
Ávísar hættisligar sjúkur
Lætt um fíggjarliga um tú ella børn tíni verða rakt av ávísari hættisligari sjúku.
Ávísar hættisligar sjúkur
Rakar hættislig sjúka teg, kann tað hava stórar avleiðingar fyri teg og familju tína. Bæði kensluliga og fíggjarliga.
Tryggingin lættir um fíggjarliga um tú ella barn undir 18 ár vera rakt av ávísari hættisligari sjúku.
Tað er tú, sum gert av, hvussu peningurin verður brúktur.
Upphæddin kan t.d. geva ein fíggjarligan skáa fyrstu tíðina ella nýtast til serliga viðgerð, hjálpitól ella annað, sum kann lætta um í støðuni.
Útgjaldið er skattafrítt.
Tryggingin ávísar hættisligar sjúkur verður altíð tekna saman við eini lívstrygging.
Ásett er í tryggingartreytunum hvørjar sjúkur/sjukuavgerð eru fevndar av tryggingini og hvørjar reglurnar eru fyri útgjaldi.
Ofta settir spurningar
Hvørjar sjúkur fevnir tryggingin ‘ávísar hættisligar sjúkur’ um?
Ásett er í tryggingartreytunum hvørjar tryggingar eru fevndar, tryggingartreytirnar sært tú her.
Tryggingin fevnir um ymiskar sjúkuavgerðir, har ímillum kunna hesar nevnast tá ið tað kemur til vaksin:
Krabbameinssjúku(cancer), blóðtøpp í hjartanum, alzheimers sjúku, parkinsons sjúku, disseminerað sklerosa v.m.
Tá ið tað kemur til børn, fevnir tryggingin um eitt nú hesar sjúkur:
Krabbameinssjúku(cancer), týðandi brunaskaðar, hjartasjúka, ið krevur skurðviðgerð v.m.
Tó sært tú neyvari í tryggingartreytunum hvørjar sjúkuavgerðir tryggingin fevnir um.
Hevur tú spurningar ert tú vælkomin at ringja til okkara á 31 11 11 ella senda teldupost á liv@liv.fo
Eru børn fevnd av hesi trygging?
Ja, børn upp til 18 ár eru fevnd av hesi trygging.
Hevur tú spurningar ert tú vælkomin at ringja til okkara á 31 11 11 ella senda teldupost á liv@liv.fo
Hvat um eg fái eina ávísa hættisliga sjúku?
Gerst tú álvarsliga sjúk/ur og hevur tryggingina ‘ávísa hættisliga sjúku’, skalt tú seta teg í samband við okkum fyri at vita um tryggingin fevnir um tað, sum bagir tær.
Er tað fevnt av tryggingini, skalt tú fylla eitt ávíst oyðublað út, har tú søkir um at fáa útgjald.
Hevur tú spurningar ert tú vælkomin at ringja til okkara á 31 11 11 ella senda teldupost á liv@liv.fo
Ávirkast útgjaldið alt eftir hvørja sjúku eg fái?
Upphæddin er tann, sum er ásett í avtaluni, óansæð hvør sjúkuavgerðin er.
Tó er ofta munur á upphæddini hjá tryggjaða í mun til upphædd hjá børnum.
Ásetingarnar eru í tryggingartreytunum.
Hevur tú spurningar ert tú vælkomin at ringja til okkara á 31 11 11 ella senda teldupost á liv@liv.fo
Kann eg tekna tryggingina ‘ávísar hættisligar sjúkur’, um eg havi eina sjúku í frammanundan?
Tá ið tú teknar eina trygging, skalt tú útfylla eina heilsuváttan, óansæð um tú hevur sjúku ella bagir okkurt frammanundan.
Síðani verður mett um tína heilsustøðu, og møguleikan fyri at tekna tryggingina.
Hevur tú spurningar ert tú vælkomin at ringja til okkara á 31 11 11 ella senda teldupost á liv@liv.fo
Er neyðugt við heilsuváttan um eg ynski at tekna tryggingina ‘ávísar hættisligar sjúkur’?
Ja, vit krevja heilsuupplýsingar til allar tryggingar.
Hevur tú spurningar ert tú vælkomin at ringja til okkara á 31 11 11 ella senda teldupost á liv@liv.fo
Kann eg tekna tryggingina ávísar hættisligar sjúkur fyri seg, sum einastaka trygging?
Nei, tryggingin ávísar hættisligar sjúkur kann ikki teknast sum ein støk trygging, men verður altíð teknað saman við eini lívstrygging.
Tryggingarupphæddir
Veljast kann millum:
Dømi 1
Tryggjaði kr. 125.000
Børn u/ 18 ár kr. 125.000
Dømi 2
Tryggjaði kr. 200.000
Børn u/ 18 ár kr. 150.000
Tryggingartreytir
Hevur tú spurningar ella ynskir tú nærri frágreiðing, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á LÍV.
Vit eru klár at hjálpa tær
Hevur tú spurningar ella ynskir tú ráðgeving,
so ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Send okkum eini boð á liv@liv.fo, ring til okkara á 31 11 11 ella rita inn á kundaportalin Mítt LÍV og send okkum eini boð.





