
Netfyrilestur
Til tín sum nærkast pensjónsaldri
Tá ið tú nærkast pensjónsaldri
Henda framløgan er ætla tær, sum nærkast pensjónsaldri
Tað er altíð gott í góðari tíð at hyggja uppá síni pensjónviðurskiftir.
Tað vísir seg, at fyrr man setur seg inn í síni viðurskifti um hvussu man skal brúka sína pensjónstilveru, betri verða førleikarnir og somuleiðis verður heilsan eisini betri.
Hoyr ráðgevara okkara, Gunnvør Dam Jensen, greiða frá í filmsbrotinum, hvat ein pensjón er, og hvussu tú kanst fáa yvirlit yvir tína pensjón/eftirløn hjá LÍV. Vit vísa eisini, hvussu tú brúkar kundaportalin hjá LÍV fyri at síggja tínar uppsparingar og møguleikar.
Vit eru klár at hjálpa tær
Hevur tú spurningar ella ynskir tú ráðgeving,
so ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Send okkum eini boð á liv@liv.fo, ring til okkara á 31 11 11 ella rita inn á kundaportalin Mítt LÍV og send okkum eini boð.