fo / en

Category: Tíðindabræv

  • Soleiðis eitur nýggi bygningurin á Óðinshædd

    Soleiðis eitur nýggi bygningurin á Óðinshædd

    Tryggingarfelagið LÍV kunnger í dag nýggja navnið og búmerkið hjá nýggja bygninginum á Óðinshædd. Felagið útskrivaði navna- og búmerkjakapping fyrr í ár, og eftir at hava viðgjørt oman fyri hundrað innkomin uppskot, er dómsnevndin nú komin ásamt um nýtt navn og búmerki.

    52 fólk vóru við í kappingini, og inn komu oman fyri hundrað uppskot. Norrøn gudalæra og serliga Óðin var afturvendandi tema millum mongu uppskotini.

    – Vit eru ovfarin av stóra áhuganum og vilja takka øllum, sum hava tikið sær stundir at sent okkum síni uppskot, sigur Angela Lindenskov á Bøgarði, sum er marknaðarsamskipari í LÍV.

    Navnið

    Hóast mong uppskot um navn vóru góð, var tó einki, sum var nóg neyvt. Dómararnir høvdu heimild til at velja úr rúgvuni, sum teimum lysti – men teir høvdu eisini heimild til einki at velja. Tó fingu teir íblástur frá øllum teimum góðu uppskotunum, og úr hesum spratt eitt nýtt navn.

    – Navnið er Óðinsbrú, og tað samspælir væl við staðsetingina. Brú er sjálvandi fornur formur av brúgv, og bygningurin stendur høgur á heygginum, har ið hann minnir eitt sindur um eina brúgv á einum skipi. Mann kann ímynda sær, at Óðin stendur á brúnni og skoðar yvir Nólsoyarfjørð, sigur Angela.

    Búmerkið

    Hóast einki navn varð valt millum øll uppskotini, so var støðan øðrvísi í búmerkjakappingini. Millum øll tey snøggu uppskotini til nýggja búmerkið var tað eitt, sum beinanvegin skaraði framúr. Í sínum rámandi einfeldni var búmerkið nútímans, meðan klassiska litsamansetingin gav tí ein tignardám.

    – Sum sæst á myndini, hellir strikan uppi yvir O’num ikki, men er vatnrøtt. Hetta brýtur ortografisku reglurnar, men letur samstundis upp fyri nýggjum tulkingum. Meðan ein strika á skák umboðar spenning, umboðar ein vatnrøtt strika javnvág, neyvleika og tryggleika, og sostatt endurspeglar búmerkið sera væl virksemið í bygninginum, har ið millum annað Norðoya Sparikassi og vit í LÍV fara at halda til í næstum, vísir Angela á.

    Henry á Fríðriksmørk vann búmerkjakappingina, og sigur hann soleiðis um búmerkið:

    – Sæð sum reinir formar er búmerkið bert ein sirkul og ein strika. Summi hugsa kanska um binerdátur (null-tøl og eitt-tøl), onnur síggja kanska eina krónu úr gulli og hugsa pengar. Kanska onkur fær tilsipingar til okkurt heilagt so sum eina gloriu ella eina kongakrúnu. Eg vildi, at búmerkið skuldi vera opið fyri tulkingum.

    Búmerkið verður sostatt partur av grafiska samleikanum hjá nýggja bygninginum, sum altso fer at eita Óðinsbrú. Og sigast má, at navnið og búmerkið hóska væl saman, tí sum ein heild umboða tey leiðslu, framskygni og tryggleika, ið júst eru lyklaorðini hjá LÍV og Norðoya Sparikassa, sum fáast við lívstryggingar og umsita pengar hjá øðrum.

    – Vit hava longu vant okkum við nýggja navnið og búmerkið, so nú gleða vit okkum bara at flyta inn tann 4. august, sigur Angela Lindenskov á Bøgarði, marknaðarsamskipari í LÍV, at enda.

  • Marknaðarkunning fyri mars 2025

    Marknaðarkunning fyri mars 2025

    Ógvuslig partabræva- og rentuføll í mars og fyrst í apríl

    Altjóða partabrøv fullu heili 7,5 prosent í mars, og lækkingin heldur fram fyrst í apríl. Harvið er
    samlaða kursfallið síðani ársbyrjan komið upp á 15,9 prosent. Kurstapini hava verið størst á
    amerikonsku partabrøvunum, eins og ein lægri dollari eisini hevur togað tøknipartabrøv og
    konjunkturviðbrekin partabrøv niður. Partabrøv, sum ikki eru so árinilig av búskaparligum
    sveiggjum, umframt value-partabrøv, hava minstu virðislækking.

    Hinvegin er kursurin á tryggu ríkis- og realkreditlánsbrøvunum farin upp, tí at bæði longu og
    stuttu renturnar lækka. Fjálturin á marknaðinum hevur so líðandi eisini breitt seg til
    virkislánsbrøv, men her er tó talan um sera avmarkað tap.

    Prísurin á rávørum sum til dømis olju, kopari, gulli og silvuri er lækkaður nógv.

    Hví? Ótti fyri handilskríggi og altjóða búskaparligari afturgongd

    2.apríl hækkaði Donald Trump, forseti í USA, tollin á øllum vørum, sum verða innfluttar til USA,
    rættiliga nógv meira enn væntað. Kina hevur svarað aftur við líka høgum revsitolli á
    amerikanskar útflutningsvørur til Kina, meðan ES er á trappusteininum við sínum aftursvari til
    USA.

    Alt hetta økir um vandan fyri einum altjóða handilskríggi og einum altjóða búskaparligum
    niðurtúri við negativum BTÚ-vøkstri, minni inntøkum til fyritøkur og inflatión og vaksandi
    arbeiðsloysi. Tollhækkingin hevur sama virknað á amerikanskar brúkarar sum ein
    skattahækking. Samstundis steðgar nógv virksemi í fyritøkum upp, tí fyritøkurnar bíða eftir, at
    greiða er fingin á óvissuni um altjóða handilsskipanina.

    Tí eru allir búskaparfrøðingar samdir um at tess longri tíð óvissa er um handilskríggj og revsitoll,
    tess størri verður skaðin á búskaparliga vøksturin og inntøkurnar hjá fyritøkunum.

    Hvat nú? Møguligar avtalur millum USA, Kina og ES í brennidepilin

    Næstu tíðina verður sjóneykan tí sett á, um avtalur kunnu gerast millum tey trý búskaparligu
    stórveldini, sum aftur kunnu minka um óvissuna. Tað hevði verið sera positivt fyri
    partabrævamarknaðin, virkislánsbrøvini og rávøruprísirnar.

    Beint nú eru ongar ábendingar um vælvild frá Trump-stjórnini, men nógvir íleggjarar vóna, at
    trýstið frá einum alsamt ónøgdari vinnulívi í USA og republikanskum politikkarum fer at fáa
    Trump at umráða seg og lækka tollin aftur.