Hvat hendi í september?
Altjóða partabrøv hækkaðu við 1% í september, og samlaða avkastið seinastu 12 mánaðirnar er
nú komið upp á 17%. Tað vóru serliga nøkur fá stór amerikonsk partabrøv, ið stóðu fyri positiva
avkastinum í september – fyrst og fremst tøknipartabrøv innan fyri vitlíki. Ein styrktur dollari
gjørdi eisini sítt til positiva avkastið.
Donsk partabrøv fullu heili 4,6% í september, serliga orsakað av enn einari afturgongd hjá Novo
Nordisk. Norðurlendsk partabrøv høvdu eisini ein vánaligan mánað við einum avkasti upp á
3,9%. Sum heild fullu nógv partabrøv kring heimin í september.
Oljuprísurin og renturnar hækkaðu enn meira í september. Hetta hevði við sær negativ avkøst á
øllum sløgum av lánsbrøvum, eina flatari rentukurvu og lægri prísir á dýrmetallum so sum gulli
og silvuri.
Donsk stutt- og langfreistað lánsbrøv høvdu negativ avkøst upp á ávikavist -0,4% og -1,5%.
Vinnulánsbrøv og lánsbrøv úr londum við høgum rentum høvdu somuleiðis negativ avkøst upp á
ávikavist -1,5% og heili -4%.
Hví? Bjartskygni um vitlíki vigar fyribils upp ímóti hægri prísvøkstri og rentum
Altjóða íløguhugurin, sum serliga er rikin av stórum íløgum í vitlíki, helt fram í september. Hetta
styrkti væntanirnar um inntøkurnar hjá vitlíkisfyritøkum og vigaði fyribils upp ímóti negativu
ávirkanini, sum stóru rentuhækkingarnar høvdu á nógv partabrøv í vitlíki og tøkni.
Hinvegin hava stóri lánitørvurin hjá statum og tøknifyritøkum, framhaldandi búskaparlig
framgongd kring heimin og vaksandi óvissa um prísvøksturin trýst renturnar upp. Óvissan um
prísvøksturin stavar millum annað frá áhaldandi stríðnum í Miðeystri.
Hægri renturnar hava rakt lánsbrævamarknaðirnar hart og hava eisini havt negativa ávirkan á
fleiri partabrøv uttan fyri tøknigeiran, eitt nú bankapartabrøv og partabrøv í fyritøkum, sum selja
nýtsluvørur.
Høgar rentur og ein rentukurva, sum gerst flatari, tá ið stuttfreistaðu renturnar hækka meira enn
tær langfreistaðu, kunnu gera tað truplari hjá hesum fyritøkum at reka lønandi virksemi.
Altjóða framgongdin heldur fram, men fleiri avbjóðingar eru fyri framman
Nú vit eru komin inn í fjórða ársfjórðing, heldur búskaparliga framgongdin kring heimin fram. Tað
benda í øllum førum nýggjastu kanningarnar av støðuni í vinnulívinum í Evropa, USA og Asia á.
Tær vísa allar góðan vøkstur í fleiri vinnugreinum.
Tøl fyri arbeiðsmarknaðin í USA og fráboðanir úr altjóða tøknigeiranum benda eisini á, at góðu
fortreytirnar fyri vøkstri og vinningi fara at halda fram í eina tíð afturat.
Malurtin í bikarinum er tó, at fyritøkurnar samstundis boða frá vaksandi prístrýsti.
Innkeypsprísirnir hækka, og fyritøkurnar vænta at lata príshækkingarnar fara víðari til
brúkararnar næstu mánaðirnar.
Heimsbúskapurin er sostatt í einum brávøkstri, men samstundis er prísvøksturin eisini
vaksandi. Tí eru fleiri miðbankar framvegis í ferð við at hækka renturnar fyri at forða fyri, at
prísvøksturin gerst ov stórur.
Hækkandi rentur skapa eisini órógv á fíggjarmarknaðunum, tí tað gerst dýrari at læna pengar og
at hava skuld. Væntandi fer hetta at tálma búskaparliga vøkstrinum um nakrar ársfjórðingar.
Samstundis er nýggj órógv um Frakland í evruøkinum. Landið stríðist við stórt hall á fíggjarlógini,
skjótt vaksandi statsskuld og politiska ósemju um, hvussu trupulleikarnir við skuldini skulu
loysast.
Fyribils – tað vil siga næstu vikurnar og mánaðirnar – fara fíggjarmarknaðirnir serliga at hava
eyguni eftir roknskapunum fyri triðja ársfjórðing, gongdini í krígnum í Iran,
handilssamráðingunum millum ES og Kina og órógvinum um skuldarstøðuna í evruøkinum.
Hyggja vit longri fram, verður avgerandi, um vøksturin í vitlíki er haldførur. Tað fer at hava stóran
týdning fyri, um búskaparliga framgongdin kring heimin og positiva gongdin á
partabrævamarknaðunum fara at halda fram.
Fleiri vinnugreinar, og ikki bara tøknigeirin, njóta í hesum ársfjórðingunum gott av stóru
íløgunum í telduútgerð, dátamiðstøðir og annað tøkniligt undirstøðukervi.







