fo / en

Starvsfólkatrygging

Allar fyritøkur hava eitt í felag: starvsfólkini.
Ein fortreyt fyri góðum arbeiðslívi er, at vit kenna okkum trygg.
Við eini starvsfólkatrygging vísir tú, at tú tekur ábyrgd sum stjóri, og at tú raðfestir tíni starvsfólk.
Eisini tá ið lívið knappliga broytist.


Á LÍV hjálpa vit tær at skapa tryggar karmar til tíni starvsfólk – uttan mun til, hvussu stór fyritøkan er.

Fá eitt óbindandi prát við ein av okkara tryggingarráðgevum, fyri at finna fram til hvørjir møguleikar eru.
Hetta verður gjørt uttan stovningarkostnað.

Hvørja loysn skalt tú velja?

Tað er ymiskt hvør tørvurin er
Fá eitt óbindandi prát við ein av okkara tryggingarráðgevum, fyri at finna fram til hvørjir møguleikar eru.

Lívstrygging

Lívstrygging er ætlað teimum nærmastu at fóta sær fíggjarliga, um starvsfólk fellur frá áðrenn fylta pensjónsaldur.
Goldið verður út til næsta avvarðandi, um ikki onnur skrivlig avtala er gjørd við LÍV.

Útgjaldið er skattafrítt

Dømi um tryggingarupphæddir
Mðr. gjald

100 kr.

150 kr.

200 kr.

15-49ár
Upphædd

500.000

750.000

1.000.000

50-54ár
Upphædd

400.000

600.000

800.000

55-67 1/2ár
Upphædd

300.000

450.000

600.000

Upphæddin verður goldin út í einum.
Útgjaldið er skattafrítt.
Goldið verður til næsta avvarandi, um onnur skrivlig avtala ikki er gjørd við LÍV.

Ávísar hættisligar sjúkur

Trygging í samband við ávísar hættisligar sjúkur veitir eitt skattafrítt útgjald, um starvsfólk ella børn undir 18 ár verða rakt av ávísari hættisligari sjúku.
ein avtalað upphædd verður útgoldin, og tað er starvsfólki, sum ger av, hvussu upphæddin verður brúkt.

Útgjaldið er skattafrítt

Dømi um tryggingarupphæddir
Mðr. gjald

62,50 kr.

75 kr.

100 kr.

Upphædd

125.000

150.000

200.000

Upphæddin verður útgoldin í einum.
Veljast kann millum tríggjar samansetingar
Galdandi fyri tryggjaða og børn u/ 18 ár

Óarbeiðsføristrygging

Óarbeiðsføri kann raka fíggjarliga grundarlagið sera meint. tí bjóða vit eina óarbeiðsføristrygging til tíni starvsfólk, sum kann bøta um fíggjarliga smeitin, um illa vil til.
Tryggingin fellur til útgjaldingar, um arbeiðsorkan verður skerd við 2/3 ella meira.
Útgjaldið byrjar 3 mánaðir eftir at óarbeiðsføri er staðfest.
Árliga upphæddin verður goldin út í mánaðarligum veitingum.

Útgjaldið er skattafrítt

Dømi um tryggingarupphæddir
Mðr. gjald

445,20 kr.

336 kr.

252 kr.

168 kr.

Upphædd

106.000*

80.000

60.000

40.000

Árliga upphæddin verður útgoldin í mánaðarligum veitingum.

* Við at velja hesa upphædd, fylgir óarbeiðsførisveitingin mótrokningarmarkinum, ið Almannaverkið ásetur á hvørjum ári. Veitingin og tryggingargjaldið kann broytast árliga.

Viðgerðartrygging

Meira um viðgerðartrygging

Er starvsfólkið ikki komin í viðgerð innan 10 dagar, eftir at sjúkuavgerðin (diagnosan) er staðfest, er møguligt at søkja um viðgerð á privatsjúkrahúsi.
Í samband við skaðafráboðan ritar man inn hjá Gjensidige við at brúka Samleikan. Svarið hevur ein innan 2 yrkadagar. 

Eisini kann søkjast um ískoyti til serlækna, fysioterapi, ergoterapi, zoneterapi, fótterapi, vøddamýkjan, kiropraktor, sálarfrøðing, akupunktur og kostráðgeva.

Dømi um tryggingarupphæddir 1-39 starvsfólk
1-39 starvsfólk

Trygging

Transport

Familja*

Árliga Upphædd

2.600

1.035

2.691

*Prísur fyri hjúnafelag/sambúgva verður sent heim privat.
Børn undir 24 ár eru automatiskt fevnd av trygging um bæði foreldur eru.
Er man einligur við børnum er kostnaðurin pr. barn árliga 775 kr. upp til 24 ár.
Familjutryggingin hevur karens (bíðitíð) á 6 mðr. fyri gamlar skaðar/sjúkur.

Upplýstu prísir eru galdandi um tað eru millum 1-39 starvsfólk í fyritøkuni.
Um spurningar eru eru tit vælkomin at ringa 31 11 11 ella senda teldupost til liv@liv.fo

Dømi um tryggingarupphæddir 40-100 starvsfólk
40-100 starvsfólk

Trygging

Transport

Familja*

Árliga Upphædd

1.867

880

1.933

*Prísur fyri hjúnafelag/sambúgva verður sent heim privat.
Børn undir 24 ár eru automatiskt fevnd av trygging um bæði foreldur eru.
Er man einligur við børnum er kostnaðurin pr. barn árliga 775 kr. upp til 24 ár.
Familjutryggingin hevur karens (bíðitíð) á 6 mðr. fyri gamlar skaðar/sjúkur.

Upplýstu prísir eru galdandi um tað eru millum 40-100 starvsfólk í fyritøkuni.
Um spurningar eru eru tit vælkomin at ringa 31 11 11 ella senda teldupost til liv@liv.fo

Limaportalurin

Við Limaportalinum fært tú lætt og ómakaleyst umsiti tey viðurskifti
tín fyritøka hevur hjá LÍV.

Set teg í samband við ein av okkara kundaráðgevum og vit hjálpa tær.

Vit eru klár at hjálpa tær

Hevur tú spurningar ella ynskir tú ráðgeving,
so ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Send okkum eini boð á liv@liv.fo, ring til okkara á 31 11 11 ella rita inn á kundaportalin Mítt LÍV og send okkum eini boð.