Partabrøv og rentur fullu nógv í mars og fyrst í apríl
Apríl gekk í tveimum. Stór partabræva kursfall vóru fyrst í mánaðinum og síðani hækking.
Hesi bæði tilsamans gjørdu, at samlaða tapið á altjóða partabrøvunum í apríl var 4%. Donsk
partabrøv megnaðu at vinna alt tapið innaftur.
Í fyrstu atløgu vendur íleggjarar sær burtur frá amerikonskum partabrøvum, teimum cyklisku
ella ringpartabrøvunum og vakstrar- og dygdarpartabrøvum, men íleggjararnir komu aftur til
hesi í aðru atløgu.
Fjálturin á partabrævamarknaðunum smittaði lánsbrævamarknaðin – fyrst og fremst í USA –
har renturnar fyrst fóru upp og síðani fullu. Men eisini har sissaðist gongdin sum mánaðurin
leið, og renturnar í Evropa fóru niður, soleiðis apríl endaði við positivum avkasti – tó ikki á
lánsbrøvum í hárentulondum.
Rávøruprísurin kom somuleiðis undir trýst, tá ið dollarin fyrst fall og síðan styrknaði nakað
aftur mótvegis evruni og donsku krónuni.
Hví? Alt snýr seg um Trump, Kina og handilskríggj
2.apríl hækkaði amerikanski forsetin Donald Trump tollin munandi meira enn væntað á allar
innfluttar vørur – og serliga á vørur úr Kina. Onnur lond hava fingið ein samráðingarsteðg
upp á 90 dagar fyri at semjast um nýggjar tollsatsir. Trump hevur gjørt fleiri undantøk í apríl.
Kina hevur svarað aftur við líknandi revsitolli á amerikanskan útflutning til Kina, meðan ES er
á veg við sínum samráðingaruppleggi.
Vandin fyri altjóða handilskríggi og altjóða búskaparligari afturgongd økist av hesum. Og tað
gera vandin fyri negativum BTÚ-vøkstri, minni vinningi hjá fyritøkum, fyri inflatión og
vaksandi arbeiðsloysi eisini. Fyri amerikanska brúkaran virka hægri tollsatsir upp á sama
máta sum ein stór skattahækking, og harafturat elvir óvissan um altjóða handilsskipanina til,
at nógv virksemi steðgar upp í vinnuni, sum bíðar eftir, at greiða er fingin á hesum
viðurskiftunum.
Tí eru allir búskaparfrøðingar samdir um, at tess longri óvissan um handilskríggj og revsitoll
varir, tess størri skaða fáa búskaparligi vøksturin og inntøkurnar hjá fyritøkunum.
Marknaðarkreftirnar eru tískil stýrdar av útsagnunum hjá Donaldi Trump um handilskríggj ella
ikki handilskríggj og aftursvarunum úr Kina. Av tí sama ferðast kursirnir upp og niður bæði av
ótta fyri einari búskaparligari afturgongd og av lætta um, at Trump letur til at sissast, tá ið
toppstjórar og fíggjarmarknaðir ganga í móti honum. So hann kann ávirkast.
Hvat nú? Tann góða, tann eitt sindur ringa og tann grumma støðan
Lesur mann marknaðarviðmerkingar og greiningar frá altjóða fíggjarstovnum í hesum døgum
kann mann – sagt ógvuliga einfalt – býta tær sundur í tríggjar ymsar støður næstu 3-12
mánaðirnar.
Tann góða støðan: Vit hava sæð tað ringasta av handilskríggi, og næstu dagarnar og
vikurnar minkar ósemjan skjótt, og so líðandi verða handilssáttmálar gjørdir millum USA og
tess handilsfelagar. Høgu tollsatsirnir, sum virka sum eitur fyri altjóða handilin, fara eisini
niður.
Ferð kemur á aftur altjóða vøksturin, inntøkuvøksturin í vinnuni og talið á húsagangunum
innan fyri vinnulánsbrøvini heldur seg á lágum stigi. Sama gongd er á inflatiónini sum uttan
revsitoll, og hon nærkast málinum hjá Fed og ECB, sum er 2 prosent og heldur longu
renturnar støðugar ella til eitt avmarkað fall.
Tekur hendan støða seg upp, fara vit at síggja nýggj partabrævamet og góð avkøst á
vinnulánsbrøvum og vanligum lánsbrøvum.
Tann eitt sindur ringa støðan (men tað er heldur ikki verri enn so): Vit fara inn í eitt
longri tíðarbil við óstøðugum marknaðarprísi, har partabræva- og lánsbrævamarknaðirnir
onga kós hava næsta árið.
Teir vænta, at tað fer at taka fleiri mánaðir at fáa handilssáttmálar millum USA, Kina og ES
upp á pláss. Vinnan og íleggjarar vera øðrumegin hildin til av ítøkiligu teknunum um
samráðingar, men óvissan um, hvussu leingi samráðingarnar vara, og hvat úrslitið av
teimum verður, fer at tálma altjóða vøkstrinum í fleiri ársfjórðingar.
Tann grumma støðan:
Íleggjarar og fíggingarstovnar vænta sokallaðu partabræva bear-marknaðarstøðuna. Tað vil
siga stór kursføll sum í ringasta føri kunnu vera so stór sum 50 %. Seinast vit sóu so stór føll
var undir fíggjarkreppuni í 2008 og KT-bløðruni í 2000. Slík afturgongd vara vanliga
hálvtannað til fýra ár, og tað kann taka úr fimm upp í 20 ár at fáa tapini innaftur.
Tey svartskygdastu halda, at USA fer at gera nakrar smærri handilssáttmálar, men at tað
dregur út ella als ikki eydnast at fáa nakað upp á pláss millum USA, Kina og ES. Álvarsami
búskaparligi skelkurin togar heimsbúskapin niður í eina búskaparliga afturgongd og hevur við
sær risastórar niðurlagingar. Samstundis verða fleiri húsagangir, arbeiðsloysið veksur og
inflatiónin verður størri í eitt tíðarbil, sum avmarkar møguleikarnar hjá miðbankunum til at
bøta um afturgongdina.