttfreistaðu og longfreistaðu renturnar vaks,
og tí høvdu serliga longfreistaðu lánsbrøvini negativt avkast síðst í juli, meðan vinnulánsbrøvini
við størri váða, tey sokallaðu high yield-lánsbrøvini, endaðu á null. Seinasta árið hava ymsu
lánsbrøvini havt eitt avkast nær við null.
Hví? Ófriður í Iran, sveiggj, góðir roknskapir og massiv spekulatión
Ófriðurin á partabrævamarknaðinum og hægri renturnar í juli standast serliga av, at stríðið
millum USA/Ísrael og Iran kyknaði uppaftur fyri síðani at hæsa nakað av aftur. Harvið fingu vit
fyrst høgar oljuprísir og rentur og lægri rentukursir og seinni tað øvugta. Stór spekulatión bæði í
USA og Asia í sera váðilig, sokallað gearað partabrøv elvdi til stór kurssveiggj á
partabrævamarknaðinum.
Nógvar børsskrásettar fyritøkur høvdu sum heild góðar roknskapir í øðrum ársfjórðingi, og
saman við framgongd í heimsbúskapinum gera teir sítt til, at methøga stigið á
partabrævamarknaðinum stendur við og enntá kann hækka restina av árinum.
Hægri rávøruprísir skapa hinvegin nakað av óvissu um, hvussu inflatiónin fer at vera í heyst, og
hvussu nógv miðbankarnir fara at hækka renturnar, um tær yvirhøvur skulu hækkast. Stóri
tørvurin hjá statum við stórum undirskoti og tøknigeirum við stórum íløgum í vitlíki á at útskriva
lánsbrøv fyri at læna pengar leggur trýst á renturnar bæði altjóða og í Norðurlondum.
Kríggið í Iran kann framvegis ávirka marknaðirnar
Innan fyri næstu vikurnar og mánaðirnar er gongdin í krígnum í Iran saman við vaksandi
rentunum helst størsti vandatátturin á partabrævamarknaðinum. Beint nú tosa geopolitiskir
serfrøðingar úr t.d. kapitalgrunninum Carlyle Group um tríggjar støður:- USA minkar um virksemið og tekur herfólk úr Persiska flógvanum og letur onnur lond um
at sannføra Iran um at lata Hormuzsundið uppaftur. Tað hevur við sær nakað av óvissu
og ófriði á marknaðunum og verður ikki mett sum ein sannlík støða – kanska í mesta lagi
10%. - Trump forseti økir um konfliktina, setur fleiri herfólk til, kanska eisini á landi, og loypur
harðari á Iran. Tað fer at steingja Hormuzsundið fullkomiliga, og væntast kann, at nógvir
rávøruprísir fara upp, serliga oljuprísurin. Hetta økir um inflatiónina og skapar negativt
avkast á bæði partabræva- og lánsbrævamarknaðunum. Carlyle Group metir hetta vera
eina sannlíkari støðu enn ta fyrstu. - Hóast fram- og afturstig er ein avtala millum USA og Iran kortini mest sannlíka støðan
(60%). Eitt slag av vápnahvíld, soleiðis at friður aftur valdar í økinum og Hormuzsundið
letur uppaftur, fer at fáa oljuprísin at lækka alt fyri eitt og elva til framgongd á
fíggjarmarknaðunum og kursvøkstur.
Stóra altjóða spekulatiónin, sum serliga privatir íleggjarar reka, er eisini ein vandi fyri
partabrævamarknaðirnar. Seinasta mánaðin hevur hetta elvt til methøg kurssveiggj – volatilitet –
tá ið hugt verður at einstøku partabrøvunum og ikki marknaðinum sum heild. Í grundini hava vit
ikki sæð so stór sveiggj í einstøkum partabrøvum áður sum í summar. Tað kemst av methøgum
íløgum í gearað partabrøv – serliga partabrøv á vitlíkisøkinum.Í longdini er haldførið í stóra vøkstrinum í vitlíkisíløgum avgerandi fyri, um framgongdin í
partabrøvum heldur fram ella ikki. Ovurstóru íløgurnar í telduútgerð, dátumiðdeplar o.s.fr.
gagna í hesum tíðum fleiri vinnugreinum – ikki bara tøknigeiranum.- USA minkar um virksemið og tekur herfólk úr Persiska flógvanum og letur onnur lond um

LÍV tekur seg úr Globe Tracker
Samstundis er fráfaringaravtala gjørd við stjóran í LÍV-samtakinum, og tilgongdin at finna nýggjan stjóra fer í gongd
LÍV-samtakið hevur tikið avgerð um at taka seg úr fyritøkini, Globe Tracker ApS. Fyritøkan hevur ligið í fíggjarliga tungum sjógvi seinastu árini, og royndirnar at styrkja marknaðarstøðuna hava tíverri ikki eydnast nøktandi, metir LÍV-samtakið.
Globe Tracker framleiðir útgerð og mennir forrit til sporing, eftirlit og stýring av bingjum.
Tó at skipanirnar hjá Globe Tracker hava dygdir fram um aðrar líknandi skipanir á marknaðinum, hevur felagið koyrt tungt fíggjarliga og hevur havt fleiri ár við halli. Tøkniligar avbjóðingar hava ávirkað søluna og álitið hjá kundunum munandi.
LÍV-samtakið hevur nú gjørt av ikki at seta fleiri pengar í felagið.
Dagførdur íløgupolitikkur
LÍV-samtakið gjørdi fyrstu íløguna í Globe Tracker í 2013. P/F Tryggingarfelagið LÍV hevur sett tilsamans 84,9 mió. kr. í felagið, meðan upphæddin hjá P/F LÍV Lívs- og pensjónstryggingarfelag er 89 mió. kr.
LÍV-samtakið hevur dagført sín íløgupolitikk, har ásett er, at felagið ikki ger íløgur í slíkar verkætlanir, sum liggja í sama íløgubólki sum Globe Tracker. LÍV-samtakið hevur ikki aðrar líknandi íløgur.
Samlaðu íløgurnar hjá Tryggingarfelagnum LÍV eru slakar 5 mia. kr. Nú samstarvið við Globe Tracker steðgaði, var íløgan bókað til 29,9 mió. DKK, svarandi til 0,61% av samlaðu íløguognunum.
Felagið harmast vegna tryggingartakararnar um mista peningin, og at hendan íløgan ikki bar á mál.
Fráfaringaravtala
Samstundis sum avgerð er tikin um ikki at seta fleiri pengar í Globe Tracker, er fráfaringaravtala gjørd við stjóran í LÍV-samtakinum, Jan Jakobsen.
-Hesi 14 árini, Jan Jakobsen hevur verið stjóri í LÍV-samtakinum, hevur hann lagt eitt stórt arbeiði eftir seg, og vit eru sera takksom fyri hansara góða íkast. Nú er tíðin komin, at ein nýggjur stjóri førir LÍV-samtakið víðari fram á leið, sigur Árni Ellefsen, nevndarformaður í P/F Tryggingarfelagnum LÍV.
Tilgongdin at finna nýggjan stjóra fer í gongd í næstum, og starvið verður lýst leyst alment. Jan Jakobsen hevur játtað at røkja stjórasessin, til nýggjur stjóri er settur.

Marknaðarkunning fyri mars 2026
Hvat er hent í mars og fram til hálvan apríl?
Meðan altjóða partabrøv fullu við heili 5 prosentum í mars, er alt hetta fallið og meira enn tað vunnið
innaftur fyrstu vikurnar í apríl, so altjóða partabrøv nú eru vaksin gott hálvttriðja prosent higartil í ár.
Meðan orka og varlig partabrøv kláraðu seg best undir afturgongdini í mars og cyklisk partabrøv og
tøknipartabrøv kláraðu seg ringast, so eru leiklutirnir øvugtir í apríl.
Stuttfreistaðu renturnar eru hækkaðar nógv í ár og tær langfreistaðu nakað minni, og tí hava bæði
stutt- og langfreistaðu lánsbrøvini negativt avkast upp á umleið -1 % higartil í ár. Vinnu- og
hárentulánsbrøv hava fylgt við gongdini upp og niður á partabrævamarknaðinum síðani árslok, og tey
liggja nú á tilsamans 0% í avkasti.
Orkuprísirnir hækkaðu sera nógv í mars, meðan nógvir metallprísir – íroknað gull – fyrst fullu og síðani
eru farnir uppaftur.
Hví? Kríggið í Iran stýrir marknaðunum fullkomuliga – inntil nú
Tíðindaflutningurin um gongdina í krígnum millum USA/Ísrael og Iran, broyting í oljuprísinum og
váðametingarnar um stagflatión hava fullkomuliga stýrt øllum broytingum á altjóða fíggjarmarknaðum.
Næstu vikurnar fara íleggjararnir helst eisini at hyggja neyvari at roknskapunum frá fyritøkum um allan
heim, sum vísa, hvussu fíggjarliga gongdin hevur verið fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár. Hetta kann eisini
ávirka kursirnar báðar vegir.
Trý framlit um kríggið í Iran – íleggjararnir halla at teimum positivu
Nógvir fíggjarstovnar arbeiða við ymsum – vanliga trimum – framlitum um, hvussu kríggið í Iran kann
broytast. Tað er ymiskt frá fíggjarstovni til stovn, men framlitini eru nøkulunda endurgivin niðanfyri:
1: Stigvís minking, skjótur bati
Vápnahvíldin er frysta stigið til eina stigvísa minking. Flutningurin um Hormuz-sundið kemur í rættlag
innan fyri ein mánað, oljuprísirnir eru støðugir á $80-90, partabrævamarknaðirnir og serliga
partabrøvini, sum ávirkast lættliga av príslagnum, vaksa, renturnar fara niður og evran upp, men
nervøsiteturin verður verandi orsakað av óttanum fyri, at stríðið herðist aftur.
2: Framhaldandi avmarkingar, støðan batnar so líðandi
Tað tekur fleiri mánaðir, áðrenn skipaferðslan er komin í rættlag, og Iran hevur framvegis tamarhald á
Hormuz-sundinum, so óvissan er framvegis stór. Oljuprísirnir liggja um $110-120, miðbankarnir kunnu
ikki lækka renturnar. Partabrøv kunnu fara upp, men bara eitt sindur og undir nógvari órógv og við
hágóðskupartabrøvum í oddanum.
Støða 3: Framhaldandi stríð og sundsstongsul
Stríðið heldur fram, sundið verður verandi stongt í fleiri mánaðir afturat, oljuprísurin eksploderar upp í
150-180 dollarar og darvar altjóða vøksturin munandi og fokus í fíggjarpolitikkinum fer frá at forða fyri
inflatión til at stuðla vøkstri og størvum. Miðbankarnir lækka renturnar munandi, og íleggjarar fara eftir
íløgum í afturgongd sum orku og defensivum partabrøvum, tryggum lánsbrøvum og USD og CHF.Positiva gongdin á marknaðunum vísir, at íleggjarar altjóða framvegis vænta støðu 1 og at vit tí hava
havt tey ringastu kursfallini í hesum umfarinum.
Kunning um ársaðalfund í Ognarfelagnum LÍV 21. apríl 2026


