Lat okkum hjálpa tær at seta saman fíggjarliga trygdarnetið, 
so hongur tað ikki á tær


ALT Á EINUM STAÐ


ÓBINDANDI PRÁT

Flestu okkara eru sera umhugsin tá hús, bilur, innbúgv og aðrar ognir skulu tryggjast. Vit gloyma til tíðir, at tað eru vit sum persónar, sum borga fyri teimum umstøðum vit liva í. Missur av ognum er harmiligt, men rakar neyvan líka hart sum missur av arbeiðsorku ella um makin fellur frá. 


Tí eiga vit í góðum árum at tryggja okkum sjálv og okkara nærmastu á skynsaman hátt. Havast skal eisini í huga, at longri inngjaldingarskeiðið er fram til eftirlønaraldurin, lægri er upphæddin, sum skal setast av á hvørjum ári. Tað er einki at bíða við, kom inn á gólvið til eitt óbindandi prát.



RØTTU TRYGGINGARNAR

Eru tínar tryggingar rætt settar saman, tá hugsa verður um: 


 • Hjúnastøðu

 • Sambúgva 

 • Børn 

 • Húsakeyp 

 • Lønarlag v.m. 


Tá tað henda broytingar í tínum lívi, eigur tú at kannað eftir um tryggingarnar framvegis standa mát við tørvin hjá tær. Tú ert altíð vælkomin inn á gólvið til eitt prát, so vit í felag kunnu finna fram til hvør samanseting passar best til tín.

EFTIRLØNARUPPSPARING Á EINUM STAÐ

Vanliga ráða vit til, at tú samlar tína eftirlønaruppsparing á einum staði. 

Tað gevur betri innlit, og tá er eisini lættari at tillaga samansetingina soleiðis, at hendan stendur mát við tín tørv og ynskir. Tað er oftast peningur at spara, tá tú ikki skalt rinda umsitingargjald í fleiri støðum. Tað kunnu tó vera støður, sum gera, at tað ikki loysir seg at flyta tína samansparing. Set teg í samband við okkum, so vit í felag finna fram til bestu loynsnina til tín. 


Tú ert vælkomin at ringja til okkum á tlf. 31 11 11 og avtala eina tíð til samrøðu við ein kundaráðgeva.


SAMBAND

Hevur tú spurningar ella ivamál hoyra vit fegin frá tær. Send okkum eini boð her á síðuni og minst til at skriva títt p-tal, so vit eru vís í at samskifta við rætta viðkomandi.

Samband við LIV


Vitja okkum mánadag - hósdag kl. 10-16
og fríggjadag kl. 10-15

Kopargøta 1 – Boks 206 - 110 Tórshavn

Tú er vælkomin at skriva eini boð til okkara niðanfyri við at fylla út teigarnar.
Vinarliga minst til at skriva inn P-talið.

+298 31 11 11 / fax + 298 35 11 10