fo / en

Category: Uncategorized @fo

  • Frágreiðing um burðardygd 2025

    Frágreiðing um burðardygd 2025

    Frágreiðing um burðardygd

    LÍV-samtakið hevur í dag almannakunngjørt sína fyrstu frágreiðing um burðardygd fyri árið 2025. Frágreiðingin gevur innlit í arbeiðið hjá felagnum innan umhvørvi, sosial viðurskifti og leiðslu, og er eitt fyrsta stig í arbeiðinum at styrkja gjøgnumskygni um burðardygd.

    Arbeiðið við frágreiðingini hevur givið LÍV betri innlit í, hvar størsta ávirkanin liggur, og hvørji øki kunnu mennast víðari komandi árini.

    Hetta er fyrstu ferð, vit hava savnað og skipað ESG-upplýsingar á hendan hátt, og hetta leggur samstundis eitt grundarlag fyri komandi málsetningum og víðari arbeiðið innanfyri burðardygd.

    Frágreiðingin kann lesast her:

  • Innkalling til eyka aðalfund í Ognarfelagnum LÍV

    Innkalling til eyka aðalfund í Ognarfelagnum LÍV

    Við hesum verður innkallað til eyka aðalfund í Ognarfelagnum LÍV hósdagin tann 28. mai 2026, kl. 12.30, á Hotel Hilton Garden Inn, Staravegur 13, 100 Tórshavn.

    Á skránni er: Viðtøkubroytingar.

    Innkomin uppskot til viðtøkubroytingar síggjast her.

    Til ber at tekna seg til eyka aðalfundin við at senda ein teldupost til ognarfelagid@liv.fo.

    Freist at boða frá luttøku til aðalfundin sambært § 6, stk. 2, í viðtøkum felagsins, er 20. mai kl. 12:30.

    Formansskapurin í Ognarfelagnum LÍV

  • Innkomin uppskot til viðtøkubroytingar

    Broyting í § 4

    Verandi orðing:

    “Allir tryggingartakarar og tryggjað sambært samlagstrygging hjá P/F Tryggingarfelagið LÍV ella feløgum tess eru limir í felagnum.

    Tryggingartakari og tryggjað sambært hesi grein eru øll tey, sum hava eitt tryggingarkundaforhold við eitt av feløgnum hjá P/F Tryggingarfelagnum LÍV hvønn tann 30.sept.”

    Uppskot til nýggja orðing:

    “Allir tryggingartakarar og tryggjað sambært samlagstrygging hjá P/F Tryggingarfelagið LÍV (LÍV2) eru limir í felagnum.

    Tryggingartakari og tryggjað sambært hesi grein eru øll tey, sum hava eitt tryggingarkundaforhold við P/F Tryggingarfelagið LÍV hvønn tann 30.sept.”

    Broyting í § 7, stk. 1

    Verandi orðing:

    “Stk. 1. Valt verður umboðsráð at taka avgerð felagsins vegna á aðalfundi felagsins. 35 umboðsráðslimir verða valdir av og millum limirnar í felagnum. Val er fjórða hvørt ár og allir 35 standa fyri vali, galdandi fyri val til Umboðsráðið aftaná 1.januar 2019.”

    Fyrra uppskot til nýggja orðing:

    “Stk. 1. Valt verður umboðsráð at taka avgerð felagsins vegna á aðalfundi felagsins. Í mesta lagi 35 umboðsráðslimir verða valdir av og millum limirnar í felagnum. Val er fjórða hvørt ár og allir 35 standa fyri vali, galdandi fyri val til Umboðsráðið aftaná 1.januar 2019.”

    Sostatt fellur § 7, stk. 2 burtur.

    Annað uppskot til nýggja orðing:

    “Stk. 1. Valt verður umboðsráð at taka avgerð felagsins vegna á aðalfundi felagsins. 35 umboðsráðslimir verða valdir av og millum limirnar í felagnum. Val er fjórða hvørt ár og allir 35 standa fyri vali, galdandi fyri val til Umboðsráðið aftaná 1.januar 2019. Av teimum meir enn 35, sum ikki eru vald í Umboðsráðið, eru tey at rokna sum eykavald í somu raðfylgju, sum tey hava fingið atkvøður til.”

    Nýggj § 7, stk. 4

    Uppskot til orðing:

    “Stk. 4. Umboðsráðið ásetur við einari reglugerð greiniligari reglur fyri starvi sínum. Reglurnar skulu í minsta lagi hava reglur um skipan av arbeiðnum í Umboðsráðnum, um fundir Umboðsráðsins, um trúnaðarskyldu og um gegni hjá umboðsfólkunum. Til at samtykkja og broyta reglugerðina krevst, at 2/3 meiriluti av øllum Umboðsráðnum.”

    Broyting í § 9, stk. 6

    Verandi orðing:

    “Stk. 6. Eru færri valevni uppstillað enn veljast skulu sambart § 7, stk. 1, verða teir vantandi umboðsráðslimirnir valdir av umboðsráðnum. Hettar verður fyriskipað á fyrsta fundi í nýggja umboðsráðnum.

    Uppskot til nýggja orðing:

    “Stk. 6. Eru færri enn 30 valevni uppstillað enn veljast skulu sambart § 7, stk. 1, verða vantandi umboðsráðslimirnir valdir av umboðsráðnum, soleiðis at umborðsráðið at byrja við verður mannað við í minsta lagi 30 umboðsráðslimum. Hetta verður fyriskipað á fyrsta fundi í nýggja umboðsráðnum.”

    Sambært § 19, stk. 2 í viðtøkum felagsins verður kravt, at í minsta lagi 2/3 av umboðsráðslimunum eru umboðaðir fyri at samtykkja uppskot til viðtøkubroytingar, og má viðtøka vera samtykt við minst 2/3 av greiddum atkvøðum.

  • Hug at gerast tryggingarnæmingur?

    Hug at gerast tryggingarnæmingur?

    Hug at gerast tryggingarnæmingur?

    Starvið

    Hevur tú hug at arbeiða við kundatænastu og vera við til at tryggja framtíðina hjá kundum okkara? Hevur tú somuleiðis hegni og áræði at læra? So er tað tær, vit leita eftir.

    Vit sóknast eftir næmingi, ið hevur gott yvirlit og samstundis dugir at fara niður í smálutir. Tín fremsti leiklutur verður at veita eina góða tænastu, bæði umvegis telefon, teldupost og persónliga.

    Umframt samskifti við kundar fert tú eisini at arbeiða við fyrisitingarligum uppgávum á deildini, sum til dømis at stovna nýggjar kundar og skráseta broytingar. Arbeiðið inniber eisini, at tú hevur lætt við at seta teg inn í nýggjar skipanir.

    Á LÍV arbeiða vit støðugt við at optimera arbeiðsgongdir og at gerast meira sjálvvirkandi, og hesum verður tú eisini partur av.

    Sum næmingur hjá okkum verður tú partur av kundadeildini, ið telur 13 fólk.

    Tað er ein treyt, at tú hevur miðnámsútbúgving.

    Vit vænta, at tær dámar væl at samstarva og samskifta, og at tú arbeiðir sjálvstøðugt. Tú trívist við bæði afturvendandi og nýggjum uppgávum. Tú setur eina æru í, at arbeiðið er væl úr hondum greitt, og ert sinnað/ur at arbeiða meira, tá nógv er at gera.

    Útbúgvingin

    Lærutíðin er tvey ár og byrjar 1. september 2026. Skúlagongdin er í Føroyum og er skipað í samstarv við Forsikringsakademiet. Tú kanst lesa meira um útbúgvingina og møguleikum fyri víðari lestri á www.foak.dk.

    LÍV

    LÍV samtakið fær árliga umleið 550 mió.kr. í inngjøldum frá fleiri enn 30.000 kundum. Á LÍV stremba vit eftir at veita kundum okkara eina dygdargóða tænastu.

    Vit stremba eftir at hava væl skikkað starvsfólk, sum verða førleikament eftir tørvi. Tú kemur at starvast saman við umleið 32 eldhugaðum starvsfelagum á skrivstovu okkara á Óðinshædd 11 í Tórshavn.

    Setanarviðurskifti

    Tú verður lønt/ur eftir sáttmála millum LÍV og YTF.  Á LÍV er full arbeiðsvika 35 tímar, umframt hálvan tíma døgurðasteðg. Góðar persónligar tryggingar er ein partur av setanini.

    Umsókn

    Umsókn saman við prógvum og lívsrensli skal sendast til starv@liv.fo í seinasta lagi fríggjadagin 8. mai 2026.

    Um tú hevur spurningar til starvið, kanst tú skriva til Sólvá Hjaltalin Olsen, kundaleiðara, á solva@liv.fo ella ringja á 231119.

  • Marknaðarkunning fyri Januar 2026

    Marknaðarkunning fyri Januar 2026

    Smá avkøst í januar
    Altjóða partabrøv hækkaðu 1,6 % í januar. Orsøkin er, at íleggjarar fluttu pengar sínar úr
    amerikonskum og tøkniligum partabrøvum og í staðin settu teir pengar í partabrøv í Emerging
    Markets, í smærri feløg og í vinnugreinar so sum orku, rávørur og ídnað.
    Donsk partabrøv kastaðu væl av sær triðja mánaðin á rað, men eru aftur fallin nakað fyrst í
    februar, tí nakað av órógv hevur verið á altjóða partabrævamarknaðinum.
    Øll lánsbrøv høvdu eisini smærri avkast í januar. Hinvegin fall dollarin nakað, samstundis sum
    oljuprísurin hækkaði. Prísirnir á fleiri gimsteinum og ídnaðarmetallum hildu fram at vaksa líka
    nógv, men seinastu vikurnar hava stór prísfall verið.


    Hví? Góð roknskapartøl, geopolitiskur friður og fallandi inflatión
    Teir fyrstu roknskapirnir úr USA, Asia og Evropa fyri fjórða ársfjórðing 2025 høvdu betri úrslit, enn
    væntað, og útlitini fyri 2026 eru somuleiðis nakað betri enn væntað.
    Harafturat framdi Trump enn ein sokallaðan TACO (Trump Always Chickens Out). Tað vil siga, at
    hann hótti við alskyns tiltøkum í sambandi við Grønland, Danmark og handil við ES – fyri síðani
    at taka hóttanirnar aftur. Hetta hevur skapt størri geopolitiskan frið. Tó fáa mongu álopini frá
    Trump á sameind hjá USA alsamt fleiri altjóða íleggjarar at venda USA og amerikonskum
    partabrøvum bakið.
    Inflatiónin í ES og USA helt fram við at minka tvørtur um ársskiftið, sum er gott fyri bæði
    lánsbræva- og partabrævamarknaðirnar.


    Meiri marknaðarófriður fyrst í februar – ófriður í tøknivinnuni
    Framúr góða gongdin á fíggjarmarknaðunum síðst í januar er vorðin ótryggari fyrst í februar.
    Prísurin á metalli er fallin nógv – serliga á silvuri og gulli – eisini á kryptogjaldoyra og mongum
    partabrøvum, serliga tøknipartabrøvum.
    Tríggjar orsøkir eru til hetta:

    • Ófriður í tøknivinnuni: Íleggjarar eru vorðnir ótryggir, tí tøknirisarnir gera munandi størri
      íløgur í vitlíki enn væntað. Tað sæst eisini aftur í nýggjastu roknskapunum. Eisini verður
      stúrt fyri, um vitlíkis-loysnir frameftir kunnu máa undan inntøkunum hjá softwarefeløgum.
    • Ivast í amerikanska búskapinum: Vánalig arbeiðsmarknaðartøl hesa vikuna hava sátt
      iva um styrkina í amerikanska búskapinum og harvið eisini um inntøkuútlitini hjá
      fyritøkum restina av 2026.
    • Sera bjartskygdir íleggjarar: Íleggjarar hava verið sera bjartskygdir, og nógvir hava tikið
      størri váða enn vanligt. Hesir íleggjarar hava verið noyddir til at lata onkur støð aftur og
      selja, og tað hevur elvt til víðari kursfall.

    Eingin veit, hvussu leingi marknaðarófriðurin heldur fram, ella hvussu stór ein møgulig
    afturgongd kann gerast. Afturgongdin kann eisini longu hæsa av næstu vikurnar.
    Næstu vikurnar fara íleggjarar serliga at fylgja við nýggjastu vakstrar- og inflatiónstølunum í USA,
    fleiri roknskapum og fráboðanum úr tøknivinnuni – og um Trump megnar at halda sær og ikki
    skapa nýggjan altjóða politiskan ófrið – eitt nú í sambandi við Iran

  • Enn og bíligari at vera kundi í LÍV

    Enn og bíligari at vera kundi í LÍV

    Tað er vorðið enn og bíligari at vera kundi í LÍV.

    LÍV hevur sum aðalmál, at ágóðin hjá felagnum skal koma kundunum til góðar.  
     
    Felagið hevur seinnu árini bjóðað nógvum nýggjum kundum vælkomnum. Hetta ber við sær, at alt fleiri herðar eru at bera samlaðu byrðarnar.
     
    Við útgangsstøði í góðu gongdini hevur felagið enn einaferð lækka umsitingarkostnaðin fyri kundarnar hjá P/F Tryggingarfelagnum LÍV, sum hava marknaðarrentuskipan. Talan er um kundar við uppsparing sum er stovnað eftir 2012.
     
    Frá 1. januar 2026 lækkaði umsitingargjaldið av árliga inngjaldinum til eftirløn 10%. Umsitingarkostnaðurin av inngjaldinum lækkar úr 2,5% niður á 2,25%. Spardi umsitingarkostnaðurin verður lagdur afturat eftirlønaruppsparingini hjá kundanum, soleiðis at meira verður eftir til eftirlønina, tá ið kundin fer av arbeiðsmarknaðinum. Fasta árliga gjaldið verður óbroytt kr. 150.
     
    Síðani 2016 er umsitingargjaldið av árliga inngjaldinum lækkað úr 6% niður á 2,25%, ímeðan árligi fasti kostnaðurin er lækkaður úr kr. 300 niður á kr. 150.

  • Barnabati

    Barnabati

    Vanliga lata vit øllum okkara samstarvsfeløgum eina jólagávu. Tað gera vit ikki í ár. 

    Í staðin verða okkara samstarvsfelagar partur av eini størri jólagávu. – Eini jólagávu, sum fer til tey, sum hava tað eitt sindur trupult á jólum.

    50.000 kr eru latnar til Barnabata. Hesin felagsskapur hjálpir barnafamiljum, sum eru fíggjarliga sperdar, og vit vóna, at okkara jólagáva lættir um og kann skapa gleði og ljós í hesi høgtíð.

  • 18 nýggjar leiguíbúðir í Runavík

    18 nýggjar leiguíbúðir í Runavík

    LÍV Fastogn gjørt avtalu um 18 nýggjar leiguíbúðir í miðbýarøkinum í Runavík

    LÍV Fastogn hevur gjørt avtalu við Sp/f Bryggjuna um at keypa byggiverkætlanina til Lon 1 í Runavík, umframt at avtala er gjørd við Sp/f Jóan Petur Vang um at byggja leiguíbúðir fyri LÍV Fastogn.

    Talan er um eina sera spennandi verkætlan mitt í hjartanum í Runavík, og verða tær 18 íbúðirnar væntandi klárar at flyta inn í á sumri 2027.

    LÍV samtakið arbeiðir miðvíst við at gera íløgur innan leiguíbúðarmarknaðin í Føroyum, og er avtalan um íbúðarverkætlanina í Runavík enn ein liður í hesum arbeiði.

    Hetta er triðja sjálvstøðuga íbúðarverkætlanin hjá LÍV Fastogn, og við hesi verkætlan verður LÍV Fastogn eigari av 104 leiguíbúðum í Føroyum.

    Hetta er eitt neyðugt stig, tí sambært Búskaparráðnum er bústaðartrotið í Føroyum vorðið ein týðandi fløskuhálsur, ið er við til at forða fyri framhaldandi fólka- og búskaparvøkstri.

    Á heysti 2026 verður møguligt hjá øllum at skriva seg á bíðilista. Grundað á, at íløgurnar eru gjørdar fyri eftirlønaruppsparing hjá kundunum hjá LÍV, fáa hesir eisini framíhjárætt til íbúðirnar.

    LÍV Fastogn er partur av LÍV og ger íløgur í íbúðir og aðra fastogn í Føroyum. Endamálið er at spjaða íløgurnar hjá kundunum og samstundis tryggja, at eftirlønaruppsparingin kemur kundunum og føroyska samfelagnum sum heild til góðar.

    Neyvari kunning um hesa og aðrar íbúðarverkætlanir hjá LÍV Fastogn er at finna á livfastogn.fo

  • Almenn móttøka

    Almenn móttøka

    Í sambandi við, at nýggi skrivstovubygningurin Óðinsbrú er tikin í brúk, verður almenn móttøka í nýggju hølunum.

    Móttøkan verður mánadagin 24. november 2025 kl. 15-17 í stásiligu hølunum á Óðinshædd 11, har ið høvi verður at vitja øll, sum hava leigað seg inn í bygningin.

    Nýggi bygningurin er í trimum hæddum: Á niðastu hædd húsast Norðoya Sparikassi og ein kontórfelagsskapur, har ið m.a. AKF og Howden Tryggingarmekling leiga. Á miðhæddini eru Arbeiðs- og brunaeftirlitið og Heilsustýrið. Á ovastu hædd hevur Tryggingarfelagið LÍV sítt høvuðssæti.

    Møguligar heilsanir kunnu sendast til Beran á kontu í Norðoya Sparikassa 9865-328-745-3.

    Øll eru hjartaliga vælkomin.

  • Marknaðarkunning fyri oktober 2025

    Marknaðarkunning fyri oktober 2025

    Framgongd í bæði parta- og lánsbrøvum í oktober

    Gongdin á partabrævamarknaðinum hevur verið góð síðani apríl, og hon helt fram í oktober við
    einum avkasti upp á heili fýra prosent. Síðani hesa tíðina í fjør eru altjóða partabrøv vaksin 8,8
    prosent. Hetta kemst serliga av framgongdini á partabrøvum frá nýggju marknaðunum, úr Japan
    og frá vitlíkis- og tøknivirðisbrøvum – herundir teimum stóru Magnificent-7-virðisbrøvunum í
    USA. Donsk partabrøv vuksu 3,5 prosent, men liggja framvegis nakað aftanfyri og eru negativ fyri
    alt árið – serliga orsakað av afturgongdini í Novo-partabrævinum. Ikki-váðafúsu partabrøvini eru
    eisini sum heild nakað aftan fyri marknaðargongdina, tó ikki heilsupartabrøv, sum íleggjarar
    tykjast at gerast meira áhugaðir í.

    Rentufall í USA elvdi til smá positiv avkøst á lánsbrøvum í oktober – bæði á stats-, realkreditt- og
    vinnulánsbrøvum. Bestu avkøstini vóru tó enn einaferð á lánsbrøvum í hárentulondum. Avkastið
    í oktober er 1,9 prosent, og tað er 10,6 prosent samanborið við hesa tíðina í fjør.

    Prísurin á málmi setti nýtt met í oktober, men kúvendi síðani og endaði við at falla síðst í
    mánaðinum saman við kryptogjaldoyrum. Oljuprísirnir hildu seg lágar, meðan dollarin styrktiskt.

    Hví? Nøktandi roknskapir, vitlíkis-ovfarakæti, handilslig vápnahvíld og vendingar

    Nógvir haldgóðir roknskapir í triðja ársfjórðingi gjørdu sítt til at varðveita góðu gongdina á
    partabrævamarknaðunum. Og trúgvin upp á uppgongutíðirnar í vitlíkisvinnuni varð staðfest við
    uppaftur størri íløguætlanum í seinastu roknskapunum hjá amerikonsku tøkni-risunum.
    Árslanga vápnahvíldin í handilskrígnum millum USA og Kina ger eisini mun rætta vegin.

    Seinastu vikurnar hava stórar og nógvar lánsfíggjaðar íløgur hjá privatum íleggjarum verið
    stongdar, og tað hevur skapt nakað av óvissu á partabrævamarknaðinum. Og færri positiv tekin
    frá amerikanska miðbankanum hava eisini gjørt sítt. Formaðurin í miðbankanum Jerome Powell
    gevur greiðar ábendingar um, at hann heldur, at íleggjararnir vænta í so nógvar rentulækkingar
    frá Fed’s komandi árið.

    Stongsulin í amerikanska statskassanum elvir til, at fleiri týdningarmikil búskaparlig lyklatøl,
    sum kunnu siga nakað um, hvussu gongdin í USA er, koma seinni út.

    Hóast óvissin er vorðin størri, trúgva tey flestu framvegis upp á eina lagaliga lending sum
    makrostøðu. Tað er tann sokallað “Gull-lokk” støðan, har talan er um góða gongd við bæði
    parta- og lánsbrøvum.

    Íleggjararnir fara tí at halda eyga við, um vaksandi inflatión ella minkandi vøkstur fara at
    oyðileggja núverandi góðu gongdina.