fo / en

Category: Tíðindabræv

  • Marknaðarkunning fyri mars 2025

    Marknaðarkunning fyri mars 2025

    Ógvuslig partabræva- og rentuføll í mars og fyrst í apríl

    Altjóða partabrøv fullu heili 7,5 prosent í mars, og lækkingin heldur fram fyrst í apríl. Harvið er
    samlaða kursfallið síðani ársbyrjan komið upp á 15,9 prosent. Kurstapini hava verið størst á
    amerikonsku partabrøvunum, eins og ein lægri dollari eisini hevur togað tøknipartabrøv og
    konjunkturviðbrekin partabrøv niður. Partabrøv, sum ikki eru so árinilig av búskaparligum
    sveiggjum, umframt value-partabrøv, hava minstu virðislækking.

    Hinvegin er kursurin á tryggu ríkis- og realkreditlánsbrøvunum farin upp, tí at bæði longu og
    stuttu renturnar lækka. Fjálturin á marknaðinum hevur so líðandi eisini breitt seg til
    virkislánsbrøv, men her er tó talan um sera avmarkað tap.

    Prísurin á rávørum sum til dømis olju, kopari, gulli og silvuri er lækkaður nógv.

    Hví? Ótti fyri handilskríggi og altjóða búskaparligari afturgongd

    2.apríl hækkaði Donald Trump, forseti í USA, tollin á øllum vørum, sum verða innfluttar til USA,
    rættiliga nógv meira enn væntað. Kina hevur svarað aftur við líka høgum revsitolli á
    amerikanskar útflutningsvørur til Kina, meðan ES er á trappusteininum við sínum aftursvari til
    USA.

    Alt hetta økir um vandan fyri einum altjóða handilskríggi og einum altjóða búskaparligum
    niðurtúri við negativum BTÚ-vøkstri, minni inntøkum til fyritøkur og inflatión og vaksandi
    arbeiðsloysi. Tollhækkingin hevur sama virknað á amerikanskar brúkarar sum ein
    skattahækking. Samstundis steðgar nógv virksemi í fyritøkum upp, tí fyritøkurnar bíða eftir, at
    greiða er fingin á óvissuni um altjóða handilsskipanina.

    Tí eru allir búskaparfrøðingar samdir um at tess longri tíð óvissa er um handilskríggj og revsitoll,
    tess størri verður skaðin á búskaparliga vøksturin og inntøkurnar hjá fyritøkunum.

    Hvat nú? Møguligar avtalur millum USA, Kina og ES í brennidepilin

    Næstu tíðina verður sjóneykan tí sett á, um avtalur kunnu gerast millum tey trý búskaparligu
    stórveldini, sum aftur kunnu minka um óvissuna. Tað hevði verið sera positivt fyri
    partabrævamarknaðin, virkislánsbrøvini og rávøruprísirnar.

    Beint nú eru ongar ábendingar um vælvild frá Trump-stjórnini, men nógvir íleggjarar vóna, at
    trýstið frá einum alsamt ónøgdari vinnulívi í USA og republikanskum politikkarum fer at fáa
    Trump at umráða seg og lækka tollin aftur.