fo / en

Hug at gerast tryggingarnæmingur?

Hug at gerast tryggingarnæmingur?

Starvið

Hevur tú hug at arbeiða við kundatænastu og vera við til at tryggja framtíðina hjá kundum okkara? Hevur tú somuleiðis hegni og áræði at læra? So er tað tær, vit leita eftir.

Vit sóknast eftir næmingi, ið hevur gott yvirlit og samstundis dugir at fara niður í smálutir. Tín fremsti leiklutur verður at veita eina góða tænastu, bæði umvegis telefon, teldupost og persónliga.

Umframt samskifti við kundar fert tú eisini at arbeiða við fyrisitingarligum uppgávum á deildini, sum til dømis at stovna nýggjar kundar og skráseta broytingar. Arbeiðið inniber eisini, at tú hevur lætt við at seta teg inn í nýggjar skipanir.

Á LÍV arbeiða vit støðugt við at optimera arbeiðsgongdir og at gerast meira sjálvvirkandi, og hesum verður tú eisini partur av.

Sum næmingur hjá okkum verður tú partur av kundadeildini, ið telur 13 fólk.

Tað er ein treyt, at tú hevur miðnámsútbúgving.

Vit vænta, at tær dámar væl at samstarva og samskifta, og at tú arbeiðir sjálvstøðugt. Tú trívist við bæði afturvendandi og nýggjum uppgávum. Tú setur eina æru í, at arbeiðið er væl úr hondum greitt, og ert sinnað/ur at arbeiða meira, tá nógv er at gera.

Útbúgvingin

Lærutíðin er tvey ár og byrjar 1. september 2026. Skúlagongdin er í Føroyum og er skipað í samstarv við Forsikringsakademiet. Tú kanst lesa meira um útbúgvingina og møguleikum fyri víðari lestri á www.foak.dk.

LÍV

LÍV samtakið fær árliga umleið 550 mió.kr. í inngjøldum frá fleiri enn 30.000 kundum. Á LÍV stremba vit eftir at veita kundum okkara eina dygdargóða tænastu.

Vit stremba eftir at hava væl skikkað starvsfólk, sum verða førleikament eftir tørvi. Tú kemur at starvast saman við umleið 32 eldhugaðum starvsfelagum á skrivstovu okkara á Óðinshædd 11 í Tórshavn.

Setanarviðurskifti

Tú verður lønt/ur eftir sáttmála millum LÍV og YTF.  Á LÍV er full arbeiðsvika 35 tímar, umframt hálvan tíma døgurðasteðg. Góðar persónligar tryggingar er ein partur av setanini.

Umsókn

Umsókn saman við prógvum og lívsrensli skal sendast til starv@liv.fo í seinasta lagi týsdagin 8. mai 2026.

Um tú hevur spurningar til starvið, kanst tú skriva til Sólvá Hjaltalin Olsen, kundaleiðara, á solva@liv.fo ella ringja á 231119.

Aðrar greinar