fo / en

Kostnaðir

Tá ið stórar broytingar henda í lívinum, sum tá tú gerst foreldur, skiftir starv, setir búgv ella fært nýggjan maka, broytist tørvurin á tryggingum ofta eisini.

Tí er umráðandi javnan at kanna, um tryggingarnar hjá tær framvegis passa til tína støðu og geva tær ta trygd, tú hevur tørv á.

Kostnaðir á lívstryggingum

Flestu lívstryggingar verða í dag teknaðar sum samlagstrygging.

Við eini samlagstrygging hevur tú møguleika at seta saman, lívstrygging, ávísa hættisliga sjúku og óarbeiðstrygging.

Hav tó í huga, tryggingin ávísar hættisligar sjúkur verður altíð tekna saman við eini lívstrygging.

Ert tú millum 15 og 60 ár, hevur tú møguleika at tekna samlagstrygging hjá LÍV.

Kostnaðir á viðgerðartrygging

Kostnaðir á viðgerðartrygging eru deildir upp eftir aldri. Frá 60 ár av hækkar tryggingin í prísi, sí prísirnir á skjalinum 60+ ár.

Tryggingin verður goldin árliga og møguleiki er at tekna transportdækning afturat viðgerðartryggingini. Sí meira um viðgerðartrygging her.

LÍV teknar viðgerðartrygging í samstarv við Gjensidige forsikring Danmark.

Vit eru klár at hjálpa tær

Hevur tú spurningar ella ynskir tú ráðgeving,
so ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Send okkum eini boð á liv@liv.fo, ring til okkara á 31 11 11 ella rita inn á kundaportalin Mítt LÍV og send okkum eini boð.