
Umboðsráðið
Set tín dám á og stilla upp til Umboðsráðið hjá Ognarfelagnum LÍV
Stilla upp til Umboðsráðið hjá Ognarfelagnum LÍV
Nú kanst tú mynda framtíðina hjá føroya størsta lívstryggingar –
og eftirlønarfelag.
Sum kundi í LÍV stendur tær í boði at gerast valevni til Umboðsráðið.
Tað er kundin, sum eigur LÍV umvegis Ognarfelagið LÍV og P/F Fakfelag.
Málsetningurin er áhaldandi at veita eina góða tænastu og bera
vinningin aftur gjøgnum góðar tryggingar, lágan rakstrarkostnað
og eitt gott avkast á eftirlønaruppsparingini.
Allir tryggingartakarar í LÍV, við føstum bústaði í Føroyum,
hava rætt at stilla upp til umboðsráðið hjá LÍV.
Ynskir tú at bjóða teg fram sum valevni?
Freistin at stilla upp er til og við 14. desember 2026.
Ásetingar í samband við uppstilling
- Tú ert kundi í LÍV
- Tú hevur fastan bústað í Føroyum
- Hevur 5 stillarar. Stillarar skulu vera kundar í LÍV
- Ert ikki í starvi ella í nevnd/umboðsráði hjá fyritøku, sum kappast við LÍV
Tú finnur viðtøkurnar hjá Ognarfelagnum LÍV her.
Tú ert eisini vælkomin inn á gólvið hjá LÍV eftir einum uppstillingarskjali.
Uppgávan hjá Umboðsráðnum
- at velja tveir nevndarlimir í nevndina í LÍV
- at skipa aðalfundir hjá Ognarfelagnum LÍV
Harumframt kann Umboðsráðið gera av, at tað á hvørjum ári eisini verða hildnir aðrir regluligir umboðsráðsfundir.
Um LÍV
Føroya Lívstrygging varð sett á stovn við løgtingslóg 10. oktober 1966.
Virksemið hjá felagnum byrjaði 1. januar 1967. Føroya Lívstrygging hevur síðan byrjan virkað sum eitt sjálvstøðugt felag. Hóast hetta hevði Føroya Lívstrygging fram til 1998 eitt tætt tilknýti til Tryggingarsambandið Føroyar, og feløgini høvdu somu stjórn og nevnd. Frá 1998 minkaði tilknýtið niður í nærum einki og Føroya Lívstrygging fekk egna stjórn og nevnd.
Les meira her
Málsetningur
Okkara mál er at veita eina góða tænastu til fakfeløg, vinnufyritøkur og einstaklingar. Vit ynskja, at vera fyrsta valið hjá føroyingum, tá tað snýr seg um at tekna eina persónstrygging og/ella at gera eina virðisgevandi uppsparing til eftirlønaraldur.
Í virksemi okkara, síggja vit dagliga, at vit gera mun og okkara málsetningur fyri komandi árini er, framhaldandi at virka fyri eini munagóðari virðisøking til einstaka kundan.
Við góðari ráðgeving og kappingarførum tænastum, umsita vit í dag uml. 65% av eftirlønarmarknaðinum í Føroyum. Hetta er eitt álit sum okkara dugnaligu starvsfólk taka í størsta álvara.
Missión
- Endamálið hjá LÍV er at veita viðkomandi eftirlønartryggingar, ið nøkta tørvin hjá tí einstaka á føroyska arbeiðsmarknaðinum.
- LÍV byggir virksemið á, at tryggingartakarin hevur innlit, kennir seg tryggan og fær allan ágóðan av virksemi felagsins.
Virðir
Fyri kundar og samstarvfelagar ynskja vit, at okkara missjón og visjón koma kundum, samstarvsfelagum og samfelagnum til góðar ígjøgnum:
- Hægstu serfrøði á okkara virkisøki
- Opinleika og innlit í okkara virksemi og í kundans
- Álit og trúvirði á tað arbeiðið, vit gera, og á tær tænastur, vit veita ígjøgnum eitt langt samstarv
- At tann ágóði, felagið fær, kemur kundunum til góðar.
Visjón
- LÍV vil framhaldandi vera tað størsta eftirlønartryggingarfelag, sum flestu føroysku feløg, virkir og einstaklingar kenna sum besta veitaran av eftirlønartryggingum.
- Ágóðin hjá felagnum skal koma viðskiftafólkunum til góðar
- Tað er felagsins visjón at uppbyggja burðardygt, langsiktað og álitisvekjandi samstarv, sum tryggjar teg og tíni. Vit ynskja at vera har, tá ið tú hevur tørv á okkara tænastu í sambandi við eftirløn, óarbeiðsføri, ávísar hættisligar sjúkur v.m. og hjá avvarðandi í sambandi við deyðsfall.
- Eftirlønaruppsparingin skal koma føroyska samfelagnum tilgóðar, í tann mun hetta eisini tænir viðskiftafólkum felagsins
Vit eru klár at hjálpa tær
Hevur tú spurningar ella ynskir tú ráðgeving,
so ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Send okkum eini boð á liv@liv.fo, ring til okkara á 31 11 11 ella rita inn á kundaportalin Mítt LÍV og send okkum eini boð.





