Bíðilistin er nú opin til íbúðirnar við Sandin í Klaksvík og á Hamrinum á Argjum.
Skráset teg á bíðilistan innan 10. oktober.
Vit kasta lut um raðfylgju millum tey, ið skriva seg á bíðilistan millum 2.-10. oktober.
Tey, sum tekna seg eftir hetta, koma á bíðilistan í somu raðfylgju, sum tey hava teknað seg.
Skráset teg á www.livfastogn.fo
- Kundar, ið hava LÍV sum sín høvuðseftirlønarveitara, hava framíhjárætt til íbúðirnar.
Hetta merkir, at tú skalt hava fingið útgjald ella goldið eftirløn inn til LÍV í seinasta lagi frá mánaðarskiftinum nov./des. 2025.
Gev gætur, at um hetta bert er eftirløn av einum eykaarbeiði, fært tú ikki framíhjárætt. - Vilt tú hava framíhjárætt? Upplýs arbeiðsgevaranum hetta kontunummar: 9181-478.898.4.
Ivast tú í, hvussu hetta ávirkar tínar persónstryggingar hjá verandi veitara? Vend tær til LÍV á 31 11 11, og vit hjálpa tær.