fo / en

Leys størv

r

v

Starvslýsing: Kundaráðgevi til LÍV

Arbeiðsstaður: Tórshavn

Dugir tú at veita góða ráðgeving og hjálpa fólki at skilja tað, ið kann kennast fløkt? So er tað tær, ið vit leita eftir. Tryggingarfelagið LÍV sóknast eftir kundaráðgeva.

Um okkum

LÍV er eitt lívstryggingarfelag, ið er ein týdningarmikil leikari á føroyska marknaðinum og arbeiðir miðvíst fyri at tryggja okkara viðskiftafólkum tryggleika og fíggjarligt støðufesti. LÍV er júst flutt í nýggj, nútímans høli í Óðinsbrú.

Um starvið

Saman við einum sterkum toymi á kundadeildini hevur tú tætt samskifti við kundar okkara, og er tín fremsti leiklutur at veita eina góða kundatænastu.

Høvuðsuppgávur

  • Samskifta við verandi og nýggjar kundar umvegis telefon, teldupost og persónliga
  • Ráðgeva um pensjón, lívstryggingar og íløgur
  • Fyrisitingarligar uppgávur, sum til dømis at stovna nýggjar kundar og skráseta broytingar í verandi avtalum

Vit sóknast eftir tær, ið

  • Dugir væl at fáa og varðveita gott samband við verandi og nýggjar kundar
  • Er álítandi og arbeiðir skipað
  • Trívist við bæði afturvendandi og nýggjum uppgávum
  • Hevur góð samskiftis- og samstarvsevni

Viðkomandi royndir og/ella útbúgving eru ein fyrimunur.

Vit bjóða

  • Ein týðandi leiklut í einum týðandi felag í Føroyum
  • Kappingarførar treytir og møguleikar fyri persónligari og fakligari menning
  • Eitt virkið og professionelt toymi, sum arbeiðir fyri at skapa virði fyri okkara kundar

Byrjanardagur

Starvið verður sett skjótast gjørligt, og lønin verður ásett sambært avtalu millum YTF og FAG.

Umsókn

Send umsókn og lívsrensl til starv@liv.fo í seinasta lagi 16. januar 2026.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við
Sólvá Hjaltalin Olsen, leiðara, á 231119 ella solva@liv.fo.

Vit eru klár at hjálpa tær

Hevur tú spurningar ella ynskir tú ráðgeving,
so ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Send okkum eini boð á liv@liv.fo, ring til okkara á 31 11 11 ella
rita inn á kundaportalin Mítt LÍV og send okkum eini boð.