Nú er framgongd á bæði parta- og lánsbrøvum
Meira órógv var á marknaðunum í november, men síðst í mánaðinum vendist afturgongd til
framgongd, og tí fullu altjóða partabrøv bara 0,5 prosent. Síðani hesa tíðina í fjør hava altjóða
partabrøv kastað av sær 8,2 prosent. Árið hevur aftur verið vánaligt í donskum partabrøvum,
men tey batnaðu munandi í november og vuksu heili 3,7 prosent. Samlaði vøksturin síðani
árslok er kortini bara 0,5 prosent, og tað kemst serliga av afturgongdini í Novo-partabrævinum.
Áhugin fyri heilsu- og lívtøknipartabrøvum vaks nakað í november, men annars eru tað
framvegis tey stóru Magnificent-7-partabrøvini, sum eru orsøk til framgongdina. Vælumtókt øki
sum kvantum-tøkni, verja og kjarnorka fullu nógv og hava framvegis ikki heilt fótað sær fyrst í
desember.
Renturnar broyttust ikki nógv í síðsta mánaði, og tí vóru sveiggini í avkøstunum á teimum flestu
lánsbrøvunum smá. Órógvið á marknaðunum hevði við sær lítla afturgongd á
vinnulánsbrøvunum, sum kortini batnaðu, tá ið marknaðirnir fóru uppeftir aftur. Samanborið við
hesa tíðina í fjør hava vinnulánsbrøv kastað 3,5 til 4,5 prosent av sær. Lánsbrøvini í
hárentulondum høvdu positivt avkast og liggja hægst í ár við næstan 11 prosentum í avkasti.
Dollarin fór upp, sum november leið, meðan krypto-gjaldoyru fullu nógv. Tó tykjast bæði at hava
fótað sær fyrst í november. Nógvir rávøruprísir lækkaðu fyrst í november, men teir hava
somuleiðis fótað sær aftur – tó ikki oljuprísirnir sum framvegis eru lágir.
Hví? Stúran um vitlíki er skift út við bjartskygni um vøkstur
Íleggjarar trúðu ikki heilt upp á haldførið í íløguvøkstrinum á vitlíkisøkinum í USA og óttaðust ein
brásteðg. Men sum mánaðurin leið, bleiv stúranin skift út við vón um fleiri rentulækkingar frá
amerikanska miðbankanum. Hetta hendi, tí fleiri leiðandi fólk í rentunevndini hjá miðbankanum
lótu koma til sjóndar, at tørvur er á lægri rentum í USA, tí arbeiðsmarknaðurin er viknaður.
Orsakað av skattalækkingum í USA og lagaligari fíggjarpolitikki í Evropa øktust væntanirnar til
størri vøkstur fyrst í 2026. Hetta hevur somuleiðis bøtt um gongdina á partabræva- og
vinnulánsbrævamarknaðunum, fingð dollaran at vikna og skapt áhuga fyri cykliskum
partabrøvum og nógvum rávørum. Og harafturat hava hesi viðurskiftini eisini trýst renturnar eitt
vet upp.
Framtíðar spurningurin hjá íleggjarum er tí, um bjartskygnið um vøkstur og rentur heldur fram,
ella um vaksandi inflatión ella minni vøkstur fara at oyðileggja núverandi góðu gongdina.
Svartskygdir íleggjarar brúka ábendingar um ein enn veikari kinesiskan sethúsamarknað og sera
lítlar ábendingar um amerikanska arbeiðsmarknaðin, sum tekin um at heimsbúskapurin ikki
hevur tað so gott, sum tey bjartskygdu vilja vera við. Higartil sær vøksturin í vitlíkisíløgum út til at
vaksa við somu ferð inn í 2026.
Tí eru ábendingar um vøkstur í USA og Kina næstu tíðina og tekn frá miðbankunum um fleiri
rentulækkingar ella steðg avgerandi næstu tíðina. ECB hevur víst, at tey eru væl nøgd við eina
rentu upp á 2 prosent, meðan stór ósemja er um rentuna innanhýsis í amerikanska
miðbankanum.
Marknaðarkunning fyri november 2025
16. desember 2025

Aðrar greinar

15. september 2025
Marknaðarkunning fyri august 2025
Friðarligur august við lítlum, positivum avkøstum Í august vóru kursbroyti…
Les meira

1. september 2025
Merkisdagar á L´ÍV
Í dag er ein serligur dagur á LÍV. Í morgun høvdu vit eina hugnaliga løtu …
Les meira

18. august 2025
Marknaðarkunning fyri juli 2025
Partabrævavøksturin rakar ikki Norðurlond og Danmark – renturnar støðugar…
Les meira

1. juli 2025
LÍV flytur á Óðinshædd
Tann 21. juli fara vit úr okkara núverandi hølum á Kopargøtu 1, har vit hav…
Les meira


