1. september 2026 koma nýggjar tryggingartreytir í gildið fyri ávísar hættisligar sjúkur.
Kundar í Føroya Banka og LÍV, sum eru fevnd av hesi trygging, fáa bræv sendandi við kunning um broytingarnar.
Nýggju tryggingartreytirnar eru at finna her.

1. september 2026 koma nýggjar tryggingartreytir í gildið fyri ávísar hættisligar sjúkur.
Kundar í Føroya Banka og LÍV, sum eru fevnd av hesi trygging, fáa bræv sendandi við kunning um broytingarnar.
Nýggju tryggingartreytirnar eru at finna her.

Hvat er hent í juli?
Juli var øgiliga ófriðarligur á altjóða partabrævamarknaðinum, men tá ið samanum kom, endaði
hann við einum minusi upp á 0,6%, so ársavkastið var framvegis 13,7%.
Fyrst í august vóru nýggjar hækkingar og nýggj met á fleiri partabrævamarknaðum. Stóra
afturgongdin í teimum partabrøvunum, serliga innan fyri vitlíki og tøkni, sum høvdu staðið seg
væl undanfarnu mánaðirnar, varð í juli næstan uppvigað av framgongd í nógvum av teimum
partabrøvunum, sum higartil høvdu staðið seg verri á marknaðinum. Harvið helt breiði
partabrævavøksturin frá juni fram, har fleiri partabrøv vuksu, og tað er eitt gott tekin.
Donsk partabrøv vuksu 1,3% í juli, men hava síðani hesa tíðina í fjør bert kastað 3% av sær –
serliga orsakað av afturgongdini hjá Novo og DSV.
Oljuprísurin sveiggjaði øgiliga nógv í juli, men fyri tað mesta vaks hann og var 20% hægri í juli.
Hann er vaksin eitt vet meira fyrst í august. Renturnar fóru eisini upp, eins og rentukurvan
gjørdist brattari. Tað vil siga, at munurin millum stuttfreistaðu og longfreistaðu renturnar vaks,
og tí høvdu serliga longfreistaðu lánsbrøvini negativt avkast síðst í juli, meðan vinnulánsbrøvini
við størri váða, tey sokallaðu high yield-lánsbrøvini, endaðu á null. Seinasta árið hava ymsu
lánsbrøvini havt eitt avkast nær við null.
Hví? Ófriður í Iran, sveiggj, góðir roknskapir og massiv spekulatión
Ófriðurin á partabrævamarknaðinum og hægri renturnar í juli standast serliga av, at stríðið
millum USA/Ísrael og Iran kyknaði uppaftur fyri síðani at hæsa nakað av aftur. Harvið fingu vit
fyrst høgar oljuprísir og rentur og lægri rentukursir og seinni tað øvugta. Stór spekulatión bæði í
USA og Asia í sera váðilig, sokallað gearað partabrøv elvdi til stór kurssveiggj á
partabrævamarknaðinum.
Nógvar børsskrásettar fyritøkur høvdu sum heild góðar roknskapir í øðrum ársfjórðingi, og
saman við framgongd í heimsbúskapinum gera teir sítt til, at methøga stigið á
partabrævamarknaðinum stendur við og enntá kann hækka restina av árinum.
Hægri rávøruprísir skapa hinvegin nakað av óvissu um, hvussu inflatiónin fer at vera í heyst, og
hvussu nógv miðbankarnir fara at hækka renturnar, um tær yvirhøvur skulu hækkast. Stóri
tørvurin hjá statum við stórum undirskoti og tøknigeirum við stórum íløgum í vitlíki á at útskriva
lánsbrøv fyri at læna pengar leggur trýst á renturnar bæði altjóða og í Norðurlondum.
Kríggið í Iran kann framvegis ávirka marknaðirnar
Innan fyri næstu vikurnar og mánaðirnar er gongdin í krígnum í Iran saman við vaksandi
rentunum helst størsti vandatátturin á partabrævamarknaðinum. Beint nú tosa geopolitiskir
serfrøðingar úr t.d. kapitalgrunninum Carlyle Group um tríggjar støður:
Stóra altjóða spekulatiónin, sum serliga privatir íleggjarar reka, er eisini ein vandi fyri
partabrævamarknaðirnar. Seinasta mánaðin hevur hetta elvt til methøg kurssveiggj – volatilitet –
tá ið hugt verður at einstøku partabrøvunum og ikki marknaðinum sum heild. Í grundini hava vit
ikki sæð so stór sveiggj í einstøkum partabrøvum áður sum í summar. Tað kemst av methøgum
íløgum í gearað partabrøv – serliga partabrøv á vitlíkisøkinum.
Í longdini er haldførið í stóra vøkstrinum í vitlíkisíløgum avgerandi fyri, um framgongdin í
partabrøvum heldur fram ella ikki. Ovurstóru íløgurnar í telduútgerð, dátumiðdeplar o.s.fr.
gagna í hesum tíðum fleiri vinnugreinum – ikki bara tøknigeiranum.

Samstundis er fráfaringaravtala gjørd við stjóran í LÍV-samtakinum, og tilgongdin at finna nýggjan stjóra fer í gongd
LÍV-samtakið hevur tikið avgerð um at taka seg úr fyritøkini, Globe Tracker ApS. Fyritøkan hevur ligið í fíggjarliga tungum sjógvi seinastu árini, og royndirnar at styrkja marknaðarstøðuna hava tíverri ikki eydnast nøktandi, metir LÍV-samtakið.
Globe Tracker framleiðir útgerð og mennir forrit til sporing, eftirlit og stýring av bingjum.
Tó at skipanirnar hjá Globe Tracker hava dygdir fram um aðrar líknandi skipanir á marknaðinum, hevur felagið koyrt tungt fíggjarliga og hevur havt fleiri ár við halli. Tøkniligar avbjóðingar hava ávirkað søluna og álitið hjá kundunum munandi.
LÍV-samtakið hevur nú gjørt av ikki at seta fleiri pengar í felagið.
Dagførdur íløgupolitikkur
LÍV-samtakið gjørdi fyrstu íløguna í Globe Tracker í 2013. P/F Tryggingarfelagið LÍV hevur sett tilsamans 84,9 mió. kr. í felagið, meðan upphæddin hjá P/F LÍV Lívs- og pensjónstryggingarfelag er 89 mió. kr.
LÍV-samtakið hevur dagført sín íløgupolitikk, har ásett er, at felagið ikki ger íløgur í slíkar verkætlanir, sum liggja í sama íløgubólki sum Globe Tracker. LÍV-samtakið hevur ikki aðrar líknandi íløgur.
Samlaðu íløgurnar hjá Tryggingarfelagnum LÍV eru slakar 5 mia. kr. Nú samstarvið við Globe Tracker steðgaði, var íløgan bókað til 29,9 mió. DKK, svarandi til 0,61% av samlaðu íløguognunum.
Felagið harmast vegna tryggingartakararnar um mista peningin, og at hendan íløgan ikki bar á mál.
Fráfaringaravtala
Samstundis sum avgerð er tikin um ikki at seta fleiri pengar í Globe Tracker, er fráfaringaravtala gjørd við stjóran í LÍV-samtakinum, Jan Jakobsen.
-Hesi 14 árini, Jan Jakobsen hevur verið stjóri í LÍV-samtakinum, hevur hann lagt eitt stórt arbeiði eftir seg, og vit eru sera takksom fyri hansara góða íkast. Nú er tíðin komin, at ein nýggjur stjóri førir LÍV-samtakið víðari fram á leið, sigur Árni Ellefsen, nevndarformaður í P/F Tryggingarfelagnum LÍV.
Tilgongdin at finna nýggjan stjóra fer í gongd í næstum, og starvið verður lýst leyst alment. Jan Jakobsen hevur játtað at røkja stjórasessin, til nýggjur stjóri er settur.

Hvat er hent í mars og fram til hálvan apríl?
Meðan altjóða partabrøv fullu við heili 5 prosentum í mars, er alt hetta fallið og meira enn tað vunnið
innaftur fyrstu vikurnar í apríl, so altjóða partabrøv nú eru vaksin gott hálvttriðja prosent higartil í ár.
Meðan orka og varlig partabrøv kláraðu seg best undir afturgongdini í mars og cyklisk partabrøv og
tøknipartabrøv kláraðu seg ringast, so eru leiklutirnir øvugtir í apríl.
Stuttfreistaðu renturnar eru hækkaðar nógv í ár og tær langfreistaðu nakað minni, og tí hava bæði
stutt- og langfreistaðu lánsbrøvini negativt avkast upp á umleið -1 % higartil í ár. Vinnu- og
hárentulánsbrøv hava fylgt við gongdini upp og niður á partabrævamarknaðinum síðani árslok, og tey
liggja nú á tilsamans 0% í avkasti.
Orkuprísirnir hækkaðu sera nógv í mars, meðan nógvir metallprísir – íroknað gull – fyrst fullu og síðani
eru farnir uppaftur.
Hví? Kríggið í Iran stýrir marknaðunum fullkomuliga – inntil nú
Tíðindaflutningurin um gongdina í krígnum millum USA/Ísrael og Iran, broyting í oljuprísinum og
váðametingarnar um stagflatión hava fullkomuliga stýrt øllum broytingum á altjóða fíggjarmarknaðum.
Næstu vikurnar fara íleggjararnir helst eisini at hyggja neyvari at roknskapunum frá fyritøkum um allan
heim, sum vísa, hvussu fíggjarliga gongdin hevur verið fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár. Hetta kann eisini
ávirka kursirnar báðar vegir.
Trý framlit um kríggið í Iran – íleggjararnir halla at teimum positivu
Nógvir fíggjarstovnar arbeiða við ymsum – vanliga trimum – framlitum um, hvussu kríggið í Iran kann
broytast. Tað er ymiskt frá fíggjarstovni til stovn, men framlitini eru nøkulunda endurgivin niðanfyri:
1: Stigvís minking, skjótur bati
Vápnahvíldin er frysta stigið til eina stigvísa minking. Flutningurin um Hormuz-sundið kemur í rættlag
innan fyri ein mánað, oljuprísirnir eru støðugir á $80-90, partabrævamarknaðirnir og serliga
partabrøvini, sum ávirkast lættliga av príslagnum, vaksa, renturnar fara niður og evran upp, men
nervøsiteturin verður verandi orsakað av óttanum fyri, at stríðið herðist aftur.
2: Framhaldandi avmarkingar, støðan batnar so líðandi
Tað tekur fleiri mánaðir, áðrenn skipaferðslan er komin í rættlag, og Iran hevur framvegis tamarhald á
Hormuz-sundinum, so óvissan er framvegis stór. Oljuprísirnir liggja um $110-120, miðbankarnir kunnu
ikki lækka renturnar. Partabrøv kunnu fara upp, men bara eitt sindur og undir nógvari órógv og við
hágóðskupartabrøvum í oddanum.
Støða 3: Framhaldandi stríð og sundsstongsul
Stríðið heldur fram, sundið verður verandi stongt í fleiri mánaðir afturat, oljuprísurin eksploderar upp í
150-180 dollarar og darvar altjóða vøksturin munandi og fokus í fíggjarpolitikkinum fer frá at forða fyri
inflatión til at stuðla vøkstri og størvum. Miðbankarnir lækka renturnar munandi, og íleggjarar fara eftir
íløgum í afturgongd sum orku og defensivum partabrøvum, tryggum lánsbrøvum og USD og CHF.
Positiva gongdin á marknaðunum vísir, at íleggjarar altjóða framvegis vænta støðu 1 og at vit tí hava
havt tey ringastu kursfallini í hesum umfarinum.


Hvat er hent í februar?
Altjóða partabrøv vuksu 2,1 % í februar, men við stórum sveiggjum (volatility). Nógv partabrøv
høvdu daglig kurssveiggj upp á 5–10 %, sum er sjáldsamt. Snúningurin burtur frá USA og
tøknipartabrøvum helt fram, men er síðani vendur aftur fyrst í mars, sum eisini hevur havt við
sær týðilig fall í partabrævakursum. Eftir fleiri góðar mánaðir fullu donsk partabrøv heili 9 % í
februar – fyrst og fremst orsakað av Novo.
Renturnar fullu nakað í februar, og tað gav rímuliga góð avkøst á øll sløg av lánsbrøvum, men
fyrst í mars er rentan hækkað nakað aftur, eins og dollarin er styrktur eftir eitt slakt tíðarbil.
Oljuprísurin heldur fram við at vaksa, meðan prísurin á góð- og ídnaðarmálmi er lækkaður aftur,
men sveiggjar ógvusliga á einum høgum støði. Kryptogjaldoyru halda fram við at lækka.
Hví? Tøkni ófriður og kríggj í Miðeystri og vandi fyri búskaparligum stígi
Fyrst gjørdu risastórar vitlíkisíløgur hjá tøknifyritøkum um seg á marknaðunum. Íleggjarar stúra
fyri, um stóru íløgurnar eru lønandi. Um tær ikki eru, so kunnu nøkur av heimsins størstu
partafeløgum koma í trupulleikar.
Men í løtuni eru marknaðirnir í stóran mun stýrdir av gongdini í krígnum millum USA/Ísrael og
Iran – og serliga av gongdini í oljuprísinum og vandanum fyri at búskaparvøksturin steðgar,
samstundis sum inflatiónin hækkar.
Geopolitiska órógvið rakar eisini fyrr ella seinni, har stór spekulatión er í marknaðinum og
nógvar lánsfíggjaðar íløgur, sum, tá ið tær verða raktar av kursfalli, kunnu hava við sær tvingaðar
sølur av øðrum íløgum fyri at dekka tapini. Tað kann aftur skapa enn fleiri kursfall. Størstu
kursfallini á partabrøvum eru í Asia og Evropa, sum eisini eru nógv meira treytað av innfluttari
orku enn USA, sum er sjálvveitandi. Nógv støðug og sokallað defensiv partabrøv innan fyri mat-
og drykkivørur, heilsuøkið og veitingargeiran hava klárað órógvið best.
Støðan í Miðeystri og ávirkan á fíggjarmarknaðirnar
Fíggjarmarknaðirnir savna seg fyrst og fremst um, hvørja ávirkan kríggið kann hava á altjóða
orkuprísirnar, men í grundini eisini á tøð og harvið matvøruprísirnar. Ein stórur partur av
ráevnunum verður útvunnin í nærøkinum og skal flytast út gjøgnum Hormuz-sundið. Mett
verður, at 20 prosent av altjóða oljuframleiðsluni og upp í 40 prosent av týdningarmestu
ráevnunum til tøð verða flutt út gjøgnum hetta týdningarmikla sundið.
Flestu geopolitiskir serfrøðingar og fíggjarstovnar vænta, at stríðið verður stutt og ávirkanin á
olju- og gasprísirnar, partabrøv og rentur tí eisini verður stutt og avmarkað.
Men dregur stríðið út ella fáa bardagarnir stóra ávirkan á týdningarmikið orku undirstøðukervi,
sum avmarkar útboðið av til dømis olju ella flótandi gassi (LNG), kunnu oljuprísirnir skjótt vaksa
upp í 100-120 dollarar fyri tunnuna. Tá tosa vit brádliga um álvarsligan stíg í heimsbúskapin – líkt
búskaparliga stíginum eftir at Russland gjørdi innrás í Ukraina í 2022 og tær báðar
oljukreppurnar í 1970’unum. Tað vil siga ein negativan stoyt, sum oyðileggur keypiorkuna hjá
brúkaranum og fær búskaparvøkstin at steðga og samstundis inflatiónina at vaksa.
Ein tílíkur skelkur er negativur fyri bæði partabrøv og lánsbrøv og fer serliga at raka hart í
mongum londum í Evropa og Asia, meðan oljuframleiðarar sum Noreg, Brasilia og Rusland fara
at vinna upp á tað. Tí savna øll seg í løtuni um gongdina í Miðeystri og serstakliga, hvat hendir við
oljuprísinum.

2025 var avbjóðandi á fíggjarmarknaðinum
Í 2025 var gongdin í næstan øllum íløgubólkum nøktandi.
Verri gekst tó við altjóða partabrøvum, og av tí at hesin parturin er tann størsti, ávirkaði hann
avkastið neiligt í 2025.
LÍV verður samanborið við danskar eftirlønarkassar. Ein fortreyt fyri hesi samanbering er, at
íløgusamansetingin hjá LÍV og donsku eftirlønarfeløgunum líkist. Tí fór LÍV fyri trimum árum
síðani undir at dagføra íløguøkið, har útgangsstøðið fyri samanbering var tikið í einum kunda
við miðalváða og meira enn 15 árum eftir til eftirlønaraldur.
Um hugt verður at heildini, fluttu hesar broytingar úrslitið rætta vegin – serliga í 2024, tá ið
avkastið hjá einum kunda við miðal váða var oman fyri 10%. Men í 2025 var gongdin í altjóða
partabrøvum verri – millum annað tí at amerikanski dollarin viknaði lutfalsliga nógv. Tað
ávirkaði avkastið í fjør, sum bleiv 1,77% fyri ein kunda við miðal váða. Tað er ikki nøktandi.
LÍV eftirmetir mánaðarliga avkastið, og tí kemur avkastið í 2025 ikki óvart á felagið. Hendan
vitanin hevur havt við sær, at LÍV hevur gjørt broytingar í íløgusamansetingini. M.a. er
samansetingin í íløgubólkinum High Yield (virkislánsbrøv) broytt og tað hevði við sær, at LÍV í
2025 harafturat fór at keypa passivar íløgugrunnar (index-fondar), sum fylgja marknaðinum,
sum eisini partvís avdekka amerikanska gjaldoyraváðan.
Íløgur í fastogn
Seinastu árini hevur LÍV eisini gjørt íløgur í sokallaðar “alternativar íløgur”. Eitt nú í fastognir ella
“Private Equity”. Sum einasta eftirlønarfelag í Føroyum byggir LÍV leiguíbúðir, men tað tekur
langa tíð at fáa gongd á hetta slagið av íløgum, og tí raka tær altíð avkastið í byrjanini. Felagið
hevur ein málsetning um at hava bygd umleið 100 leiguíbúðir fram til summarið 2027.
Væntandi eru 64 útleigaðar í september 2026, meðan 22, sum eru bygdar saman við
Bústøðum, hava verið á marknaðinum í eitt gott ár.
Men hesar íløgurnar tryggja virðisøking á eftirlønaruppsparingunum í longdini og gagna
føroyska samfelagnum, og tí fegnast LÍV um at vera virkin partur av føroyska
bústaðarmarknaðinum.
Grundleggjandi munir
Gongdin í útvaldum íløgugrunnum í altjóða partabrøvum hevur ikki verið so góð, sum LÍV
hevði væntað, og tað hevði við sær, at LÍV í 2025 harafturat fór at keypa passivar
íløgugrunnar, sum fylgja marknaðinum.
Men nakrir munir eru millum LÍV og donsku kappingarneytarnar. Tað vísir eftirmetingin í 2025
og árunum frammanundan.
Ein munur er, at donsku feløgini tryggja seg móti gjaldoyraváðanum í amerikanska
dollaranum. Hendan leistin hevur LÍV ikki brúkt, tí hann hevur ein innbygdan kostnað. Fyrra
hálvár 2025 merkti tað ein mun í avkastinum upp á 2,9%, samanborið við eitt felag, sum
hevur tryggjað seg móti gjaldoyraváðanum.
Ein annar munur er, at íløgurnar hjá LÍV ikki hava verið so nógv knýttar at M7-tøknipartabrøvunum.
M7 stendur fyri the “Magnificent 7” og eru partabrøv í amerikonsku
tøknifyritøkunum Alphabet, Amazon, Apple, Meta, Microsoft, Nvidia og Tesla, sum høvdu
óvanliga stór avkøst í 2025.
Hesi partabrøvini hava høgan váða, tí íløgurnar eru savnaðar á fáum fyritøkum. Tær eru meira
enn ein triðingur av S&P 500-indeksinum, og um virðið á teimum minkar, kann tað raka hart.
Samanumtikið má staðfestast, at árið 2025 ikki var nøktandi, men LÍV arbeiðir áhaldandi fyri
at vera kappingarført við donsk eftirlønarfeløg, tá ið tað kemur til avkast og kostnað.

Nú er framgongd á bæði parta- og lánsbrøvum
Meira órógv var á marknaðunum í november, men síðst í mánaðinum vendist afturgongd til
framgongd, og tí fullu altjóða partabrøv bara 0,5 prosent. Síðani hesa tíðina í fjør hava altjóða
partabrøv kastað av sær 8,2 prosent. Árið hevur aftur verið vánaligt í donskum partabrøvum,
men tey batnaðu munandi í november og vuksu heili 3,7 prosent. Samlaði vøksturin síðani
árslok er kortini bara 0,5 prosent, og tað kemst serliga av afturgongdini í Novo-partabrævinum.
Áhugin fyri heilsu- og lívtøknipartabrøvum vaks nakað í november, men annars eru tað
framvegis tey stóru Magnificent-7-partabrøvini, sum eru orsøk til framgongdina. Vælumtókt øki
sum kvantum-tøkni, verja og kjarnorka fullu nógv og hava framvegis ikki heilt fótað sær fyrst í
desember.
Renturnar broyttust ikki nógv í síðsta mánaði, og tí vóru sveiggini í avkøstunum á teimum flestu
lánsbrøvunum smá. Órógvið á marknaðunum hevði við sær lítla afturgongd á
vinnulánsbrøvunum, sum kortini batnaðu, tá ið marknaðirnir fóru uppeftir aftur. Samanborið við
hesa tíðina í fjør hava vinnulánsbrøv kastað 3,5 til 4,5 prosent av sær. Lánsbrøvini í
hárentulondum høvdu positivt avkast og liggja hægst í ár við næstan 11 prosentum í avkasti.
Dollarin fór upp, sum november leið, meðan krypto-gjaldoyru fullu nógv. Tó tykjast bæði at hava
fótað sær fyrst í november. Nógvir rávøruprísir lækkaðu fyrst í november, men teir hava
somuleiðis fótað sær aftur – tó ikki oljuprísirnir sum framvegis eru lágir.
Hví? Stúran um vitlíki er skift út við bjartskygni um vøkstur
Íleggjarar trúðu ikki heilt upp á haldførið í íløguvøkstrinum á vitlíkisøkinum í USA og óttaðust ein
brásteðg. Men sum mánaðurin leið, bleiv stúranin skift út við vón um fleiri rentulækkingar frá
amerikanska miðbankanum. Hetta hendi, tí fleiri leiðandi fólk í rentunevndini hjá miðbankanum
lótu koma til sjóndar, at tørvur er á lægri rentum í USA, tí arbeiðsmarknaðurin er viknaður.
Orsakað av skattalækkingum í USA og lagaligari fíggjarpolitikki í Evropa øktust væntanirnar til
størri vøkstur fyrst í 2026. Hetta hevur somuleiðis bøtt um gongdina á partabræva- og
vinnulánsbrævamarknaðunum, fingð dollaran at vikna og skapt áhuga fyri cykliskum
partabrøvum og nógvum rávørum. Og harafturat hava hesi viðurskiftini eisini trýst renturnar eitt
vet upp.
Framtíðar spurningurin hjá íleggjarum er tí, um bjartskygnið um vøkstur og rentur heldur fram,
ella um vaksandi inflatión ella minni vøkstur fara at oyðileggja núverandi góðu gongdina.
Svartskygdir íleggjarar brúka ábendingar um ein enn veikari kinesiskan sethúsamarknað og sera
lítlar ábendingar um amerikanska arbeiðsmarknaðin, sum tekin um at heimsbúskapurin ikki
hevur tað so gott, sum tey bjartskygdu vilja vera við. Higartil sær vøksturin í vitlíkisíløgum út til at
vaksa við somu ferð inn í 2026.
Tí eru ábendingar um vøkstur í USA og Kina næstu tíðina og tekn frá miðbankunum um fleiri
rentulækkingar ella steðg avgerandi næstu tíðina. ECB hevur víst, at tey eru væl nøgd við eina
rentu upp á 2 prosent, meðan stór ósemja er um rentuna innanhýsis í amerikanska
miðbankanum.

Friðarligur august við lítlum, positivum avkøstum
Í august vóru kursbroytingarnar sera smáar – bæði á partabræva-, lánsbræva- og
gjaldoyramarknaðunum, eins og á rávøruprísunum. Á lánsbrævamarknaðunum gjørdust
rentukurvarnar enn brattari, og tað merkir, at munurin á stuttfreistaðu og langfreistaðu
rentunum vaks.
Stuttfreistaðu renturnar vóru støðugar, meðan tær langfreistaðu hækkaðu eitt sindur. Hetta
førdi til, at stuttfreistaðu lánsbrøvini vuksu eitt vet, meðan smá negativ avkøst vóru á teimum
langfreistaðu í august. Somu gongd hava vit sæð stóran part av árinum, og tí hava stuttfreistaðu
lánsbrøvini givið eitt avkast á 1,8 % seinasta árið, meðan tey langfreistaðu hava givið eitt
negativt avkast á -1,3 % sama tíðarskeið.
Tá ið tað kemur til tey váðafúsu lánsbrøvini, keyptu íleggjararnir aftur í august bæði
hárentulánsbrøv og vinnulánsbrøv við søguliga lágari eykarentu samanborið við statslánsbrøv.
Tað gav góð avkøst – serliga hárentulánsbrøvini, sum kastaðu av sær 1,3 % í august og 6,9 %
seinasta árið.
Altjóða partabrøv góvu eitt avkast á 0,2 % í august, og tað merkir, at tey nú eru komin upp á 1,2
% seinasta árið. Partabrøv úr nýggjum marknaðum – serliga í Kina og Brasil – hækkaðu meira
enn 10 %. Donsk, og serliga norðurlendsk, partabrøv høvdu eisini góð avkøst í síðsta mánaði,
men danski marknaðurin er lækkaður meira enn 4 % síðani nýggjár – serliga orsakað av
afturgongdini hjá Novo.
Dollarin var støðugur, og prísurin á eitt nú gulli og silvuri helt fram at vaksa, meðan trýst
framvegis er á oljuprísinum.
Hví? Nøktandi makrotøl og roknskapir, veikur Fed og politiskur ótryggleiki
Langfreistaðu renturnar eru hækkaðar seinastu mánaðirnar, hóast fleiri og fleiri miðbankar
lækka tær stuttfreistaðu. Hetta er óvanligt, hóast tað hevur hent nakrar ferðir áður.
Tríggjar høvuðsorsøkir eru til hetta:
Fyri tað fyrsta hava mong lond fíggjarligar trupulleikar og selja tí nógv statslánsbrøv í løtuni.
Hetta er m.a. galdandi í USA, men eisini í Bretlandi og Fraklandi, har politiskur ótryggleiki eisini
ger um seg. Íleggjarar ivast í, um politikarar fara at fáa tamarhald á skuldini og teimum stóru
hallunum, og krevja tí hægri rentu sum eitt slag av mótrokning.
Ein onnur orsøk er óvissa um amerikanska miðbankan – óheftnið hjá Fed. Trump forseti vil hava
fólk, sum taka undir við hansara ynski um lægri rentu, sett í nevndina í Fed. Hetta økir um váðan
fyri, at peningapolitikkurin verður ov linur, inflatiónin ov høg – og hevur eisini økt eftirspurningin
eftir bæði gulli og silvuri. Prísirnir seta dagliga nýggj met.
Og so er trýstið á langfreistaðu renturnar fyrst í september minkað eitt sindur, tí tekin eru um ein
bráðan steðg á arbeiðsmarknaðinum í USA. Næstan eingi nýggj størv verða skapt í løtuni, og
arbeiðsloysið veksur. Hetta gevur Fed møguleika at lækka rentuna fleiri ferðir næstu mánaðirnar
— ein møguleiki, sum bæði miðbankaformaðurin Jay Powell og fleiri nevndarlimir hava nevnt.
Veiku arbeiðsmarknaðartølini í USA hava tó higartil ikki havt stóran ávirkan á íleggjarar. Tað
sæst, tí at partabræva- og váðafúsir lánsbrævakursir framvegis tykjast vónríkir. Íleggjarar tykjast
hava ta fatan, at amerikanski búskapurin ikki fer at steðga brádliga upp, men heldur er í einari
lagaligari støðu, har virkini framvegis kunnu forvinna væl, samstundis sum inflatiónin verður lág.
Góðu roknskapirnir frá skrásettum feløgum styrkja hesa fatan.
Hinvegin halda skeptikarar, at signalini frá arbeiðsmarknaðinum í USA eru klassisk tekin um
eina komandi kreppu – eina kreppu, sum eisini kann toga restina av heiminum niður í eina
búskaparliga niðurgongd við fallandi vinningi, lækkandi partabrævakursum og lækkandi rentum,
ið geva hækkandi lánsbrævakursir.
Niðurstøðan er, at so leingi sum íleggjarar trúgva upp á eina lagaliga búskaparliga lending sum
makrostøðu, er gongdin góð fyri bæði partabrøv og lánsbrøv. Men hækkandi inflatión ella
minkandi vøkstur kunnu broyta hetta


Í dag er ein serligur dagur á LÍV.
Í morgun høvdu vit eina hugnaliga løtu saman við Silju, Dánjal, Sunnevu og Óla.
Okkara fittu og dugnaligu lærlingar Silja og Dánjal eru nú útlærdir.
LÍV ynskir Silju og Dánjal hjartaliga tillukku við lærutíðini. Vit fegnast um at Silja heldur áfram hjá okkum, samstundis ynskja vit Dánjal bestu eydnu víðari.
Umframt hetta, so hava tvey av okkara starvsfólkum starvsdagar.
Sunneva hevur starvast á LÍV í 40 ár og Óli hevur starvast á LÍV í 10 ár.
Vit eru heppin og fegnast um at hava so trúgv starvsfólk.
Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku við starvsdøgunum, og gleða okkum til nógv góð ár afturat.