Smá avkøst í januar
Altjóða partabrøv hækkaðu 1,6 % í januar. Orsøkin er, at íleggjarar fluttu pengar sínar úr
amerikonskum og tøkniligum partabrøvum og í staðin settu teir pengar í partabrøv í Emerging
Markets, í smærri feløg og í vinnugreinar so sum orku, rávørur og ídnað.
Donsk partabrøv kastaðu væl av sær triðja mánaðin á rað, men eru aftur fallin nakað fyrst í
februar, tí nakað av órógv hevur verið á altjóða partabrævamarknaðinum.
Øll lánsbrøv høvdu eisini smærri avkast í januar. Hinvegin fall dollarin nakað, samstundis sum
oljuprísurin hækkaði. Prísirnir á fleiri gimsteinum og ídnaðarmetallum hildu fram at vaksa líka
nógv, men seinastu vikurnar hava stór prísfall verið.
Hví? Góð roknskapartøl, geopolitiskur friður og fallandi inflatión
Teir fyrstu roknskapirnir úr USA, Asia og Evropa fyri fjórða ársfjórðing 2025 høvdu betri úrslit, enn
væntað, og útlitini fyri 2026 eru somuleiðis nakað betri enn væntað.
Harafturat framdi Trump enn ein sokallaðan TACO (Trump Always Chickens Out). Tað vil siga, at
hann hótti við alskyns tiltøkum í sambandi við Grønland, Danmark og handil við ES – fyri síðani
at taka hóttanirnar aftur. Hetta hevur skapt størri geopolitiskan frið. Tó fáa mongu álopini frá
Trump á sameind hjá USA alsamt fleiri altjóða íleggjarar at venda USA og amerikonskum
partabrøvum bakið.
Inflatiónin í ES og USA helt fram við at minka tvørtur um ársskiftið, sum er gott fyri bæði
lánsbræva- og partabrævamarknaðirnar.
Meiri marknaðarófriður fyrst í februar – ófriður í tøknivinnuni
Framúr góða gongdin á fíggjarmarknaðunum síðst í januar er vorðin ótryggari fyrst í februar.
Prísurin á metalli er fallin nógv – serliga á silvuri og gulli – eisini á kryptogjaldoyra og mongum
partabrøvum, serliga tøknipartabrøvum.
Tríggjar orsøkir eru til hetta:
- Ófriður í tøknivinnuni: Íleggjarar eru vorðnir ótryggir, tí tøknirisarnir gera munandi størri
íløgur í vitlíki enn væntað. Tað sæst eisini aftur í nýggjastu roknskapunum. Eisini verður
stúrt fyri, um vitlíkis-loysnir frameftir kunnu máa undan inntøkunum hjá softwarefeløgum. - Ivast í amerikanska búskapinum: Vánalig arbeiðsmarknaðartøl hesa vikuna hava sátt
iva um styrkina í amerikanska búskapinum og harvið eisini um inntøkuútlitini hjá
fyritøkum restina av 2026. - Sera bjartskygdir íleggjarar: Íleggjarar hava verið sera bjartskygdir, og nógvir hava tikið
størri váða enn vanligt. Hesir íleggjarar hava verið noyddir til at lata onkur støð aftur og
selja, og tað hevur elvt til víðari kursfall.
Eingin veit, hvussu leingi marknaðarófriðurin heldur fram, ella hvussu stór ein møgulig
afturgongd kann gerast. Afturgongdin kann eisini longu hæsa av næstu vikurnar.
Næstu vikurnar fara íleggjarar serliga at fylgja við nýggjastu vakstrar- og inflatiónstølunum í USA,
fleiri roknskapum og fráboðanum úr tøknivinnuni – og um Trump megnar at halda sær og ikki
skapa nýggjan altjóða politiskan ófrið – eitt nú í sambandi við Iran







