Tað er vorðið enn og bíligari at vera kundi í LÍV.
LÍV hevur sum aðalmál, at ágóðin hjá felagnum skal koma kundunum til góðar.
Felagið hevur seinnu árini bjóðað nógvum nýggjum kundum vælkomnum. Hetta ber við sær, at alt fleiri herðar eru at bera samlaðu byrðarnar.
Við útgangsstøði í góðu gongdini hevur felagið enn einaferð lækka umsitingarkostnaðin fyri kundarnar hjá P/F Tryggingarfelagnum LÍV, sum hava marknaðarrentuskipan. Talan er um kundar við uppsparing sum er stovnað eftir 2012.
Frá 1. januar 2026 lækkaði umsitingargjaldið av árliga inngjaldinum til eftirløn 10%. Umsitingarkostnaðurin av inngjaldinum lækkar úr 2,5% niður á 2,25%. Spardi umsitingarkostnaðurin verður lagdur afturat eftirlønaruppsparingini hjá kundanum, soleiðis at meira verður eftir til eftirlønina, tá ið kundin fer av arbeiðsmarknaðinum. Fasta árliga gjaldið verður óbroytt kr. 150.
Síðani 2016 er umsitingargjaldið av árliga inngjaldinum lækkað úr 6% niður á 2,25%, ímeðan árligi fasti kostnaðurin er lækkaður úr kr. 300 niður á kr. 150.
Enn og bíligari at vera kundi í LÍV
5. januar 2026

Aðrar greinar

13. mai 2026
Frágreiðing um burðardygd 2025
Frágreiðing um burðardygd LÍV-samtakið hevur í dag almannakunngjørt sína…
Les meira

13. mai 2026
Innkalling til eyka aðalfund í Ognarfelagnum LÍV
Við hesum verður innkallað til eyka aðalfund í Ognarfelagnum LÍV hósdagin…
Les meira
10. apríl 2026
Innkomin uppskot til viðtøkubroytingar
Broyting í § 4 Verandi orðing: “Allir tryggingartakarar og tryggjað sambæ…
Les meira

30. mars 2026
Hug at gerast tryggingarnæmingur?
Hug at gerast tryggingarnæmingur? Starvið Hevur tú hug at arbeiða við kunda…
Les meira


