fo / en

Mentanarnátt 2025

Kom við á okkara seinastu Mentanarnátt, í næstum flyta vit í nýtt høvuðssæti á Óðinshædd.
Vit takka fyri okkum í Kopargøtu 1 við einum brakið. 

Kl. 16:30 LÍV-garðurin letur upp, opið er til kl. 21:00

Á skránni eru tiltøk til børn og barnsligar sálir, eisini verður livandi tónleikur og undirhald. 

Skráin fyri mentanarnáttina 2025:

Í LÍV-garðinum verður m.a. rørsluveiða, fiskibrunnur, gullgrevstur og vindmyllur til børnini. Ábit verður frá 17:00-19:00 ella so leingi, tað røkkur.

17:00 Klovnurin BUBU

18:00 Gudny Rasmussen

19:00 Marius Ziska

20:00 SAKARIS

21:00 LÍV-garðurin letur aftur.

Vinnararnir av rørsluveiðuni verða kunngjørdir á sosialu miðlunum.

Tiltakið er úti, tískil eru øll vælkomin oman at hugna sær úti saman við okkum í LÍV-garðinum!
Síggjast vit?

Aðrar greinar