Partabrævavøksturin rakar ikki Norðurlond og Danmark – renturnar støðugar
Vøksturin í partabrøvum, sum tók seg upp um hálvan apríl, helt fram í seinasta mánaði, og ein
styrktur dollari dró avkastið longri upp, soleiðis at samlaða avkastið á altjóða partabrøvum í
juli var 4,0 %. Hetta merkir samstundis, at ársavkastið á altjóða partabrøvum kom akkurát upp
um null. Tey konjunktur viðkvomu ella syklisku partabrøvini vuksu mest, meðan verjukendu
partabrøvini ikki vuksu nógv.
Enn eina ferð rakti partabrævavøksturin ikki norðurlendsk og donsk partabrøv, sum í juli høvdu
eitt avkast upp á ávikavist -4,9 % og -2,4 %. Serliga fallið í partabrævainum hjá Novo Nordisk
hevði sína ávirkan. Frá ársbyrjan til síðst í juli eru donsk og norðurlendsk partabrøv fallin við
umleið 4 %.
Renturnar hildu fram at sveiggja upp og niður í juli, og avkastið á donskum statslánsbrøvum
var nær við null av tí sama. Áhugin fyri váðafúsu vinnu- og hárentulánsbrøvunum vaks enn
eina ferð – hesi hava seinasta árið kastað av sær millum 0,6–1,1 % og 2,4–5,5 %.
Eftir at hava verið lækkandi í fleiri mánaðir, var dollarin styrktur í juli, og tað hevði við sær, at
framgongdin við fleiri rávørum sum til dømis gulli helt uppat.
Hví? Góð roknskapartøl og bjartskygni um vøkstur og inflatión
Tey góðu avkastini standast serliga av, at íleggjarar kring heimin nú trúgva uppá, at gongdin í
heimsbúskapinum verður laglaligari seinna hálvárið 2025 – tann sokallaða “Guldlok”-støðan.
Tað er, tá ið bæði vøkstur og inflatión eru passaliga lág, soleiðis at bæði inflatión og rentur
standa í stað, meðan vøksturin kortini er nóg stórur til, at fyritøkur kunnu økja um sín vinning.
Flestu íleggjarar halda í løtuni ikki, at handilspolitikkurin hjá Trump fer at hækka inflatiónina í
USA serliga nógv. Næstu mánaðirnir fara at vísa, um hetta bjartskygnið fer at halda sær.
Góð roknskapartøl í øðrum ársfjórðingi – serstakliga í amerikonskum feløgum og ikki minst
teimum stóru tøknifyritøkunum – hava eisini gjørt sítt, hóast avgerðin hjá amerikanska
miðbankanum um ikki at lækka rentuna dró hin vegin.
Tó hevur vøksturin í vinningi í fleiri geirum verið rættiliga lágur, og tað kann benda á nakrar
vakstrartrupulleikar – bæði altjóða og í USA. Lægri inflatiónstøl enn væntað hava hinvegin
fingið fleiri at vænta, at amerikanski miðbankin (Fed) fer at lækka rentuna næsta árið, og við tí
er gongdin á partabrævamarknaðinum positivari.
Niðurstøðan er, at so leingi sum íleggjarar trúgva upp á eina lagaligari gongd í
heimsbúskapinum, er gongdin positiv fyri bæði partabrøv og lánsbrøv. Hækkandi inflatión ella
lægri vøkstur kunnu tó ávirka núverandi positivu gongd.