Tann 21. juli fara vit úr okkara núverandi hølum á Kopargøtu 1, har vit hava hildið til í mong góð ár. Tað verður við sorgblídni, men eisini við gleði fyri tí, sum nú er fyri framman.
Frá mánadegnum 21. juli til fríggjadagin 1. august er stongt vegna summarfrí.
Vit lata upp 4. august í okkara nýggju hølum á Óðinshædd 11.
Vit vera at finna á 3. hædd á Óðinsbrú.
Vit gleða okkum framhaldandi at veita tykkum eina góða tænastu í nýggjum og tíðarhóskandi umstøðum.
