fo / en

LÍV søkir stjóra

LÍV veitir eftirløn og lívstrygging til føroyska arbeiðsmarknaðin og hevur serkunnleika innan eftirlønar- og persónstryggingar. Felagið umsitur ein stóran part av uppsparingini hjá føroyska arbeiðsmarknaðinum og føroysku fakfeløgunum og hevur tí ein týðandi leiklut í at tryggja fíggjarligu korini hjá føroyingum — bæði í arbeiðslívinum og á ellisárum.

Talan er um eitt spennandi og avbjóðandi stjórastarv í einum ábyrgdarfullum felagi, har álitið frá kundum, fakfeløgum, arbeiðsgevarum, myndugleikum og samfelagnum er avgerandi. Nýggi stjórin fær ábyrgdina av at tryggja ein sunnan og væl skipaðan rakstur og samstundis menna felagið víðari í einum marknaði, har kundatørvur, lóggáva, talgilding og væntanir til ráðgeving og tænastur eru í støðugari broyting

Saman við nevndini, leiðsluni og dugnaligu starvsfólkunum skal nýggi stjórin tryggja, at LÍV er eitt væl rikið, kappingarført og framtíðartryggjað felag, sum skapar virði fyri kundar, eigarar og føroyska samfelagið.

Starv og ábyrgd

Stjórin fær ábyrgdina av dagligu leiðsluni av LÍV og skal, saman við nevndini og leiðslubólkinum, tryggja, at felagið verður rikið trygt, skynsamt og við greiðari kós.


Ein høvuðsuppgáva verður at varðveita og menna fíggjarliga grundarlagið hjá felagnum og tryggja, at LÍV hevur eina væl skipaða umsiting, góðar arbeiðsgongdir og tænastur, sum svara til tørvin hjá kundum, fakfeløgum, arbeiðsgevarum og øðrum samstarvspørtum.


Stjórin skal samstundis hava eyga fyri framtíðini og leiða menningina av felagnum í einum marknaði, har krøvini til ráðgeving, kundauppliving, talgildar loysnir, váðastýring, lógarfylgni og gjøgnumskygni støðugt vaksa.

Royndir og førleikar

Nýggi stjórin hevur hollar leiðsluroyndir, skapar úrslit og megnar at savna fólk um felags mál. Viðkomandi skal duga at leiða ein væl skipaðan rakstur og samstundis hava strategiskt yvirlit og kunnleika til tey krøv, sum gera seg galdandi innan trygging, eftirløn og virksemi við greiðum lógarkrøvum og myndugleikakrøvum.


Stjórin skal hava gott fíggjarligt innlit, góð analytisk evni og kunnleika til váða, galdandi lóggávu, myndugleikakrøv og langtíðarvirðisskapan. Tað er ein fyrimunur við royndum frá trygging, eftirløn, fíggjarvirksemi, íløgum, ráðgeving ella øðrum virksemi, har álit frá kundum, myndugleikum og áhugapørtum er avgerandi.


Sum persónur er nýggi stjórin greiður, álitisvekjandi og umhugsin. Viðkomandi hevur góð samskiftisevni, skilir týdningin av felagsins samfelagsliga leikluti og megnar at umboða LÍV á ein professionellan og álítandi hátt.


Stjórin væntast at hava eina viðkomandi hægri útbúgving, til dømis innan búskap, fígging, løgfrøði, leiðslu, tryggingarøkið ella annað viðkomandi øki.

Umsókn og freist

Tryggingarfelagið LÍV samstarvar við Momentum í sambandi við setanartilgongdina.
Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til
Annbritt T. Andersen, partnara í Momentum, á telefon +45 2483 1412
ella til nevndarformannin, Árna Ellefsen, á telefon +298 530724.


Freistin er 3. august, men samrøður kunnu verða hildnar leypandi.


Áhugaðir umsøkjarar verða tí bidnir um at senda umsókn, lívsrensl og onnur viðkomandi skjøl skjótast gjørligt til Annbritt

Allir fyrispurningar og umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

LÍV samtakið fær árliga umleið 550 mió. kr. í inngjøldum frá fleiri enn 30.000 kundum.

Í LÍV starvast 31 eldhugað starvsfólk á skrivstovu okkara á Óðinshædd 11 í Tórshavn. Tað eru tey, sum hvønn dag tryggja, at vit kunnu veita dygdargóða tænastu og ráðgeving. Tí leggja vit stóran dent á at hava eitt gott og virðiligt arbeiðsumhvørvi.